Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. februar 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 33 - 18. februar 2004 15 inum tóku okkum av at byggja demokratiið upp- aftur, greiðir Tommy Peter- sen frá. Vit skuldu leggja irakum lag á at byggja eitt demokratiskt, administrativ stýri upp. Ein uppgáva var at hjálpa til at fáa sonevnd komm- unuráð at virka, sigur hann. Hetta vóru ikki vald ráð, men útnevnd, tí val hava ikki verið enn. Talan var um fólk bæði frá politisk- um flokkum, ættarbólkum og átrúnarligum rørslum. Hesi skuldu so vera við til at skipa demokratiska, politiska umsiting bæði lokalt og á landsplani. Tey lærdu til politikarar. Beint eftir kríggið royndu feløg, privatfólk og polit- iskir flokkar í nøkrum før- um yvir stýringina av sam- felagnum á óregluligan hátt. Tey tóku stutt og greitt bara bygningar, har eitt nú almenn fyrisiting fyrr hevði verið, og gjørdu seg sjálvan upp til ráðandi myndug- leika. Okkara uppgáva var so at fáa tey at skilja, at soleiðis bar ikki til at gera tingini, men at tað mátti ganga demokratiskt fyri seg. Vit máttu so sannføra tey um, hvussu hetta skuldi gerast. Tað kundi vera eitt sindur ymiskt, hvussu tey skiltu tað. Eitt nú hesir ymsu ættarhøvdingarnir vóru ikki vanir við, at slíkt varð viðgjørt við orðaskifti. Eftir teirra siðvenju kundu teir bara siga, at soleiðis var tað, og so var hetta lóg. Men tað gekk bara heilt væl at fáa tey at skilja, hvussu vit vildu hava tingini at fara fram, greiðir Tommy Petersen frá. – Irakar eru sera kurteis- ligt fólkaslag, og hava virð- ing fyri tí eldra fókinum. So tá har komu menn við gráum skeggi og greiddu teimum frá, hvussu farast skuldi fram, varð lurtað eftir hesum monnunum, sum eftir teirra uppfatan høvdu ein lívsvísdóm, sum altíð er góður at fylgja. Eisini hesir, sum vanliga plagdu at vera teir, sum rættin høvdu, dugdu at síggja, at teir vóru noyddir at fylgja hesi nýggju leið- ini, sum stungin var út. Har var einki at koma til, greiðir Tommy Petersen frá. Vit máttu byggja eitt heilt nýtt stýri upp frá botni av. Taka avgerðir ein dag, sum vit ofta máttu rætta dagin eftir. Men tað var spennandi at skapa nýggjar rutinur burtur úr kaosinum, ið var, tá vit komu. – Vit lærdu nógv av hesi tíðini, sigur hann. Millum annað tað at hava tamarhald á panikkinum, sum hann tekur til. Og at arbeiða í altjóða umhvørvi saman við fólki frá 10-12 londum gav tær eisini eina persón- liga og fakliga menning, og viðari sjónarring." Vanligi irakarin skilir, at tað er neyðugt við fremm- andum stýri eina tíð fyri at fáa gongd á samfelagið, um tað skal kunna rekast ordi- ligt. Men tey eru sera ótolin eftir at sleppa í gongd við at reka sítt egna samfelag sjálv, sigur Tommy Peter- sen. Trygt Hóast talan var um bein- leiðis krígsøki, ivaðist Tommy Petersen ongantíð í at fara til Irak, tá áheitanin kom, sigur hann. Tá tú hevur verið í slík- um ørindum fyrr, lærir tú at skyna á støðuna og kanst taka tey fyrivarni, ið krevj- ast av tær, sigur hann. Tey sivilu hálparfólkini høvdu heilt aðrar avtalur og trygdarreglur, enn her- menninir, sum vóru sendir til Irak. Tey sivilu fingu áheitan um at fara og fóru so av egnum vilja. Og tey kundu, nær tað skuldi vera, fara heimaftur, um tað ikki gekk, sum tey høvdu vænt- að og ætlað. Uttan kostnað fyri tey sjálv. Ein dani fór til dømis heimaftur, tí hann treivst bara ikki har niðri. Hóast hann hevði verið í slíkum vasi fyrr. Eitt nú á Balkan, minnist Tommy Petersen. Tað kendist ikki so ótrygt at vera í Irak, sum ein kanska kundi fingið fatan av í fjølmiðlunum, sigur Tommy Petersen. Tey vóru fyri tað nógva inni á øki- num, har tey arbeiddu, og varð farið út nakrastaðni, varð altíð ansað væl eftir, at trygdin var í lagi. Sjálvur kendi hann seg ongantíð ótryggan at vera har, greiðir hann frá. Tað var eitt sindur møti- mikið at koma niður og vera har fyrstu tíðina av skeiðnum, sigur hann. Tá hann kom til Irak í august, lá hitin uppi á 57 stigum í skugganum. Tað var í meira lagi. Tey búðu tá eisini í fýra persóna rúmum, sum kundi vera eitt sindur keðiligt í longdini. Men seinni varð tað umskipað soleiðis, at tey fingu eina lítla íbúð í part og kundu vera fyri seg sjálvan. Tvær ferðir fekk hann feriu hesa tíðina, hann var í Irak. Hann var tá í Egypta- landi saman við familju síni, sum kom hagar at halda frí. Til dømis hildu tey jól saman á Nilánni. Fyri tað mesta vóru Tommy og tey, hann ar- beiddi saman við, á hesum avmarkaða økinum, har arbeiðsplássið var. Men onkran túr gjørdu tey tó aðrastðani. Treyðugt so. Einar tvær ferðir var hann í Bagdad, og eisini í Quwait onkuntíð eftir fólki, sum kom til teirra at arbeiða. Eisini var hann til dømis ein túr í gamla Ur, haðani Abraham, ættfaðir jødanna, var ættaður. Ferðirnar til Bagdad vórðu gjørdar við flogfari, so tær vístu lítið av landin- um, sigur hann. Av flog- vøllinum varð koyrt beinleiðis inn hagar, fund- irnir skuldu vera, og sama veg avstað aftur. Av trygd- arávum. – Tú situr ikki og hugsar um hetta við trygdini alla tíðina, hóast tú veitst, at okkurt kann henda, nær tað skal vera. Men kortini ligg- ur tað har onkunstaðni og lúrir. Men har er ikki annað at gera enn at líta á, at tey, sum standa fyri, vita hvat tey gera, sigur Tommy Pet- ersen, sum mánadagin fór aftur í gamla starv sítt undir tryggari umstøðum í Olju málaráðnum. Tommy Petersen uppi á sigguratinum í Ur. Í baksýni eru toftirnar, sum sagdar verða at hava verið bústaður Abrahams. Heyggjarnir longri burturi eru sonevndu kongagravirnar Sigguraturin - templið - í Ur í Kaldea, sum Abraham eisini mangan hevur staðið framman fyri, áðrenn hann fór til Kanaans land 15 14 Nr. 33 - 18. februar 2004 Tá tú kemur til eitt stað, har einki ella lítið er at taka av, lærir tú at verða takksamur fyri títt egna, sigur Tommy Petersen, sum í hálvt ár hevur starvast í Irak, har hann hevur verið við til at byggja sivilu umsitingina upp frá botni VIÐTAL Edvard Joensen – Irakar, sum nú royna at koma upp í demokratiska heimin, sum vit kenna, duga ótrúliga væl at klára seg við tí lítla, tey hava. Og vit, sum hava arbeitt saman við teimum, duga eisini betri at virðismeta tað, vit hava fram um onnur, sigur Tommy Petersen, sum hevur arbeitt í Irak í eitt hálvt ár. Fólk í Irak eru sum van- lig fólk flest. Arbeiða til lívisins uppihald og vilja í aðrar mátar sleppa at passa seg sjálv og liva í friði og náum saman við sínum medmenniskjum, sigur Tommy Petersen. Vit hoyra av og á um eitthvørt ógvusligt, sum hendir har eysturi. Men tað eru undantøkini. Tann van- ligi gerandisdagurin er ikki so. Hann er í og fyri seg ikki ólíkur okkara egna, sigur hann. Hatta við sjálv- morðsbumbum og land- minum er ikki reglan, men tey avgjørdu undantøkini. — Mín kensla er, at tað eru nakrar fáir, vælskipaðir persónar, sum fyri ein- hvønn prís vilja hava ófrið. Sum nú hasin sjálvmorðs- bumbumaðurin, sum drap italiumenninar í Nazaria. Kurdarnar uppi í Norður- Irak gerst einki við. Teir vilja hava sjálvstýri í einum føderalum irakiskum stati. Og so eru tað nakrir svornir Saddam viðhaldsmenn í einum belti kring Bagdad, sum enn ganga eftir og onkunsvegna hava eina vón um at innføra gamla stýrið aftur. Men vanligi irakarin er ótolin eftir at fáa landið at virka aftur. Og tað skal helst ganga skjótt, greiðir Tommy Petersen frá. Bretsk kommando Danmark hevði bundið seg til at lata stuðul til upp- byggingina av Irak eftir innrásina og kríggið, sum var. Tommy Petersen, sum býr á Argjum, varð av danska uttanríkisráðnum biðin um at fara til Irak at hjálpa til at fáa sivilu fyri- sitingina aftur á føtur, eftir at stýrið hjá Saddam Hus- sain var rikið frá valdinum. Tommy Petersen var í starvi hjá føroyska Oljumálaráð- num, tá áheitanin kom. At heitt varð á hann, komst av, at hann fyrr hevur verið í trý ár í starvi hjá danska hjálparfelagsskap- inum DANIDA í Nepal. Tí varð hildið, at hann hevði ávísar royndir at taka av, greiðir hann frá. Tommy Petersen hevur arbeitt í einum bólki við 10 sivilum og umleið 15 hern- aðarligum starvsfólkum undir bretskari leiðslu í Basra landslutinum í Suð- urIrak. Basra, sum er næst- størsti býur í Irak, er havn- arbýur suður móti Persara- flógvanum. – Vit tíggju sivilu í bólk- Læra at virðismeta okkara egna Tommy Petersen uttan fyri arbeiðspláss sítt í Basra saman við irakiskum starvsfeløgum Tommy Petersen í arbeiðsrúmi sínum í Irak C M Y K 14