mikudagur 18. februar 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 33 - 18. februar 2004
Nr. 33 - 18. februar 2004
17
Gev teimum ungu
møguleikan, legg
teimum lag á um
neyðugt, men slepp
teimum so aftur. Tí
tey duga sjálv
UNG Í FØROYUM
2004 – UMMÆLI
Anna V. Ellingsgaard
ave@post.olivant.fo
Myndir: Jens Kr. Vang
Øvugtir leiklutir
Tey vóru øll møtt stundis-
liga, ommur og abbar,
mammur og pápar, at royna
seg í einum nýggjum leik-
luti: at sita og tiga og
skikka sær pent, meðan tey
ungu áttu pallin.
Eisini eg fekk varhugan
av, at leiklutirnir vóru
vendir á høvdið. Hugsaði
eini 20 ár aftur í tíðina, tá
ungdómurin í besta føri
bara var til fortreð og Norð-
urlandahúsið í øllum førum
bara var fyri slíkt, ið skuldi
takast í álvara. Ungdóm-
urin og Norðurlandahúsið
var ein andsøgn í sær sjálv-
um, ein vánalig »joke«. Og
best sum tú heldur, at so-
leiðis eigur tað bara at vera,
sær eitt tiltak sum Ung í
Føroyum dagsins ljós.
Tú fært tað tú sært
»Fær man onga leikskrá«,
hoyrdi eg eina ørkymlaða
rødd spyrja aftanfyri meg.
Nei, vit fingu onga leikskrá
til tey ungu í Føroyum
2004. Onga ábending um,
hvat vit fóru at síggja og
onga leiðbeining í at meina
tað rætta. Jørðin byrjaði at
riða undir okkum, men vit
lótu sum um tað vóru rist-
ingar frá dansibólkinum á
pallinum.
Íblásturin til dansin kom
frá hiphop og breakdance
umhvørvinum, sum tey
flestu kenna frá sjónbanda-
løgum. Men so rakk tann
samanberingin heldur ikki
longur. Tað sermerkta við
dansisýningini var, at dans-
arnir vóru í hvítum ketils-
draktum við hettu. Á ein
hátt tóktist hetta at vera ein
tilvitað provokatión av ein-
um dansistíli har útsjónd,
hár og klæðir ella serliga
vantandi
klæðir
oftast
spæla
høvuðsleiklutin.
Hesuferð var tað dansurin,
fetini og koreografiin, sum
áttu pallin. Onki annað
órógvaði.
Og tað gjørdi tað heldur
ikki, tá sniðgevarnir yvir-
tóku pallin. 10 keðiligar
hvítar T-shirts høvdu verið
ígjøgnum hugflog, saksar,
nálir og litir. Og komu nú út
í hinum endanum sum 10
smá, persónlig listaverk.
Onkur hevði kanska ikki
fatað tað enn, men tá tann
rituelli brúðarkjólin trein
inn á pallin til seinast, gjør-
Hann er í ongum klæðum!
dist parodiin uppá tíðarinn-
ar uppgjørdu catwalks eyð-
sýnd.
Hann er í ongum
klæðum!
Nýggju klæði keisarans
byrja nú at ganga aftur í
framsýningini sum eitt
spøkilsi, ið allatíðina skiftir
ham. Lógarinnar langi arm-
ur er klárur, tí onkur hevur
sæð ein naknan mann renna
runt uppi í sjálvari mentan-
arháborgini.
Tað
líkist
svarta ongum og sum vera
man, eru fólk frá sær sjálv-
um. Ein yvirspentur journ-
alistur tevjar eina forsíðu-
søgu – »Nakin maður í
Norðurlandahúsinum«.
Men gakk, søgan missir
broddin, tá onkur spyr, hvat
nýtt er í tí, tí eru vit ikki øll
nakin innaní? Og so fær
søgan eina aðru og eina
triðju vend, tí aftanfyri
standa tveir dovnir snult-
andi journalistar og lúra og
skriva eina søgu um eina
søgu, teir ikki sjálvir hava
hoyrt …
Søgurnar vevja seg nú
inn og út úr hvørji aðari og
náa
hæddarpunktið,
tá
úlpuklæddi Svartiper úr
Mjørkadali kemur við síni
útgávu av veruleikanum. Jú
meir óskilligt mjørkatosið
hjá Svartperi verður, tess
meir glógva eyguni á
»wannabe« rithøvundan-
um. Har var hon! Søgan,
sum
bjargaði
honum
Nobelheiðurslønina í bók-
mentum.
Men aftanfyri situr restin
av skrivibólkinum og lesur
eina yrking um revin
snilda, sum lokkar og
lumpar og um heimin, ið
ikki er tað, hann sær út til at
vera. Alt kann manipuler-
ast, um tú dugir. Og tað
dugir teldumyndlistabólk-
urin, sum nú vísir eina røð
av avskeplaðum sjálvs-
myndum á løriftinum. Sein-
asta myndin er av einum av
okkrara kendu politikarum,
smílandi og fittur, men úr
høvdinum vaksa djevla-
horn…
Einglar og
eiturkoppar
Í seinasta innslagnum fer
revurin snildi í uppaftur ein
annan ham. Á einum stóli
stendur ein genta og hyggur
niður á ein drong, sum
liggur á gólvinum. Hon vil
hava hann upp til sín, men
hann torir ikki. Hon lokkar,
júkar og fær til endan togað
hann upp á stólin. Tey
standa og riða eina løtu,
ivast bangin, tí hvørgin tor-
ir niður av aftur stólinum.
Sjálvandi.
So
einfalt
kann tað gerast. Ímyndin av
vandamikla rúsinum og
pínufulla
niðurtúrinum
verður eitt við óunniliga
tekstin á løriftinum aftan-
fyri: »Turvelvandi drøgg«.
Pallurin fyllist við ung-
fólki, sum hvør á sín hátt
royna at fáa fatur á bangna
dronginum í miðjuni. Sam-
an við fyrsta guvinum av
jointini, psykodelisku litun-
um á løriftinum, sýruta tón-
leikinum og hvíttkløddu
dansigentunum verður allur
pallurin ein sveimandi rús-
ur. Inntil svørtu dansigent-
urnar koma krúpandi inn
eftir gólvinum sum yvir-
vaksnir eiturkoppar. Og
meðan stríðið millum, tað
góða og tað ónda, vinfólk
og fíggindar, tað ektaða og
tað tilgjørda leikar á, savna
tráðirnir í leikinum seg til
eitt lokkanet. Beint sum tað
góða er um at vinna á tí
ónda, tekur drongurin ímóti
eini nýggari joint, sum
hann stingur í lumman á
gráa jakkanum. Og so slitn-
ar lokkanetið – á løriftinum
aftanfyri hómast nú vónin
ímillum fingrarnar, sum
rætta seg móti ljósinum. Og
eftir á pallinum liggur bert
ein
einsamallur
gráur
jakki…
Hugurin leitar …
Tónleikabólkurin, ið hevur
víst eitt ótrúligt tónleikaligt
hugflog, fær seinasta orðið.
Við karamelleskjum, grýt-
um, chipsdósum umframt
øðrum meir vanligum ljóð-
førum hava tey gjørt fram-
sýningina til eina tónlistar-
liga uppliving í sær sjálv-
um. Við einum vøkrum og
oyrafangandi lagi fara tey
øll nú av pallinum. Og
útkomin varnist eg, at fleiri
av áskoðarnum framvegis
ganga og murra seinasta
lagið »Mín hugur leitar …«
Hygg, eg dugi!
Framsýningin byrjaði við
eini lítlari senu, har ein
lærari roynir at læra eina
gentu at dansa. Men tað
gongur ikki serliga væl.
Faktiskt gongur tað yvir-
høvur ikki og lærarin gevur
upp. Einsamøll eftir á pall-
inum fer gentan sjálv at
royna.
Og
nú
riggar.
»Hygg, eg dugi!«, rópar
hon og fer fúkandi inn
ímillum hinar dansarnar á
pallinum. Við
líknandi
smáum leikum inni í leikin-
um gjørdist framsýningin
soleiðis ein viðmerking til
seg sjálva sum framsýning
og til sítt egna endamál:
Gev teimum ungu møgu-
leikan, legg teimum lag á
um neyðugt, men slepp
teimum so aftur. Tí tey
duga sjálv.
Hvar er veruleikin?
Eitt hjáárin við at gerast
gamal er stúran. Og um vit
hálvgomlu onki finna at
stúra yvir, skulu vit nokk
uppfinna okkurt. Vit eru
millum annað samd um, at
tað er øgiliga synd í okkara
ungu. Og tí skriva vit dap-
rar greinar og gera syrgiliga
filmar um ung, sum missa
fótafesti í einum heimi sum
er so fløktur, at tey mugu
flýggja úr honum
Men tey ungu liva sjáld-
an upp til væntaninar hjá
teimum gomlu. Eg veit
ikki,
hvar
hasi
ungu
óvirknu offrini halda til.
Tey vóru so ikki í Norður-
landahúsinum sunnudagin.
Í staðin sóu vit ein hóp av
eldsálum, sum ikki høvdu
tíð at flýggja – tí tey vóru í
ferð við at leita eftir veru-
leikanum…
C
M
Y
K
17
16