Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. november 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. november 2011 · Nr. 132 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Flúgvandi samstarv Flogbóltur Millum tvey sett í kvinnufinaluni í NEVZA-meistarakappingini fyri U19-landslið leygardagin, skrivaðu Atlantsflog og Flogbóltssambandið undir enn eina stuðulsavtalu Hilmar Jan Hansen Ofta hava vit sæð, at í sambandi við steypafinalurnar í flogbólti hevur høvið verið brúkt til at skriva undir stuðulssáttmálar. Høvuðsstuðulin hjá Flogbóltssambandinum hevur í áravís verið Eik Banki, og tað er hann enn, og so hevur Atlantsflog eisini í fleiri ár verið hjástuðul. Tað verður flogfelagið eisini framhaldandi, tí millum annað og triðja sett í kvinnufinaluni leyg­ar­ dagin í stóru NEVZA-meistara­ kappngini fyri U19-landslið, settust Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandinum, og Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, við eitt borð at skriva undir sáttmála. – Fyrsta sáttmálan av hesum slagnum gjørdu Flogbóltssam­ bandið og Atlantsflog í 2007, og fyri okkum var tað ógvuliga sjálvsagt, at júst Atlantsflog skuldi vera hjástuðul, tí nógv virksemi hjá okkum er uttanlands, og tí liggja sjálvsagdir møguleikar í tøttum samstarvi millum okkum og júst Atlantsflog, sigur Magnus Tausen. – Fyri okkum hevur tað nógv at siga, at vit kunnu halda fram við hesi avtalu, sum er tann sama, sum vit hava havt frammanundan. Nú búgva vit jú í einum oyggjasamfelag, og tí hevur tað sera nógv at siga, at vit kunnu hava ein so týðandi viðspælara sum flogfelagið. Treyt fyri kapping Formaðurin í Flogbólts­sambandi­ num undirstrikar, at júst hetta samstarvið hevur verið ein stórur partur av fyritreytunum fyri, at flogbólturin hevur fingið havt tað ungdóms- og landsliðsarbeiði, sum hevur verið seinnu árini, og hann segði eisini, at júst Atlantsflog var fremsta fortreytin fyri, at kappingin hjá U19-landsliðunum kundi gjøg­ numførast í Føroyum í ár. Sum vanligt, verður einki sagt alment um, hvussu avtalan sær út í krónum og oyrum, men avtalurnar við bæði Atlantsflog og Eik Banka merkja, at Flogbóltssambandið kann halda fram við NEVZA- meistarakappingunum fyri U17- og U19-landslið, umframt at leggjast kunnu ætlanir um víðkað virksemi fyri bæði ungdómslandsliðini og A- landsliðini. – Tað er júst grundarlagið fyri hesum, sum verður tryggjað við avtalunum millum okkum øðru­ megin og Eik Banka og Atlantsflog hinumegin. So er bara upp til okkum at skapa úrslitini, sigur Magnus Tausen. – Vit í Flogbóltssambandinum eru ógvuliga fegin um, at tvær av fremstu fyritøkum í landinum stuðla framhaldandi virksemi okkara, sjálvt um tíðirnar eru fíggjarliga truplar. Júst í tíðum sum hesum munar hollur stuðul mest, og tað takka vit sjálvandi fyri. hilmarjan@sosialurin.fo Eina besti hevari Hilmar Jan Hansen Stóra NEVZA-meistarakappingin fyri U19-landslið endaði við hátíðarhaldi og borðhaldi í Dansifrøði, har Tórshavnar kom­ muna var vertur. Samstundis blivu øll heiðurs­ merkini handað, umframt at bestu spælarar hjá bæði kvinnum og monnum í kappingini blivu heiðraðir og settir á sonevnda All Star-liðið. Her eydnaðist Føroyum at fáa ein spælara við í »fína selskapið«, tá Eina Kalsø varð kosin besti hevari í kappingini hjá kvinnunum og tí slapp upp á pallin saman við øðrum sera góðum spælarum – Hetta er ein stór æra, tí hetta hevði eg slett ikki væntað. Og tað var eisini fantastiskt, at vit vunnu silvur. Bara spell, at vit ikki spældu betur í finaluni í dag, segði Eina, tá hon hevði fingið handað eina plátu við gravering sum staðfesting av heiðrinum. hilmarjan@sosialurin.fo All Star-liðini Kvinnur: Besti hevari:............................Eina Kalsø, Føroyar Besti smasjari:.........................Trine Noer Kjelstrup, Danmark Best blokkari:..........................Oda Ulveseth, Norra Besti libero:.............................Oda Ulveseth, Norra Virðismesti leikari:................Trine Noer Kjelstrup, Denmark Menn: Besti hevari:............................Mikkel Møller Andersen, Danmark Besti smasjari:.........................Andreas Takvam, Norra Besti blokkari:........................Sigurd Neltoft Varming, Danmark Besti libero:.............................Michael Alfredsen, Norra Virðismesti leikari:................Sigurd Neltoft Varming, Danmark Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, og Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandinum, skriva undir framhald av verandi stuðulsavtalu Mynd: Flogbóltssambandið