fríggjadagur 18. november 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. november 2011 · Nr. 134
vikuskiftisblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Um vit fylgja logikkinum hjá
Jørgen Niclasen frá 19. januar
í ár, so ber tað ikki til at for
maður í Fólkaflokkinum og
landsstýrismaður í senn. So
leiðis eru bæði Jørgen Nicla
sen og Annika Olsen diskva
lifiserað sum formansevni
Fólkafloksins
–
og soleiðis ligg
ur
flokkurin
klárur hjá Jac
ob Vestergaard
at taka yvir.
M
e
n
soleiðis eru
politisku
spæliregl
arnar bara
ikki.
Jørgen Niclasen og hans
ara stuðlar hava nú telvað so
mikið væl, at Jørgen heldur
fram sum formaður. Nú ber
væl til at vera formaður – og
landsstýrismaður!
Jacob Vestergaard tapti.
Jørgen Niclasen situr á týdn
ingarmesta landsstýrissessi
num, og Annika Olsen er send
út í Almannaráðið at brenna
út. Har hevur hon ongan liv
andi kjans – og hvussu í all
ari víðastu verð skal ein sos
ialministari blíva formaður í
Fólkaflokkinum? Tað er ein
andsøgn í sær sjálvum.
So tá avgerðin verður tik
in í næstu viku, so stendur
Jørgen Niclasen eftir sum
tann sterki maðurin.
20 ár í politikki hava
brýnt politiska revin úr
Sørvági. Hann hevur vunn
ið valdið aftur, hann hevur
vunnið við flatskattinum
og pensjónsskattingini. Gott
nokk er tað flóvisligt hjá
Fólkaflokkinum at fara til
Danmarkar at bidda pengar,
men hesin politiski ótrúð
skapur er uttan iva ein liður
í politisku telvingini:
Jørgen er fullvísur í, at
stjórnin biður hann reisa og
renna, tá hann kemur við
biddaraboðunum frá Kaj Leo.
Tá hevur Jørgen hildið sín
part – og fingið sín part: Flat
skattin og formanssessin!
Tað er alsamt meiri ørkymlandi at
hoyra útmeldingarnar frá Miðflokk
inum – flokkinum, sum er trygdin
fyri, at tey vælbjargaðu nú fáa skatt
alætta, og at Jørgen Niclasen, púra
skammleysur, fer til Danmarkar at
biðja um meira blokk.
Vit hava fleiri ferðir víst á tað
skitsofrena við Miðflokkinum, at
Karsten Hansen gongur runt og
heldur, at hann framvegis er tjóð
veldismaður, meðan Jenis av Rana
er so sambandssinnaður, at hann
heldur, at danska stjórnin eigur at
geva okkum 54 milliardir í ríkisstuð
uli aftur fyri gjald frá Nato, sum
Jenis sigur, at stjórnin hevur fingið
fyri støðina í Mjørkadali.
Men í blaðnum í dag ger Bill
Justinussen greitt, at meðan Jenis
av Rana er sosialistur, so er Bill Just
inussen borgarligur. Hetta vísir ein
flokk í dupultari tvístøðu: Teir trígg
ir menninir, sum mynda flokkin, eru
til høgru og vinstru og til loysing og
samband – men í felag siga teir seg
halda seg til Halgubók.
Men í grundini er tað kanska
ikki so løgið, tá ein politiskur flokk
ur byggir sítt grundarlag á tað, sum
hann tulkar úr Bíbliuni. Tað er rætt
iliga trupult hjá ávísum politiskum
hugsjónum at »ognartaka« Bíbliuna
og rættin til at definera tað, sum í
henni stendur, hóast nógv hava
roynt hetta gjøgnum tíðirnar. Eing
in flokkur í Føroyum er betur enn
nakar annar í so máta, heldur ikki
Miðflokkurin, tó at hann brúkar
Bíbliuna í sínum skjaldramerki. Vit
skulu minnast til, at tað snýr seg
ikki um at siga, hvussu góður og
gudrøkin tú sjálvur ert. Tað hevur
nógv størri týdning, at tú vísir tað
í verki. Tí fær ein »kristiligur« flokk
ur í eini politiskari skipan trupul
leikar, tá hann fær ábyrgd og skal
vísa sítt virði í gerðum – serliga tá
orð og gerðir ikki sampakka, sum
hjá Miðflokkinum.
Og størstu skommina í so máta
eigur Jenis av Rana í hesum døgum,
nú hann er trygdin fyri, at hann og
øll hini 17 í samgonguni traðka á
»tey á teimum niðastu rókunum«,
sum hann segði seg í valstríðnum
verja. Nú hevur Jenis tann trup
ulleika, at hann hevur verið óreið
iligur í valstríðnum. Tær »níðings
gerðir«, sum hann hevur lagt aðrar
flokkar undir at gera, eitt nú ABC
flokkarnar við skattalættanum í
fyrru ABC-samgonguni, tað er hann
nú sjálvur trygdin fyri.
Tolir religøsa samvitskan hjá Jen
is av Rana slíka politiska rangsnúgv
an – at lumpa tey á »niðastu róku
num«, so ber tað boð um, at ofta býr
fals undir fríum skinni.
Í politikki ber alt til. Men reið
iligast er at leggja Halgubók frá
sær, tá man fremur politiskan óreið
inskap. Fyri tað um tú ikki sýnir
veljaranum virði, so kanst tú vísa
Halgubók virði...
Tolir religiøsa samvitskan
hjá Jenisi av Rana hetta?
»Úti á Nesi – til tey, sum
ikki vita, hvar tað er, so
kunnu vit siga, at tað er, tá
tú koyrir víðari, tá tú kemur
inn á Toftir og koyrir víðari
eftir høvuðsvegnum, so
kemur tú út á Nes...«
sitat: Finnur Jensen, Kringvarpið
Landalæra fyri víðarikomin
Ei undur í, at Javnaðarflokk
urin tykist sligin á nevið eft
ir vánaligasta valúrslitið í
nýggjari tíð.
Men tað, sum higartil er
komið úr tingbólkinum hjá
Javnaðarflokkinum ber ikki
boð um, at flokkurin ætlar at
vaksa. Tað er hinvegin bein
leiðis fordummandi at hoyra
tveir teir elstu í fjølmiðlu
num, har teir stinga hvønn
annan – og serliga formann
in í ryggin.
Eftir valið vóru tað serliga
tvey orð, sum fólk høvdu á
munni:
»Stakkals Aksel...«
Hvussu í allari víðu verð
skal ein nýggjur formaður
fóta sær í einum flokki, sum
er so nógv merktur av varg
um, sum Javnaðarflokkur
in er. At hann er settur út
í myrkrið er heldur ikki
so løgið, tí hvat skal man
brúka ein slíkan samstarvs
flokk til, sum ikki ein gong
kárar at skipa neyð
arsligu tingmann
ingina í tingnevndirnar?
Tað líkist meiri eini nið
urbræðingarprosess,
sum
gomlu gubbarnir í Javnaðar
flokkinum eru farnir í holtur
við.
Stakkals Aksel...
Jørgen vinnur Fólkaflokkin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Halgabók og rangsnúgvan
Tá Karen Marie Olesen varð
sett í starv sum fúti Føroy
um, var opinleiki fyrsta lyfti
hennara.
Fleiri ferðir hava fjøl
miðlarnir víst á trupulleik
arnar, sum eru av vantandi
opinleika hjá løgregluni í
Føroyum.
Enn eitt dømi um hend
an
vantandi
opinleika
er í sambandi við málið
um horvna Dánjal Petur
Hansen í Runavík.
Fjølmiðlarnir eru hepn
ir at fáa orðið á rætta við
komandi hjá løgregluni,
men samskiftið er alt ann
að enn gott. Ikki so frægt, at
løgreglan hevur skipað fyri
tíðindafundi ella sent nakra
kunning til miðlarnar.
Hetta málið sær út til at
blíva tann fyrsta og størsta
morðgátan í Føroyum, og tí
átti løgreglan at skipað eina
tænastu til fjølmiðlarnir, so
rætta kunningin kom út til
fólkið alla tíðina.
Hesin vantandi opinleiki
hevur eisini við sær, at slat
ur og sleyg hava frítt at
fara, og tað kann bara vera
óheppið – bæði fyri tey av
varðandi og fyri málið hjá
løgregluni.
– Vælsignaða Karen Mar
ie Olesen: Halt nú títt lyfti
og vís hendan opinleika í
verki.
Vís nú tín opinleika!
Sam
gongan tek
ur grundar
lagið
Georg Hansen
kjak á síðu 18
Var
hetta tað
ið veljarin
vildi?
Vunnvør Balle
kjak á síðu 18