mikudagur 16. november 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. november 2011 · Nr. 133
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
mikudagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Karsten Hansen segði við
Kringvarpið mánadagin, at
hann angraði, at hann ikki
hevði kutað allan blokkin
burtur longu í 1998. Helst
meinti hann við, at allur
blokkstuðulin varð kutaður
burtur heldur enn skerdur
við 365 milliónum í 2002.
Men Karsten Hansen man
vera vorðin í ørviti. Í valstríð
num helt hann, at hann enn
var tjóðveldismaður. Hann
sat undir liðini á Jenisi á
Rana í Kringvarpinum og
tosaði um, at allur blokkur
in skuldi burtur, samstundis
sum Jenis av Rana segði, at
danir skulu rinda okkum 54
milliardir – altso 54.000 mill
iónir krónur – aftur í blokk
stuðuli.
Og nú gud hjálpi okkum,
nú hann er vorðin heilsumál
aráðharri í sambandsstýri
num, so sigur hann, at hann
vildi ynskt, at all
ur blokkstuðul
in varð burtur
longu í 1998.
Tað
hevði
merkt, at vit
høvdu
havt
tikið 10 milli
ardir meira úr
búskapinum.
Tað eru »bara«
tiknar 3,3 milliardir
úr búskapinum, utt
an at nakað er kom
ið í staðin. Tað er hetta, sum
sambandsstýrið hjá Karsten
Hansen & Co hevur ásann
að, og tí ætlar sær biddar
agongd til Danmarkar at
bidda blokk.
So tá Karsten Hansen er
vorðin
svorin
sambands
maður, og tá Jenis av Rana
er størsti verji kapitalist
anna – sum traðkar á tey á
niðastu rókunum – so má
sigast, at vent er í holuni hjá
Miðflokkinum.
– Vit hava eitt uppskot,
nú miðfloksmenn eru so um
vendir, at teir venda á rang
uni:
Miðflokkurin hevur fyrr
skipað fyri politiskum skeið
um. Hvat við at Miðflokkur
in skipaði fyri einum innan
floksskeiði undir heitinum
»Finn teg sjálvan«?
Tað er av sonnum eitt systemskifti
av teimum stóru, nú Kaj Leo Jo
hannesen hevur skipað eina ta
mest radikalt konservativu stjórn
ina, sum Føroyar hava havt.
Hóast fáur hevði trúð tí, so eru
tað stóru málini í valstríðnum, sum
seta sín dám á samgonguskjalið.
Málið hjá Fólkaflokkinum at seta í
verk eina flatskattaskipan, og mál
ið hjá Sambandsflokkinum at fara
niður til Danmarkar at fáa feiri
pengar úr ríkiskassanum at fíggja
landskassahallið.
Í báðum førum er talan um mál,
sum tyktust fullkomiliga høpisleys
fyri valið. At Fólkaflokkurin spennir
bogan høgt við flatskattinum er væl
skilligt. Tað er eisini erligt nokk, tí
Fólkaflokkurin er ein konservativur
borgarligur flokkur, og í tí er tað
nátúrligt, at hann verjir tey ríku
frá ovurskatting. Intentiónin er so,
at tey ríku gera íløgur, sum skapa
arbeiðspláss. Gamal konservativur
politikkur, sum tó ikki er eyðsýndur
í londum, vit vanliga samanbera
okkum við.
Málið hjá Sambandsflokkinum
er enn sum áður at knýta okkum
fastari at Danmark – hesaferð við at
biðja um fleiri pengar. Men hetta er
eisini »klárur« sambandspolitikkur
– at danir skulu rinda tað undirskot,
sum vit ikki megna sjálvi.
Men so eru tað hinir báðir. Sjálv
stýrisflokkurin hevur bara enn
einaferð fótað sær, sum hann
plagar – og tað er líka mikið, hvussu
selskapið er – bara hann sleppur at
valdinum, so er tað ókey. Soleiðis
plagar tað altíð at vera. At tað so
hesaferð var tann heldur borgaligi
vongurin hjá Kára P. Høgjgaard og
nú eisini Jógvani Skorheim í Klaks
vík, sum vann valið, ger tað heldur
ikki minni sannlíkt, tí teir hóska
helst betur til hesa samgongu, enn
eitt nú Kári á Rógvi & Co.
Erligt spæl frá Fólkaflokki og
Sambandsflokki, hóast hugsjónar
ligar mótsetningar. Men er tað nak
ar, sum hevur lumpað sínar veljarar,
so er tað Miðflokkurin. Hvør skuldi
trúð, at Jenis av Rana fór at vera
størsti verji kapitalistanna,
tann sum traðkar mest á
tey á teimum niðastu rókunum? Og
hvør skuldi trúð, at júst Jenis skuldi
vera tann, sum sveik sínar veljarar
mest við at verða garanturin fyri
eini flatskattaskipan fyri tey ríku?
Soleiðis stakk Jenis av Rana sínar
egnu veljarar í ryggin. Hann verjir
tey á teimum ovastu rókunum, har
hann eisini situr sjálvur, meðan
Karsten Hansen bumbar allar full
veldisdreymar mannaminni fram í
tíðina við at abortera fullveldið.
Við slíkum monnum sum trygd
fær man framt klokkukláran borg
arligan kapitalistiskan politikk í
verki – uttan at hava borgarligan
meiriluta.
Hetta er politikkur...
Miðflokkurin nørir
um ríkmannabjølg
23 ár løgtings
maður og rit
høvundur
Fyri fáum døgum síðani
varð hann valdur á løgting
sum tann næst yngsti løg
tingsmaðurin nakrantíð.
Í morgin kemur hann út
við síni fyrsti skaldsøgu:
»Tey bæði trúfesti og full
komin friður«.
Talan er um 23 ára gamla
Hanus Samró.
Í sambandi við bókina
hevur hann almenna mót
tøku í Miðlahúsinum í morg
in, hósdagin frá klokkan
16 til 19, har bókin verður
løgd og fram og verður til
keyps.
Kapitalistisk sambandsklípi
Lægri
skatt
til tey ríku
– og hægri
blokk
Johan Samuelsen
kjak á síðu 11
Ynski
landsstýr
inum góða
eydnu
Jógvan Sundstein
kjak á síðu 12
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hanus Samró hevur
skrivað skaldsøgu
Jens Otto Kragh segði,
»Man har et standpunkt, til
man ta'r et nyt«: Saman við
Anfinni Kallsberg lækkaði
Karsten Hansen blokkin
í 2002. Nú eru hann og
Miðflokkurin garanturin
fyri, at Kaj Leo Johannesen
fær hækkað blokkin aftur...
Sjeriffur í ørviti?