mikudagur 18. februar 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 33 - 18. februar 2004
Nr. 33 - 18. februar 2004
5
Royna enn at loysa knútin í Tórhavnar Býráð
Sakførar skulu nú
royna at finna gongd-
ar leiðir burturúr
trætuni ímillum
Tórshavnar Býráð og
starvsfólkið
STARVSFÓLKA-
POLITIKKUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Trætan ímillum Tórshavnar
Býráð og starvsfólkið hjá
býráðnum er ikki loyst enn.
Sostatt er enn ógreitt,
hvussu farast skal fram, tá
ið starvsfólk hjá býráðnum
fara í býin í privatum ørind-
um í arbeiðstíðini og um
tey skulu dragast í løn, tá ið
tey fara til lækna ella tann-
lækna í arbeiðstíðini, ella tá
ið tey fara at fylgja líki og
talan ikki er um allarnæstu
skyldfólk
Men tað er gongd í mál-
inm. Higartil hava tveir
fundir verið ímillum býráð-
ið og fakfeløgini, sum um-
boða starvsfólkið í býráðn-
um.
Á tí seinna fundinum,
sum var mánadagin, skeyt
býráðið upp, at sakførarar-
nir hjá báðum pørtum ar-
beiddu víðari við málinum
og komu við uppskotum
um, hvussu trætan kann
loysast.
Hetta
góðtóku
fak-
feløgini fyrrapartin í gjár.
Bara talan um
uppskot
Men Gunnleivur Dalsgarð,
formaður í Starvsmannafel-
agnum, ið umboðar nógv
av starvsfólkunum, leggur
dent á, at sakførararnir hava
bara fingið heimild til at
koma við uppskotum. Teir
hava ikki fingið heimild til
at seta nakað í verk, tí tað
verða ongar mannagongdir
broyttar, uttan at fakfeløg-
ini góðtaka tað.
Ímeðan
sakførararnir
stinga høvdini saman, ar-
beiðir starvsfólkið eftir
teirri siðvenjuni, sum hevur
verið galdandi í nógv ár. So-
statt verður starvsfólkið ikki
drigið í løn, tá ið tey fara í
býin í privatum ørindum.
Gunnleivur
Dalsgarð
leggur eisini dent á, at fak-
feløgini hava onki ímoti, at
greiðar reglar verða settar í
gildi fyri, hvussu farast skal
fram, tá ið starvsfólk hjá
býráðnum fara í býin í priv-
atum ørindum í arbeiðs-
tíðini.
– Men ígjøgnum árini
hevur ein ávís siðvenja ar-
beitt seg upp á økinum.
Hóast hesar siðvenur ikki
eru skrivaðar í sjálvan sátt-
málan, eru tær nú so gaml-
ar, at tær hava líka gott gild
isum sjálvur sáttmálin.
– Sostatt kunnu manna-
gongdirnar ikki broytast,
uttan í samráð við fak-
feløgini, sigur formaðurin í
Starvsmannafelagnum, ser-
liga ikki, tá ið tað hevur
fíggjarligar avleiðingar fyri
starvsfólkið.
Hann sigur, at hetta er eitt
mál, sum fakfeløgini taka í
størsta álvara.
– Og skuldi tað verið aðr-
ar kommunur, ella onnur
arbeiðspláss, ið umhugsa
nakað tað sama, sum Tórs-
havnar Býráð eigur hetta at
vera teimum ein læra, tí
hetta er eitt skúladømi um,
hvussu ein arbeiðsgevari
ikki eigur at fara fram ímóti
sínum starvsfólkum, leggur
Gunnleivur
Dalsgarð
afturat.
TELESAMSKIFTI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Suðuroy: Føroya Tele fer
nú undir ymsar útbyggingar
í Suðuroynni fyri at útvega
suðuroyingum
betri
og
tryggari telesamskifti.
Í hesum sambandi verður
ljósleiðara kaðal lagdur frá
Tvøroyri til Hvalba í hesum
árinum.
Hetta er ein partur av eini
størri verkætlan, sum byrj-
aði fyri trimum árum síðani,
tá ið Føroya Tele fór undir at
leggja ljósleiðara kaðalar í
millum flest allar bygdinar í
Suðuroynni úr Sumba til
Tvøroyri og nú stendur so
Hvalba fyri tørni.
Fróði Mortensen, sum er
økisleiðari hjá Føroya Tele í
Suðuroy, sigur, at í løtuni er
tráðleyst samband av Tvør-
oyri til tær báðar norðastu
bygdirnar í Suðuroy, men
við ljósleiðarakaðalaninum
er sambandi nógv tryggari.
Ljóskaðalin er samstund-
is fortreytin fyri at fáa
breiðband til alnetið, sum
er nógvar ferðir skjótari
enn tað vanliga sambandi
og ISDN.
Men hann leggur tó aft-
urat, at enn er kortini ongin
avgerð tikin um breiðband
til Hvalbiar og Sandvíkar.
Fyri at tað skal lata seg
gera, skal eisini onnur út-
gerð setast upp.
Úr Hvalba liggur kopar-
kaðal til Sandvíkar og so
leingi frástøðan ikki av eini
støð fer upp um fýra, fimm
kilometrar, ber til at veita
breiðband ígjøgnum kopar-
kaðal.
Men yvirhøvur er nógv
betri møguleikar við einum
ljóskaðali. Eitt nú ber tað til
at at senda sjónvarp ígjøgn-
um ein slíkan kaðal, skuldi
tað blivið aktuelt einaferð.
– Hetta verður gjørt fyri
at nútímansgera og tryggja
telesamskiftið í Suður-
oynni, soleiðis at suðuroy-
ingar eisini kunna fáa
ágóðan av framtíðar fjar-
skiftismøguleikum, sigur
Fróði Mortensen.
Eisini hevur Føroya Tele
avgjørt at skifta radioút-
gerðina út, sum alt telesam-
skifti ímillum Suðuroynna
og restina av landinum
gongur eftir.
Hetta verður eisini verður
gjørt fyri at útvega suður-
oyingum tryggari samband.
Í løtuni er alt telesam-
skifti ímillum Suðuroynna
og meginøkið tráðleyst. Nú
er ætlanin at hava tráðleyst
samband ímillum Húsa-
reyn og Skopun, ljóskaðal
úr Skopun til Sands og so
tráðleyst av Sandi til Suð-
uroyar, helst á Nakk oman-
fyri Froðba, og so í ljós-
kaðal av Nakki, víðari til
bygdirnar í Suðuroy, sum
hava ljóskaðal, síðani niðan
á
Spáafelli
omanfyri
Sumba, og haðani verður
aftur tráðleyst samband
norður á Húsareyn.
– Tað merkir, at sam-
bandið gongur í ring og
svíkur annað sambandið, er
hitt sambandið eftir.
Annars hevur brek eisini
verið á telefonsambandin-
um til Hvalbiar og Sand-
víkar tær báðar seinastu
vikurnar. Ein avleiðing av
hesum hevur verið, at tele-
fonfelagir hava verið í
vanda fyri at vera avbrotnir
mitt í eini samrøðu.
Føroya Tele heldur, at
brekið tók seg upp eftir tor-
an hevur sligið niður í út-
gerðina, sum samskiftir við
Hvalba og Sandvík.
Men nú hevur Føroya
Tele skift eina ein part av
útgerðini út, so nú skuldi
trupuleikin verið loystur.
Tøknini, sum mennist
støðugt.
Tað, sum Tórshavnar Býráð
hevur gjørt, eigur at vera
øðrum ein læra, tí tað er
besta dømi um, hvussu ein
arbeiðsgevari ikki skal bera
seg at ímóti sínum
starvsfólki, sigur Gunnleivur
Dalsgarð, formaður í
Starvsmannafelagnum
Suðuroyingar fáa tryggari
samband
Føroya Tele er sjónligt í føroyska landslagnum, eisini ovast á Froðbiarkambi við frálíkum útsýni
yvir oyggjarnar norðureftir. Føroya Tele hevur eina mastur á Kambinum, sum er 480 metrar høgur
Hvalbingar og Sand-
víkingar mistu
streymin mána-
dagin. Tey bæði
næstu árini verða
ábøtur gjørdar, sum
skuldi verðið ein
munandi hjálp
STREYMSLIT
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Suðuroy: Tá ið hvalbing-
ar og sandvíkingar vakn-
aðu mánamorgunin og
skuldu gera seg til reiðar
at fara til dagsins gerning,
var bæði kalt og myrkt, tí
tíðliga um morgunin var
farin.
Manning frá SEV fó
beinanvegin at kanna
brekið. Tað var eisini
skjótt, at teir funnu útav,
at brek var á einum goml-
um kaðali við gamla
Skúla í Hvalba á linjuni,
sum gongur til Sandvíkar.
Sostatt var Hvalba kobla
til aftur, so at tey fingu
streym aftur nakað fyri
arbeiðstíð.
Men av tí, at brekið var
á linjuni til Sandvíkar,
fingu sandvíkingar ikki
streymin aftur, fyrrenn á
miðdegi mánadagin.
SEV riggaði ein motor
til, sum veitir flakavirkin-
um í Hvalba og Sandvík
streym ímeðan brekið
varð umvælt og hann varð
settur til á miðdegi.
Mathias Lassen, kaðal-
og linjumeistari hjá SEV í
Suðuroy, sigur, at allan
mánadagin varð arbeitt
við at grava upp og leggja
útvið 100 metrar av kað-
ali av nýggjum á linjuni
til Sandvíkar. Talan er um
ein kaðal, sum er frá
1959.
Fyrrapartin í gjár vænt-
aði hann, at arbeiðið varð
liðugt seinnapartin í gjár.
Tá skuldi streymurin
aftur takast í umleið ein
hálvan tíma ímeðan kað-
alin varð bundin í aftur.
Mathias Lassen sigur,
at øll linjan ímillum Tvør-
oyri og Hvalba er eisini
frá 1959 og tí er hon ikki
álitandi longur.
Og í summar verður
nýggjur
kaðal
lagdur
ímillum
Tvøroyri
og
Hvalba.
Ímillum
Hvalba
og
Sandvík varð nýggjur
tráður lagdur í 1992, men
á sumri í 2005, verða teir
pelarnir skiftir út og
nýggjur tráður lagdur, tí
hann er ov klænur, sigur
hann.
Brek á
gomlum kaðali
Gravgangur eftir
Húsarhaldsskúlanum
Húsarhaldsskúli Før-
oya er ein sera væl-
umtóktur skúli í land-
inum. Skúlin hevur so
nógvar umsóknir til
skeiðið í ár, at dupult
so nógvir næmingar,
sum sleppa inn, hava
fingið noktandi svar
SKÚLI
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
– Sigast kann, at tað standa
eini 40 næmingar á bíði-
lista, og enn er bara februar.
Um ikki avboð koma, so
sleppur ongin afturat inn til
komandi skeið, sum byrjar í
heyst, sigur Jóhanna á
Tjaldrafløtti, leiðari á Hús-
arhaldsskúla Føroya.
Skúlin hevur fingið 62
umsóknir
til
komandi
skeið, sum byrjar í august.
Enn er ikki komið út á vár-
ið, so tískil kunnu enn fleiri
umsóknir væntast.
Serliga gentur í hópatali
søkja, og har eru ongi krøv,
sum ein skal lúka fyri at
sleppa inn.
– Tað eru simpulten tær,
sum eru fyrst at søkja, sum
sleppa inn, sigur Jóhanna.
Hon hevur starvast á skúl-
anum í 12 ár nú, og tey
seinastu níggju sum leiðari.
Ongantíð hevur hon vitað
um størri gravgang eftir
skeiðinum enn nú. Og tað
er ein trupulleiki.
– Sjálvandi var tað ynski-
ligt, at allir umsøkjararnir
sluppu inn, men vit hava
simpulten ikki pláss fyri
meira enn 21 næmingum í
senn, sigur hon.
Afturstig
Fyri nøkrum árum síðani
vóru tvey skeið um árið á
skúlanum. Men hetta held-
ur Jóhanna ikki er nakað
gott hugskot at fara aftur til
fyri at kunna taka fleiri
næmingar inn.
– Tá hugsar man bara um
kvantitet og ikki kvalitet,
sigur hon.
Skeiðið á skúlanum er
vorðið munandi betur við,
at tað varð longt upp í sjey
mánaðir ístaðin fyri fimm,
tí hetta gav lærarunum
møguleika til at fara í dýpd-
ina við summum evnum.
Nakað, sum ikki bar so væl
til, tá skeiðið einans var
fimm mánaðir, tí stundir
vóru ikki til tað.
Ein onnur orsøk fyri, at
skeiðið varð lagt um til at
vera eitt og ikki fullar
tíggju mánaðir, er, at fáa
annað
virksemi
inn
í
skúlan. Klænkiskeið og
onnur skeið, sum fólk hava
tikið væl undir við.
J óhanna fegnast um tað og
heldur, at um tey fóru aftur
til at hava tvey skeið um
árið, so hevði tað verið eitt
afturstig.
Nýggjur skúli
Jóhanna dylir ikki fyri, at
tað hevði verið ynskiligt at
fingið ein nýggjan Húsar-
haldsskúla. Hon heldur, at
nógvu umsóknirnar eru eitt
tekin um, at tørvur er á ein-
um størri skúla, sum kundi
tikið ímóti fleiri næm-
ingum.
– Ikki so ræðuliga stóran
skúla, men eitt sindur størri
enn tann, vit hava nú, sigur
hon.
Tað letur ikki til at vera
nakar trupulleiki, at skúlin
liggur í Klaksvík. Umsókn-
ir koma allastaðni frá í
landinum, og tað eru tey,
sum eru fyrst at søkja, sum
sleppa inn.
– Hetta hevur verið
mannagongdin, og hon
hevur virkað væl, men ikki
í ár. Tí nú eru so nógvir um-
søkjarar, at 40 hava fingið
avslag sendandi í dag, og
tað er ræðuligt, sigur ein
ógvuliga hørm Jóhanna á
Tjaldrafløtti.
Hon sigur, at tað ber ikki
til at søkja til skeiðið í 2005
enn, tí so væntar hon, at tey
høvdu mist tráðin á skúlan-
um. Lýst verður, nær søkj-
ast kann inn á skúlan til
skeiðið 2005 og so ræður
um at vera skjótur. 21 tey
fyrstu sleppa inn.
Ein øgiligur gravgangur er
eftir at sleppa á Húsarhalds-
skúla Føroya. Longu nú hava
yvir 60 sent umsókn inn, og
skeiðið byrjar ikki fyrr enn í
august
Savnsmynd
Mánakvøldið og týs-
morgunin vóru mót-
tøkur hildnar fyri
teimum báðum Ellu
Mariu og Dánjali
Jákupi, sum hava
vunnið gull í liðkapp-
ing fyri juniorar í
boccia í Malmø Open
MÓTTØKA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Móttøkan fyri Dánjal Ják-
upi var mánakvøldið í
bygdarhúsinum á Strond-
um. Floksfelagar og foreld-
ur vóru savnað saman.
Onkur foreldur høvdu bak-
að
køku.
Flokslærarin
Andras Danielsen segði
nøkur orð, og Dánjal Jákup
fekk handað blómutyssi og
eina ítróttardrakt frá flokk-
inum.
Í Klaksvík varð móttøkan
hildin í skúlanum við
Ósánna mikumorgunin.
Símun
Petur
Hjelm
skúlastjóri tók orðið, tá
morgunsangurin var av.
Síðani kom Jórun Høgne-
sen sum umboð fyri komm-
ununa og handaði Ellu
Mariu eina gávu frá komm-
ununi. Eina hálsketu.
Síðani spældu Sólgerð
Færø og Helga Gerðalíð
eitt lag á tvørfloytu og klav-
er. Og so var móttøkan við
morgunsangin av.
Kommunan
bjóðaði
flokkinum góðgæti og Sun-
kist, so meðan hinir flokk-
arnir fóru til vanliga undir-
vísing eftir móttøkuna,
sluppu næmingarnir í 5. b
og Ella Maria at hugna sær
saman við flokslærara og
øðrum, sum vóru tilstaðar.
Hetta er tíggjunda ferðin,
at Malmø Open í boccia
verður hildin, og fyrstu
ferð, at steypið er komið til
Føroyar.
Tunnusláttur á
sjónum
Árligi tunnusláttur-
in hjá Tórshavnar
Froskmannafelag
verður komandi
leygardag
FØSTULÁVINT
Solby A .Eliasen
solby@sosialurin.fo
Sum mongu undanfarnu
árini
fer
Tórshavnar
Froskmannafelag aftur at
sláa tunnu á Føstulávint í
ár. Leygardagin klokkan
14 fara kavarar at sláa
tunnu á sjónum. Hetta
plagar vanliga at ganga
fyri seg har, sum Ritan
leggur at.
Tað serliga í ár er, at
Havnar
hornorkestur
kemur at seta teirra dám á
tunnuslátturin.
Havnar
hornorkestur flutti herfyri
í nýggj høli í grannalagn-
um hjá Froskmannafel-
agnum. Samanhaldið er
gott har í grannalagnum,
og sæst hetta aftur við, at
hornorkestrið kemur við
sínum tónleikaískoyti til
tiltakið.
Tá
kavarar
fara
á
bláman at sláa tunnu,
verður
kongafiskurin
funnin. Hesin fær eina
gávu, sum hevur eitt ella
annað við kaving at gera.
Tunnusláttur á landi
Men tað er ikki bara á
sjónum, at felagið slær
tunnu. Seinni um kvøldið
verður aftur skipað fyri
tunnuslátri. Hesuferð í
hølum felagsins ella utt-
anfyri, um tað viðrar.
Hetta byrjar klokkan 19.
Tá tunnuslátturin er av,
verður borðreitt við eini
heilt
serligari
frosk-
mannasúpan.
– Ein fiskasúpan, sum
vit ikki kunnu vera fyri
uttan, sigur Heri Andrea-
sen, formaður í frosk-
mannafelagnum.
Vanliga eru heilt fitt av
áskoðarum til tunnuslátt-
urin á sjónum hjá frosk-
mannafelagnum.
Árligi tunnuslátturin hjá
Tórshavnar Froskmanna-
felag verður leygardagin 21.
februar klokkan 14
Savnsmynd
Vórðu heiðrað fyri sigurin
11 ára gamla Ella Maria var
ovfarin av hóvastákinum,
sum varð gjørt burturúr, tá
hon kom aftur í skúla eftir at
hava verið við til at vinna
gull í boccia í Malmø Open
Mynd: Norðlýsið
Dánjal Jákup Djurhus av
Strondum fekk somuleiðis
góða móttøku, tá hann kom
aftur til Strendur týskvøldið
Mynd: Jonhard Hammer
C
M
Y
K
5
4