Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-14, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. november 2011síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. november 2011 · Nr. 132 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hvonn-kvøld við Gamlir kommunistar, kjak og live-tónleikur var á skránni, tá ið Rás2 sendi Hvonn Live fríggjakvøldið Páll Finnur Páll góvu nýggja fløgu út fríggjadagin 11/11/11, og teir vóru gestir í Hvonn Live hesaferð. Tosað varð við tónleikarar í bólkinum, og Páll Finnur Páll spældi nakrar av spildurnýggju sangunum live í sendingini. Kjakast varð eisini um Páll Finnur Páll, sum eru tiltiknir fyri at kunna arga við sínum ónærisligu ella provokerandi tekstum til onkrar av teirra sangum. Bill Justinussen og Rigmor Dam, sum eru løgtingsfólk, søgdu sína hugsan um hetta. Eisini hugleiddu Uni L. Hansen og Heini í Skorini um hugtakið Páll Finnur Páll. Fríggjadagin kom eisini bók út um víðgongda vinstravongin í Føroyum. Bókin eitur “Tey sóu reytt”. Tveir av teimum, sum vóru virknir í kommunistiska umhvørvinum, vitjaðu í sendingini. Hans Pauli Strøm og Tróndur Djurhuus søgdu søgu og greiddu frá tíðini. Nógv fólk var á Hvonn og fylgdi sendingini, og lagið var gott millum fólk. Bill Justinussen og Rigmor Dam kjakaðust um sangir hjá Páll Finnur Páll, sum kunnu verða provokerandi og ónærisligir. Vertir í sendingini vóru Barbara Holm og Eyðun Klakstein Tróndur Djurhuus Hans Pauli Strøm Myndir: Álvur Haraldsen