fríggjadagur 18. november 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. november 2011 · Nr. 134
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Mynd: Álvur Haraldsen
Ein 42 ára gamal maður varð
í Føroya rætti dømdur fýra
mánaða fongsulsrevsing fyri
at hava sett hóttanir fram
móti fútanum.
Hann østi seg upp og
kærdi dómin á staðnum.
Tað, sum rætturin tulkaði
sum hóttanir móti fútanum,
vóru ikki nakrar ítøkiligar
hóttanir. Men rætturin tók
gerðirnar sum hóttanir út
frá, hvør maðurin var, og hvat
hann áður hevur gjørt.
Hetta var nevniliga mað
urin, sum 10. mai í fjør rendi
ein knív í lærið á varafút
anum og í februar í fjør
brúkti hann eina ólógliga
byrsu til at skjóta við eitt
skip, har fólk vóru umborð.
Maðurin
var
ónøgdur
við, at tey bæði málini vórðu
viðgjørd undir einum, sum
vanligt her. Hann vildi ikki
hava tað so, tí hann visti, at
vápnalógin var strangari í
Danmark enn í Føroyum, og
hann helt, at hann í lands
rættinum við donskum dóm
arum fór at verða dømdur
eftir danskari lóg.
Í Føroya rætti varð hann
í august dømdur eitt ár og
seksmánaða
fongsulsrevs
ing.
Dómurin varð kærdur.
Vildi hitta fútan
Nakað fyri at málið kom fyri
í landsrættinum gjørdi hann
eina roynd at fáa málini skild
frá hvør øðrum.
Hann ringdi fyrst til Stats
advokatin og spurdi, hvør
hevði ábyrgdina av, at málini
vórðu viðgjørd undir einum.
Hann hevði sagt, at um hon
hevði ábyrgdina, kom hann
til Danmarkar at tosa við
hana.
Løgfrøðingurin skrivaði
eitt notat frá samrøðuni.
Óður
Seinni fór hann í øðrum ør
indum á politistøðina í Havn,
og tá bað hann um at sleppa
at tosa við fútan.
Skrivstovukvinnan ringdi
til fútan, sum svaraði, at
hon hevði einki at tosa við
ákærda um.
Maðurin var óður og segði,
at hann kravdi at sleppa at
tosa við fútan, um tað so var
kvøld ella nátt, og uttan mun
til um maður og børn hjá
fútanum vóru inni.
– Og tað verður ikki pent,
hevði hann lagt aftrat.
Maðurin var so ógvusligur,
at skrisvstovufólkini blivu
bangin, men politistar vóru
hjá teimum.
Sama rætt
Maðurin hevði eisini, at um
fútin kundi bróta lógina við
ikki at skilja málini sundur,
kundi hann eisini bróta
lógina.
Karen Marie Olesen, fúti
segði í rættinum, at hon var
bangin
um
starvsfólkini,
og henni dámdi einki hesar
hóttanir. Hon hevði tað í
huganum, at sami maður
hevði stungið varafútan.
Eisini høvdu tey í mót
tøkuni ivast í einum setningi,
sum maðurin hevði sagt.
Antin hevði hann tosað
um at gera ein Brimvík ella
ein Breivik, og hetta var ikki
so langt aftaná vanlukku
hendingarnar í Noregi.
Maðurin sjálvur segði, at
hann hevði sagt at gera ein
Brimvik og sipaði til, tá ið
Bergleif Brimvík á sinni leyp
í ein bát. (Eingin skilti sam
anberingina við tað).
Fyrst komu tveir og síðan
aftur tveir politistar inn á
skrivstovu hennara at siga,
hvat var hent.
Ringdi til mannin
Eftir at hava tosað við Stats
advokatin og við verjan hjá
tí ákærda hevði fútin tingt
til tann ákærda at vita, hvat
hann meinti við.
Tá hevði hann aftur tosað
um at gera ein Brimvík, flenti
og legði hornið á.
Nakrar dagar seinni ringi
hann til politiið og segði, at
fútin nú hevði eina viku til
at skilja málini sundur.
Í
proseduruni
reksaði
ákærin upp ymsar dómar,
sum maðurin hevur fingið
fyri at gera seg inn á tæn
astufólk í arbeiði. Hetta var
fimtu ferð.
Hóttanir móti sam
felagsskipanini
Ákærin helt ikki, at atburð
urin og útsagnirnar hjá
manninum kundu tulkast
sum annað enn hóttanir og
kravdi mannin fongslaðan
í seks mánaðir. Hóttanirnar
vórðu ikki settar fram móti
persóninum fútanum, men
eftir embætinum, og tað var
álvarsamt.
Verjin hjá manninum helt
ikki talan vera um hóttanir.
Maðurin vildi bara hava svar
upp á nakrar spurningar.
Altíð misskiltur
Hóast hann ikki átti orðið,
segði tann ákærdi, at hann
ofta verður misskiltur.
– Eg hevði ikki ætlað mæ
at melda fútan. Tað kann ikki
vera rætt, at alt, sum eg sigi,
verður skilt sum hóttanir,
segði hann.
Dómarin frídømdi mannin
fyri at hava hótt løgfrøðingin
hjá Statsadvokatinum, men
hon dømdi hann sekan í
hinum ájærunum.
Dómurin var fýra mánaða
fongsulsrevsing og at gjalda
sakarmálsútreisðlurnar.
Dómarin staðfesti, at mað
urin hevði hótt fútan.
Maðurin kærdi dómin
á staðnum, og hann kærdi
eisini úrskurðin um, at hann
skal sita í varðhaldinum, til
landsrætturin hevur viðgjørt
málið.
– Eg eri bangin fyri, at
sleppur tú út, er vandi fyri,
at tú ger tað sama aftur, segði
tann avgjørdi dómarin.
Tey ræddust mannin
Maðurin, sum í summar í Føroya rætti og í seinasta mánaði í landsrættinum varð dømdur millum annað fyri at
hava stungið varafútin, fekk í Føroya rætti mikudagin fýra mánaðir aftrat hinum dóminum fyri at hava hótt fútan