Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-11, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. november 2011síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 131 ·11. november 2011 2 VIKUSKIFTI Eg lærdi, at vit hava ikki demokrati í Føroyum. Hinvegin lærdi eg, at tað er eitt greitt samband millum pengar og tinggáttina. Tað vóru tey væl­ havandi, lýsingarfyritøkur, miðlar og timbur­handlar, sum vunnu, meðan demokratiið tapti valið. Hergeir Staksberg, valevni hjá Sambandsflokkinum Tónleikur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Songkvinnan Aura Dione hevur í hesum døgum stórt hitt við sanginum Geronimo. Sangurin er so væl umtóktur í Týsklandi, at Aura hevur yvirhálað mætar stjørnur sum Rihanna, Taio Cruz og Maroon 5 á hitlistum har. Hesa vikuna er sangurin Geronimo ovast á al­menna týska singlelistanum. Auro Dione er búsitandi í Danmark, upp­vaksin á Bornholm, og verður søgd at verða donsk songkvinna, men hon hevur eisini ættarbond úr Føroyum. Hon er fjórðings føroyingur, og hevur ann­ars familju úr Fraklandi, Danmark og Spania. Týskt hitt 26 ára gamla Aura gav sína fyrstu fløgu út í 2008, og tá hevði hon onkur hitt í Danmark – og varð eisini spæld nógv í føroykum radio. Í 2009 vann hon fyrstu ferð inn á týska marknaðin, sum er tann størsti í Europa. Sangurin I Will Love You Monday kom á tónatindarnar í Týsk­ landi, og fyrsta fløgan seldi 300.000 ein­tøk í Týsklandi. Nú er Aura á veg við nýggjari fløgu, og fyrsta staklagið frá útgávuni Before The Dinosaurs hevur verið nógv spæld seinastu tíðina. Sangurin er millum teir mest spældu í donskum útvarpi, og nú hava týskarar gjørt sangin til størsta hittið í landinum hesa vikuna. Hygg upp! Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen Forsíðumynd: Páll Finnur Páll / tilgjørd mynd klumman Randi Jacobsen Poppstjørnan Aura Dione, sum hevur føroysk ættarbond, er á tónatindum í Týsklandi, sum er størsti tónleikamarknaður í Europa Aura Dione á tónatindum Dagarnir styttast í hvørjum, og gremjingar­ nar um óveður og myrkur økjast. Men vit mugu minnast til, at tað eigur at vera so. Tað eigur at vera myrkt og óveður hesa ársins tíð. Er tað nakað at grenja um? Um ikki so langa tíð fer at ganga hin vegin, og dagarnir gerast longri aftur. Óveðrið heldur óivað fram í nakrar mánaðir aftur. Tí mugu vit liva við, um vit hava hug til tess ella ei. Men hóast myrkur eru fleiri góðir dagar inn ímillum. Eisini hálvir dagar. Um kvøldið ber til at gera tað hugnaligt inni við antin ljósperum ella eisini livandi ljósum. Tað ber til at standa stútt á beinunum og ikki lata lágtrýstini, myrkrið og óveðrið koyra teg um koll. Eini góð ráð eru at byrja dagin við at fara í eitt vindeyga, sum vendir móti eystri. Onkrar ljósstrálur plaga at síggjast á luftini í myrkrinum. Stundum kunnu tær hómast oman fyri skýggini. Og hygg eftir, hvussu skjótt skýggini reka. Sjálvt keðiligar og snorutar illveðurdagar kann okkurt vakurt vera at síggja á luftini. So segði hann... Aura Dione er eitt heitt navn í Týsklandi í løtuni