mikudagur 18. februar 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 33 - 18. februar 2004
Nr. 33 - 18. februar 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Mánadagin 16. februar fylti
Hans Peter Djurhuus í
Havn ella Petur Djurhuus,
sum hann verður nevndur,
90 ár. Fólk kring landið
munnu komast við Petur,
sum í nógv ár var skipasýn-
ismaður og í arbeiðsørind-
um ferðaðist kring landið.
Føðingardagin helt hann
sunnudagin saman við fa-
miljuni. Ikki kann sigast
annað, enn at familjan er
stór, tí gestirnir í 90 ára
føðingardegnum
knapp-
aðust um teir hundrað.
Petur er ættaður av Nesi í
Vági.
Foreldrini
vóru
Louisa og Hans Djurhuus.
Tey áttu átta børn: Oscar,
Emma, Sigrid, Petur, He-
lena, Håkon, Osla og Ruth.
Oscar var skipsførari, og
hann førdi í nógv ár Dronn-
ing Alexandrine. Umframt
hann
búsettust
Emma,
Sigrid og Helena niðri.
Håkon búði í Vági, Osla í
Havn og Ruth í Vági. Eftir
á lívi eru Petur, Osla og
Ruth.
Petur fór blaðungur til
skips við City, sum Dias á
Heyggi átti. Tað var har
umborð, at hann fekk anda-
ligu sannføringina, sum
síðani hevur verið grundar-
lagið, sum Petur hevur hvílt
á.
Hugurin stóð til bókina,
men tað vóru ikki so góðar
umstøður hjá familjum í
tríati árunum at lata fleiri
børn fara burtur at lesa.
Men hugurin og viljin vóru
til tað, og tað eydnaðist
Peturi at læra og lesa. Fyrst
lærdi hann til skipstimbrara
á bedingini í Vági. Tá ið tað
ikki var so nógv arbeiði á
bedingini, smíðaðu og um-
vældu teir hús. Tá ið læru-
tíðin var liðug, fór Petur í
1938 til Danmarkar at læra
til skipsverkfrøðing. Hetta
var í Helsingør, har hann
var øll krígsárini. Petur var
fyrsti føroyingurin, ið leyk
prógv sum skipsverkfrøð-
ingur.
Eftir kríggið flutti Petur
aftur til Vágs, har hann
gjørdist bedingsmeistari. Í
1957 flutti hann til Havnar,
tí hann hevði fingið starv
hjá Skipasýninum, og hann
var í tí starvinum, inntil
hann sum 63 ára gamalur
varð pensioneraður. Petur
sýnaði eisini fyri Realin og
Landsstýrið.
Í fríløtunum hevur Peturi
dámað so sera væl at floti.
Hann hevur verið nógv í
Fjørðinum, og honum dám-
ar væl at práta um tað, sum
hoyrir sjólívinum til. Petur
hevur lisið eina rúgvu í
bundnum og óbundnum
máli, og serliga Søren
Kierkegaard hevur hann
verið nógv upptikin av. At
hendurnar hava verið góðar
hevur sæst aftur á so mang-
an hátt. Hann hevur evnað
brúkslutir og prýðislutir
burturúr træi og eitt nú
kopari, og hann hevur verið
hentur hjá børnunum, tá ið
okkurt hevur verið at gjørt
bæði innandura og uttan-
dura.
Petur var giftur við Elly
Dam úr Havn. Hon doyði
fyri trimum árum síðani.
Børnini eru Jens Christian,
Karin, Lis og Eyðvør.
Genturnar búgva í Havnini,
og Jens Christian býr í
Nesvík.
Susan Skaaning doyði brádliga hin 9. februar eftir
stutta sjúkralegu, bert 61 ára gomul.
Saman við Torben og børnunum búði Susan ein
triðing av lívi sínum í Føroyum, 1972-1991. Hetta
hevur havt so stóran ávirkan á familjuna, at tvey av
teimum trimum børnunum nú búgva í Føroyum.
Susan arbeiddi sum assistentur á Djóradeildina á
Føroya Náttúrugripasavni í árunum1983-1991 í
einum sera fjølbroyttum og virknum tíðarskeiði. Í
stóru grindakanningunum frá 1986 til 1988 luttók
ikki bara Susan í innsavningini av sýnum kring
landið, men øll familjan var sum oftast eisini við.
Her lærdu vit eina tætt samansjóðaða familju at
kenna, ið stóð saman um alt, ið lívið nú hevði at
bjóða teimum.
Susan var eitt ótrúliga kreativt menniskja, full av
lívsgleði og orku, og øll kring hana nutu gott av
hesum, bæði heima og í arbeiðinum. Hon hevði
eina stóra vitan, ikki bara um Føroyar, men um alt
møguligt, og hon dugdi at brúka hesa vitan í
gerandisdegnum. Á einum lítlum savni við fáum
starvfólkum, verður enn meira brúk fyri fólk við
víðfevndari vitan og gávum. Susan oysti burturúr
við gleði, og vit nutu øll burturav. Hon var ein
megnar kvinna.
Súsan var áhugað í nógvum ymiskum, og hon
var heil, har hon var. Tá familjan flutti til Føroya,
var tað tí so natúrligt og einfalt, at hon fór at læra
sum mest um hetta nýggja heimland teirra.
Einaferð segði hon, at hon tey fyrstu 2 árini bara
lurtaði. Seinni fór hon á skeið á Fróðskaparsetr-
inum fyri at vita meira um føroyska søgu og
mentan.
Hennara stóra vitan og livandi áhugi fyri Før-
oyum og føroyskum viðurskiftum, hennara opna
og vinnandi medferð gjørdi hana væl skikkaða til
ferðaleiðarastarvið. Við stóru almennu vitanini um
verðina uttanfyri Føroyar, varð hon ein av bestu
føroysku ferðaleiðarunum.
Ferðavinnan varð eitt natúrligt ítriv hjá henni, og
hon varð limur í Felagnum Tórshavn líka frá byrjan
og var í nógv ár nevndarlimur.
Tá hon við sorgblídni flutti av landinum, helt
hon fram at brúka sín kreativitet til at gera sera
vakrar minnislutir úr Føroyum, og tá hon og
Torben fluttu aftur til Danmarkar úr Týsklandi,
vendi hon aftur til ferðavinnuna og arbeiddi eina
tíð á Handels- og Søfartsmuseet á Kronborg.
Susan hevði nógvar vinir í Føroyum, og vit sóu
øll fram til, at hon fór at koma oftari at vitja, nú
hon hevði børn og ommubørn í Føroyum. Susan
gleddi seg eisini nógv til at síggja tey bæði
ommubørnini, sum hon skuldi fáa her til várs og til
barnadópar teirra her í Føroyum. Men so skuldi
ikki verða, og vit fara øll at sakna hana.
Okkara samkensla fer til Torben, børnini við
makum og ommubørnini, og við hesum fátøku
orðum lýsa vit frið um minnið um Susan Skaaning.
Dorete Bloch
Ingigerð á Trøðni
Føroya Náttúrugripasavn
Felagið Tórshavn/
Kunningarstovan
Susan Skaaning
farin
Petur Djurhuus 90 ár
Umleið hundrað fólk vóru í føðingardag hjá Petur Djurhuus, sum varð hildin sunnudagin 15.
februar. Her er Petur saman við javnaldranum og grannanum Hansemann Thomsen
Mynd: Jan Müller
Jógvan Mørkøre av Eiði heilsar upp á føðingardagsbarnið
Mynd: Jan Müller
Petur saman við yngstu dóttrini, Eyðvør á Váli
Mynd: Jan Müller
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
18. februar. Concordia, deyð umleið ár 250. Lítið kend halgikona í fornkirkjuni.
Holgar Poulsen
70 ár
Mánadagin fylti Holgar
Poulsen í Klaksvík 70 ár.
Hann er sonur Cathrinu
Oluffu Heinesen, kallað
Dinna, av Viðareiði og Carl
Julius Poulsen úr Masned-
sund í Vordingborg Komm-
unu á Sælandi. Hann er
giftur við Brynhild Klett-
skarð úr Haraldssundi. Tey
búgva í Klaksvík og eiga
tvey børn, Bjørg og Beinir.
Sum ungur var Holgar
sjómaður og sigldi serliga
við norskum línuskipum. Í
seinnu helvt av fimtiárun-
um legðist hann uppi og
fekk sær Sjóklædnavirki.
Hann byrjaði í smáum, men
tá nøkur ár vóru liðin,
bygdi hann stór sethús og
virkishús
á
Brekku
í
Klaksvík. Tá mest arbeiði
var á virkinum, mundu eini
15 fólk arbeiða har.
Ta einu tíðina framleiddu
tey heilt nógvar kovboy-
buksur, men góvust við
hesum, tá kappingin gjørd-
ist ov hørð við annað virki
av sama slag í Føroyum.
Sjóklædnavirkið er fram-
vegis í gongd. Tey fram-
leiða sera væl umtókt olju-
klæðir, bæði løtt og tunn og
tjúkk og heit, heilar blusur
og opnar. Eisini gera tey
bjálvar at hava innan undir
oljublusuni í kulda. Har-
aftrat gera tey útsynningar
(sydvestar) og ymist annað.
Niðara hædd á Sjóklædna-
virkinum hýsir Verkstað-
num á Brekku, sum er
verkstaður fyri evnaveik,
har tey gera plattar og yms-
ar brúkslutir.
Tað man vera óneyðugt
at siga, at Sjóklædnavirkið
eisini gjørdi tær sokallaðu
tjóðveldisblusurnar, tí tjóð-
veldismaður er Holgar av
teimum fremstu. Hann hev-
ur verið sera virkin í Norð-
oya Tjóðveldisfelag, og val-
kvøldini
hýsti
hann
mangan
teimum,
sum
komu saman at fylgja við
valúrslitunum.
Holgar hevur ikki slitið
alt samband við Viðareiði,
haðani mamman var ættað.
Hann hevur havt nakrar
seyðir har norðuri, og
Brynhild og hann eiga
summarhús eysturi í Eiðs-
vík, og har hava tey verið
nógv.
Tey seinastu árini hevur
Holgar verið minnisveikur,
og tí er tað dóttirin Bjørg,
sum stendur fyri arbeiðin-
um á Sjóklædnavirkinum.
Beinir býr í Danmark og
arbeiðir sum skipsmeklari.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at okkara kæra kona, mamma, vermamma og omma
og langomma
Edith Hansen
fødd Simonsen
andaðist leygardagin 14. februar 2004, 77 ára gomul.
Farið verður úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum
mikukvøldið kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
hósdagin kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Aksel
Tøkk
Øllum tykkum sum gjørdu hjúnabandsdag
okkara 26. juli 2003 so minnisríkan og
ógloymandi, vilja vit veita eina hjartans
tøkk. Takk fyri blómur, gávur og fjarrit.
Heidi og Kurt Fróði
Harley Joensen frá Lions Club Eysturoy handar Alex Sólstein, kassameistara í Føroya Symfoniorkestri, kekkin áljóðandi 50.000
krónur
50.000 krónur til Føroya Symfoniorkestur
Føroya Symfoni-
orkestur, sum hevði
sína 10. nýggjárs-
konsert herfyri, hevur
gjøgnum árini fingið
nógvan stuðul ymsa-
staðni frá í landinum
Ein av teimum heilt stóru
stuðlunum hjá orkestrinum
tvey tey seinastu árini er
Lions Club Eysturoy. Tvær
ferðir
hevur
orkestrið
fingið ein kekk áljóðandi
50.000 krónur til raksturin
av orkestrinum frá teimum,
og eru tey avbera takksom
fyri tað.
Eisini hava onnur stuðlað
orkestrinum á ymiskan
hátt, sum orkestrið takkar
fyri.
Endmálið við gávuni hjá
Lions Club Eysturoy var, at
tey fegin vildu ganga á
odda við at stuðla Symfoni-
orkestrinum, so at virk-
semið kann halda fram. Tey
meta, at tað vera av størsta
týdningi, at eitt lítið land
sum Føroyar eisini hava eitt
Symfoniorkestur.
Vælvitandi, at tað kostar
nógv at hava eitt virkið
symfoniorkestur, má Lions
sigast at ganga á odda og
vísa øðrum felagsskapum,
vinnulívinum og fyritøkum
á, at um Symfoniorkestrin-
um skal vera lívi lagað, so
er neyðugt at tað privata,
saman við tí almenna stuðl-
ar orkestrinum.
C
M
Y
K
13
12