mikudagur 18. februar 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 33 - 18. februar 2004
Nr. 33 - 18. februar 2004
11
– Hvat heldur tú um nýggja landsstýrið! Hetta er spurn-
ingurin tú hoyrir nærum alla staðni, har tú hittir fólk: á
kaffistovum, í undirhúsunum, í egningarskúrunum, í hita-
rúmunum í svimjihøllunum, á arbeiðsplássum og aðra-
staðni við. Og svarini eru ymisk. –Fólkaflokkurin hevur
svikið fullveldið - Javnaðarflokkurin hevur havt útsølu –
Sambandið hevur sett skeivu fólkini í Nesið - Tjóðveldis-
flokkurin og hinir gomlu samgonguflokkarnir vunnu valið
og tað er ódemokratiskt, at teir ikki kunnu halda fram osfr.
Men hvussu og ikki – so hava tríggir stórir flokkar, hvat er
eindømi, funnið saman og skipað nýtt landsstýri. Hetta
ásanna øll, og mong siga eisini, at tað nú er rímuligt og
rætt, at hesir sleppa at royna seg. Men sleppa teir veruliga
at royna seg! Tí skulu teir ikki bara til at taka upp eftir
aðrar!
Flokkarnir hava skrivað samgonguskjal, ið setir framtíðar
politikkin út í kortið. Men tað er ein sannroynd, at eitt nýtt
landsstýri byggir fyrst og fremst á herarnar á teimum, ið
sótu frammanundan. Komandi tilgongdin verður tí nógv
tengd at tí úrsliti, ið undanfarna landsstýrið lat eftir seg.
Og tað er so ikki nøkur vøkur mynd. Eitt samfelag, hvørs
vinnur eru í kreppu ella um at koma út í eina álvarsliga
kreppu, samtíðis sum ein triðingur av blokkinum úr
Danmark er strikaður, er búgvið, sum henda samgongan
fær upp í hendurnar. Ein landskassa, sum fólk flest enn
ikki kenna innihaldið í. Tað, ið higartil er komið fram um
fíggjarligu støðuna er møguliga bara toppurin á ísfjall-
inum.
Líta vit aftur um bak kunnu vit bara ásanna, at vandi er í
hvørjari vælferð. Neyvan nakrantíð í Føroya søgu hevur
vælferðin verið størri enn seinastu árini. Ongantíð hevur
viðrákið verið so stórt – nærum alt hevur lagað seg – so
gott sum uttan at undanfarnu samgongurnar hava havt
fyri neyðini so frægt sum at lyfta hond frá síðu. Men hví
hava vit so ikki dugað at húsast við hesum rímidømi?
Eftir sjey góð ár koma sjey rak ár. Soleiðis hevur tað eisini
verið her á landi. Men undanfarnu samgongur bóru seg at
sum at tey góðu árini fóru ongantíð at steðga. Hóast tað
varð ávarað ímóti at skera ov nógv av blokkinum við ein-
um høggi, so varð ikki lurtað. Ein av vanlukkunum við
síðstu samgongunum var, at tú hevði ein fíggjarmálaráð-
harra, sum ongantíð vildi lurta eftir øðrum, ikki ein gang
sínum egnu samgongufeløgum. Tá hann var ávaraður um
vandan við at fremja ein so stóran blokkniðurskurð vóru
víðagitnu orð hansasra, at ráddi hann var allur blokkurin
skorin burtur í einum og tað í morgin.
Landsstýrið fær neyvan gjørt annað í løtuni enn at sigla
sum frægast millum skerini og tryggja sær, at teir ringastu
brotasjógvarnir ikki raka so meint. Ringt er at ímynda sær
eina arbeiðsføra andstøðu, nú hon í veruleikanum hevur
brúk fyri sjálvsanmnrakan meira enn nakað annað. Men
kanska henda sjálvsannsakan fer at gera, at vit fara at fáa
eina samgongu og eina andstøðu, sum í felag og við
konsesus fara at demma upp ímóti brotasjógvunum, sum
uttan iva fara at verða harðari og harðari sum tíðin gongur.
Tí er greitt: svára støðan, sum undanfarnu samgongur
hava borðreitt fyri ABC-samgonguni, krevur, at allar
kreftir frá A til H gera alt fyri at finna tær bestu loysnirnar.
Sum støðan sær út er ikki pláss til ósemjur og stríð.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Eigur at sleppa at royna seg
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Hans Jacob Joensen
biskupur
Í viðtali við Dimmalætting
hósdagin 12. februar 2004
sigur Sigmundur Poulsen,
advokatur: »Hetta er møsn.
Tað er eingin løgfrøðisligur
grundvøllur í úttalilsunum
hjá bispi.«
Eg veit væl, at fyrivarni
skal takast, tá tað snýr seg
um viðtalur av slíkum
slagi. Tí fari eg ikki at gera
nakrar beinleiðis viðmerk-
ingar til tað, ið her verður
endurgivið, men eg fari at
loyva mær í stuttum at siga
mína
fatan
av
hesum
viðurskiftum.
Vit kunnu staðfesta, at
sama grundlóg, sum tryggj-
ar øllum borgarum í ríkin-
um trúarfrælsi, beinleiðis
tekur sama trúarfrælsi frá
kongi. Rættin at velja mill-
um trúarsamfeløgini ella at
standa
uttanfyri,
sum
grundlógin tryggjar øllum
øðrum, júst henda rætt
tekur hon frá kongi - sum
hinum einasta. Hann skal
hoyra til fólkakirkjuna,
sum er tann evangelisk
lutherska kirkjan í landin-
um. Men hetta er eitt so
álvarsamt inntriv í tað per-
sónliga frælsið, sum grund-
lógin annars tryggjar øllum
øðrum, at tað mega vera
heilt serligar orsøkir til, at
tað verður gjørt. Eftir míni
hugsan nýtist okkum ikki at
gita um, hvørjar orsøkirnar
eru, tí grundlógin sigur tað.
Orsøkin er, at Danmark
skal hava eina fólkakirkju,
og ikki ein »stovn« fyri
átrúnað, og henda fólka-
kirkja skal vera hin evan-
gelisk-lutherska
kirkjan.
Men sum øll onnur trúar-
samfeløg hevur evangelisk-
lutherska kirkjan limir, sum
allir uttan undantak skulu
lúka ávísar treytir. Ófrá-
víkiliga fortreytin fyri at
kunna útinna myndugleika
í fólkakirkjuni er, at tú ert
limur í hesi kirkju. Tí má
staturin eisini lúka hesar
treytir, skal nøkur fólka-
kirkja vera. Men staturin
sum »verk« kann ikki vera
limur í einum trúarsamfe-
lagi, í hesum føri evan-
gelisk-luthersku kirkjuni,
tað kunnu bara einstakir
persónar vera. Statsins
»umboð« fram um øll
onnur er kongur, men skal
hann útinna myndugleika í
evangelisk-luthersku kirkj-
uni, má hann sum øll onnur
vera limur í hesi kirkju.
Hetta er orsøkin til at sama
grundlóg, sum tryggjar
øllum borgarum í ríkinum
trúarfrælsi, tekur trúar-
frælsið frá kongi. Valið stóð
millum at hava eina fólka-
kirkju ella ein ella annan
»stovn« fyri átrúnað, har
evangelisk-lutherska kirkj-
an hevði verið ein fríkirkja
sum aðrar fríkirkjur.
Men júst við at gera hetta
ekstraordinæra inntrivið í
rættindi kongs - at krevja,
at kongur skal vera limur í
evangelisk-luthersku kirkj-
uni - viðurkennir og knæ-
setir grundlógin megin-
regluna, at treytin fyri at út-
inna myndugleika í fólka-
kirkjuni er limaskapur í
evangelisk-luthersku kirkj-
uni. Hetta er jú galdandi øll
trúarsamfeløg, øll fakfeløg
og allar felagsskapir við, at
limaskapur er treytin fyri at
útinna myndugleika. Men
limaskapur er altíð persón-
ligur, hann kann hvørki
útdelegerast ella arvast. Tá
ið tað tí verður kravt av
ovasta manni í ríkinum, at
hann skal vera limur í evan-
gelisk-luthersku kirkjuni,
verður sjálvsagt sama krav
sett øllum øðrum, sum
skulu útinna myndugleika í
hesi kirkju. Einasti munur
er, at kongur hevur einki
val, meðan øll hini kunnu
velja. Men tey fáa sjálvsagt
ikki bæði, ikki bæði at
kunna útinna myndugleika
í
evangelisk-luthersku
kirkjuni og samstundis at
sleppa at hoyra til eina aðra
kirkju.
Tað er óneyðugt at leggja
afturat, at einki parlament
kann lóggeva ímóti grund-
lógini, og ongar lógir eru
galdandi, sum eru í stríð
við grundlógina.
Hetta var tann »løgfrøði-
ligi grundvøllur« orð míni
til blaðfólkið á Dimma-
lætting bygdu á, men eg
fari at lata onnur meta um
dugin í honum. Men eg
hvørki vil ella kann frásiga
mær rættin at lesa og royna
at skilja grundlógina. Tað
er rætt og slætt skylda mín,
so satt sum tað í setanar-
brævi mínum beinleiðis er
mær álagt at halda grund-
lógina.
Finn Hansen
Eg hevði satt at siga ikki
roknað við, at tað fór at
verða ein fullveldismaður,
sum fór at gera enda á full-
veldis samgonguni. Hevði
Tobbi vitað, at hann kapp-
aði høvdið av sínum egnu,
so hevði hann neyvan
skrivað lesarabrævið, sum
gjørdi enda á samgonguni.
Annars so skalt tú hava
takk fyri Tobbi, og vónandi
ganga tað nógv ár, áðrenn
Tjóveldisflokkurin kemur í
samgongu
aftur.
Haldi
sjálvur, at hann hevur gjørt
nóg stóran skaða sum er.
Viðmerking
Takk fyri Tobbi
Leygarkvøldið 21. februar
skipar Svimjifelagið Reki
fyri einum stórum aftur-
lítandi dansitiltaki í Bygd-
arhúsinum í Leirvík, har
átta ymiskir bólkar og so-
listar luttaka.
Byrjað verður kl 23 við
teimum báðum fløguaktu-
ellu Høgna Lisberg og Sør-
en Søgaard.
Síðan spæla leirvíksbólk-
arnir Kallar, Satisfaction og
Que Vadis frá 60’- og 70’-
unum, meðan Varðar um-
boða ’80-ini. Velvet er
yngsti bólkur, hann spældi í
90’-unum.
Eisini
luttekur
Essa
Jacobsen.
Fólk kunnu teknað seg til
tiltakið við telduposti til
reki@post.olivant.fo
Eisini ber til at ringja ella
senda SMS til 57 51 32 ella
25 23 49
Afturhvarv í Bygdarhúsinum í Leirvík
VIÐMERKINGAR
Niels Kári Nielsen
Tjóðveldisflokkurin hevði
ein stóra lýsing í bløðun-
um, sum hann kallaði:
»Sambandsflokksins
ABC«. Lýsingin skal helst
skiljast soleiðis, at avrik og
ætlanir hjá Tjóðveldis-
flokkinum standa høgru-
megin,
ætlaninar
hjá
nýggju samgonguni standa
vinstrumegin.
Føroyskt
Fullveldi
-
»Ríkiseindin« skal ikki
skalast!
Kvinnur
í
Landsins
Leiðslu - Bara menn sleppa
at stýra!
Føst Búskaparstýring -
Útgjaring til komandi ætt-
arlið at rinda!
Yvirskot á Fíggjarlógini -
Stórt undirskot á Fíggjar-
lógini!
Frælst vinnulív - Politiskt
stýrd vinna!
Samhalds Sosialar Skip-
anir - Skattalættar til tey
Ríkastu!
Eg halda, at hendan sam-
anbering hevur brúk fyri
einari rætting, sum tekur
støði í veruleikanum, og
ikki í heilaspuna og stór-
lætisørskapi, sum Tjóð-
veldisflokkurin so við og
við er kendur fyri.
Føroyskt Fullveldið -
Hevði
verið
=
1500
milliónir í undirskoti 2004!
Kvinnur
í
Landsins
Leiðslu - Avgjørt eitt mál at
arbeiða við!
Føst Búskaparstýring -
Heimsmet
í
øking
í
almennum útreiðslum,
- til komandi ættarlig at
rinda!
Yvirskot á Fíggjarlógini -
Vit bíða spent eftur tykkara
uppskoti!
Frælst vinnulív - Hvat
fyri vinna?
Samhalds
Sosialar
Skipanir - Lat okkum nú
síggja.
Nú er kanska onkur sum
ikki skilir hetta - her eru
nakrar útgreiningar.
1500 milliónir í
undirskoti 2004!
Tá harðast leikaði á í full-
veldisrokinum
í
2000-
2001, søgdu nógvir Tjóð-
veldismenn
»Lat okkum taka 4 ára
skiftistíð, tað gongur jú
strúkandi«
Um so varð, vildi tað í
2004 restað í 600 milliónir
í blokki.
Øll mál vórðu yvirtikin,
sendistovur,
stuðul
til
lesandi, o.s.fr.
Hetta hevði kostað minst
400 milliónir.
Og so eitt undirskot upp
á 500 milliónir á fíggjar-
lógini í ár.
Altso í alt 1500 milliónir
krónur, sum skattaborgarin
hevði skula goldið!
Heimsmet í øking í
almennum útreiðslum, til
komandi ættarlig at
rinda!
Tað er eingin ivi í, at øk-
ingin í almenna sektorinum
man vera heimsmet í demo-
kratiska heiminum, og aft-
an á 6 ár í allar allar bestu
tíðum, eigur landskassin
bert 257 milliónir í tøkum
peningi.
Vit bíða spent eftur
tykkara uppskoti!
Tjóðveldisflokkurin segdi
eftir valið, at hann fór at
leggja sítt egna fíggjar-
lógaruppskot fyri 2004
fram, og at hetta skuldi vísa
eitt yvirskot - Føroya fólk
bíðar í spenningi eftir tí!
Hvat fyri vinna?
Hvat er gjørt fyri vinnu-
lívið? Karmar, karmar,
karmar og vanttætt skott
millum tað almenna og
vinnuna, tað hava verið
lyklaorðini hjá fullveldis-
samgonguni.
Hvar er úrslitið?
Í 1998 varð nógv tosað
um, at búskapurin skuldi
hava fleiri bein at standa á.
Nú 6 ár seinni átti man í
øllum førum sæð spírar til
hesi beinini, sum skuldi
fíggjað fullveldið Føroyar,
og sum skuldi skapa ein
stabilan búskap.
Men hvar eru hesi bein-
ini?? Hagtøl vísa, at út-
flutningurin hjá Føroyum í
2003 var meir enn 99%
fiskur, tað sama sum í
1998. Tað vil siga eingin
øking av øðrum vinnum, og
tað sær út til at vera ringt at
fáa eyga á nakað, sum er
gjørt fyri at broyta hetta.
Í Íslandi vænta teir, at
gransking fer at skapa stóra
virðisøking í fiskivinnuni.
Hvar er gransking í Før-
oyum? Verður tað eitt
slagorð á sama hátt sum
»foredling av fiskavørum«
sum var tikið av hillini og
støvað av til hvørt val í eitt
mannaminni, fyri síðani at
blíva gloymt aftur til næsta
val.
Sambandsflokksins ABC
Jón Ellendersen
Dreyfus kapteynur verður
handtikin fyri hásvikagerð
orsakað av einum ikki dag-
festum og ikki undirskriv-
aðum skjali, sum fekk
heitið "Bordereauið", með-
an Anfinn varð ákærdur
fyri alt frá ógegni til krimi-
nalitet, og eisini her lá ein
bók sum grundarlag, nevni-
liga "Skjót Journalistin".
Dreyfus varð av franska
krígsrættinum dømdur til
tignarlækkan og burtur-
søgn, Anfinn varð av stór-
um parti av Føroya løgtingi
dømdur til tignarlækkan og
burtursøgn úr landsstýrin-
um, ein størri eyðmýking
enn nakar annar føroyskur
politikari hevur verið fyri.
Eitt parísblað skrivar, at
Dreyfus als ikki er dømdur
við Bordereaunum sum
grundarlag, men hinvegin
orsakað av treimum loyni-
ligum skjølum "Dossierið",
sum eingin annar hevði sæð
uttan krígsrætturin. Í An-
finnsá tilburði var bókin,
Skjót Journalistin helst bert
ein
umbering
fyri
at
skumpa Anfinn av trónuni
so Høgni og Tjóðveldið,
sum eg vísti á 2. parti,
kundu sleppa framat. Ætl-
anin var jú, at Anfinn fór
frá og Fólkaflokkurin um-
skipaði seg, og so var nær-
um sjálvsagt, at varaløg-
maður fekk løgmansem-
bætið.
Nýggj prógv verða løgd
fram um, at Esterhazy er
tann seki, og hesuferð er
tað svágur Dreyfus, sum
leggur prógvini fram. Á
sama hátt verða "prógv
aftaná prógv" løgd fram,
serliga av tjóðvelinum um,
at Anfinn lýgur, er krimi-
neller o.sfr.
Esterhazy verður tó frí-
kendur 11. januar 1898 á
ein ógvuliga forargiligan
hátt. Dagin eftir útgevir
Emil Zola kenda ákæruritið
"J’accuse" (Eg ákæri). Zola
verður dømdur at sita í 1 ár,
men flýggjar til London.
Piqart verður koyrdur úr
herinum. Teir, sum á ein so
skammiligan hátt løgdu
eftir Anfinni, vórðu allir
fríkendir, tí "teir tæntu
reinleikanum í føroyskum
politikki".
Eg kenni eins og Zola, at
tað er neyðugt at koma við
eini ákæru móti teimum,
sum hava framt hetta Før-
oya stórsta karaktermorð, tí
tað kann ikki vera rætt, at
føroyskur politikkur, sum
frammanundan var merktur
av klandri og stríði, omaná
skal merkjast av "ameri-
kanske tilstande", har alt,
og eg meni ALT kann
brúkast til tess at fella ein
politiskan mótstøðumann.
Ein samdur krígsrættur
avger nú, at Dreyfus skal
fyri rættin í Rennes. Sam-
stundis sigur Esterhazy úr
London, at tað var hann,
sum skrivaði Bodereauið.
Rættarsakin er ein stórur
sjónleikur. Sakførarin hjá
Dreyfus slær fast, at har
var ikki eitt einasta prógv
um, at Dreyfus var sekur.
Tann almenna og polit-
iska rættarsakin móti An-
finni var á sama hátt ein
sjónleikur, og hóast bókin
Skjót Journalistin kemur
við hópin av "prógvum", so
eru hesi prógv framman
undan kend og avgreidd í
seinast
í
80unum
og
viðurskiftini rættað. Einki
nýtt sum kann rættvísgera,
at Anfinn varð viðfarin sum
hann var, er at finna í
bókini, einki. Men við, eins
og propagandaministarin
hjá Hitler, at endurtaka
lygnina nóg ofta, var stórur
partur av fólkinum samd
um, at Anfinn var sekur. Jú,
demagogi, endurtikin nóg
ofta, er betri vápn enn
sannleikin, tað hava vit
eisini sæð í undanfarna
valstríði.
Stjórnin bjóðar síðani
Dreyfus at verða náðaður
og Dreyfus tók av til tess at
fáa møguleikar at prógva,
at hann var ósekur. Dreyfus
fær amnesti. Dreyfus verð-
ur fullkomiliga fríkendur
og gerst majorur í herinum
við Piqart sum general-
majori.
Tað tók ellivu ár áðrenn
rættvísin sigraði í Dreyfus
tilburðinum.Dreyfus fekk
tó ikki loyvi at luttaka í 1.
heimsbardaga.
Nær fer løgtingið at
bjóða Anfinni at verða
náðaður, nær fer løgtingið
og landsstýrið at góðtaka,
at Anfinn er ósekur, ikki
áðrenn 1990, men aftaná, tí
viðurskiftini vórðu fingin í
rættlag soleiðis, at Anfinn
er at rokna sum ósekur.
Hvussu mong ár skal
Anfinn liva í ónáði, ellivu?
Eins og Dreyfus ikki fekk
loyvi at luttaka í tí, sum fyri
hann sum kapteyn í herin-
um var eitt hitt stórsta
heiðursmálið, slapp Anfinn
ikki aftur í landsstýrið.
Nú eru søgurnar ikki
eins, og tað er tíðirnar held-
ur ikki. Heimurin er vorðin
væl meiri demokratiskur
síðani Dreyfussá dagar,
halda vit. Men demokratiið
hevur tað rættiliga ringt í
Føroyum í hesar dagar.
Hetta skulu vit hoyra meiri
um í 4. og seinasta parti.
(framhald: Karaktermorð í
nýggjari tíð 4: Ekskursión í
undirgrundini)
Karaktermorð í nýggjari tið 3:
Anfinn Kallsberg samanborið við Dreyfus og Tønnes tilburðirnir
Verkætlan um vatn
til landsbygdina
Xetonox í Guatimala
TÍÐINDASKRIV
frá Frelsunarherinum
Heimaforbundið
er
kvinnufelagsskapur
Frelsunarhersins, og er
hesin felagsskapur ein av
heimsins størstu. Frels-
unarherurin arbeiðir í
108 londum og hesa vik-
una stílar felagsskapurin
fyri missiónssamkomu,
har innsavning er til
verkætlan um vatn til
landsbygdina Xetonox í
Guatimala.
Veruleikin er at hvørt
menniskja dagliga tørvar
25-40 litrar av vatni. Í
Noregi til dømis er ein
sonn ovurnýtsla av vatni.
Hvør borgari brúkar um
200 litrar um døgnið.
Reint vatn er ein sjálv-
fylgja fyri okkum, sam-
stundis sum veruleikin er
at 1/6 av heimsins íbúgv-
um ikki hava møguleika
til reinan vatnsdropa.
Í landsbygdini Xeton
ox ganga tey 4 km eftir
vatni. Sannleikin er, at
tað eru børn og kvinnur,
ið dagliga bera vatn. Tað
er tí lætt at skilja, at tað
verður sonn broyting, ið
hendir, tá vatnleiðing
verður løgd frá kelduni
og inn í landsbygdina.
Vit ynskj at innsavningin
skal lætta um byrðuna
hjá
hvørjum
íbúgva.
Verkætlanin er góð lang-
tíðar peningaíløga.
Frelsunarherurin
í
Guatimala hevur lýst
verkætlanina út í æsir ´æi
samarbeiði við mynd
ugleikum bygdarinnar.
Framtíðarætlanin er, at
vatnleiðingin skal víðk-
ast til tvær grannabygdir.
Vit eru sannførd um, at
verkætlanin verður til
gleði fyri mong, so at
framtíð teirra verður ljós-
ari.
Í Frelsunarherinum í
Havn
verður
almenn
samkoma hóskvøldið 19.
februar kl. 20.00. Sang-
kórið
Sólarmagn
av
Velbastað
syngur
og
major Njál Djurhuus
greiðir frá verkætlanini
og arbeiði Frelsunarher-
sins. Bæði menn og
kvinnur eru vælkomin.
C
M
Y
K
11
10