fríggjadagur 18. november 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. november 2011 · Nr. 134
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
– Eg setti hart ímóti hørðum,
tí eg vildi hava, at Miðflokk
urin fór í samgongu, kosta
hvat tað vildi.
Bill Justinusssen, ting
maður fyri Miðflokkin váttar
leyssøgurnar um, at tað var
um reppið, at Miðflokkurin
fór í tvíningar undir samráð
ingunum um nýggja sam
gongu.
Hann avdúkar, at undir
samráðingunum um nýggja
samgongu, vóru hann og hin
tingmaður floksins, Jenis
av Rana, sum eisini er floks
formaður so ósamdir, at tað
var um eitt hár at gera, at
flokkurin skrædnaði av um
miðjuna.
Lat meg siga tað soleiðis:
Jenis av Rana er meiri
sosialistiskur enn eg eri, tí
eg eri rættiliga borgarliga
sinnaður,
staðfestir
Bill
Justinussen.
Hann sigur, at sum tað
leið við samráðingum um
samgongu, misti Jenis av
Rana hugin meiri og meiri at
fara í samgonguna.
– Ætlanin um flatan skatt
smakkaði honum honum
so illa, at hann hevði hug at
pakka saman.
Hinvegin ásanni eg, at
skatturin er so høgur, at vit
eru í ferð við at skatta fólk av
landinum og tað noyðast vit
at gera nakað við.
– Tað er fyrst og fremst
hetta, sum ætlanin við flat
skatti snýr seg um.
– Men Miðflokkurin hev
ur ikki verið í samgongu
síðani 2002, so eg setti hart
ímóti hørðum og kravdi,
at flokkurin fór upp í hesa
samgonguna,
sigur
Bill
Justinussen.
– Ta einu løtuni leikaði so
hart á, at eg umhugsaði at
fara upp í samgongu einsa
mallur, uttanum Miðflokkin
Tað endaði so við, at
Jenis av Rana boygdi seg og
Miðflokkurin endaði í sam
gonguni.
Bill
Justinussen
ivast
ikki í, at hetta er ein avgerð,
flokkurin mangan fer at
angra.
– Men eg ivist heldur
ikki í, at fóru vit í andstøðu,
høvdu vit eisini mangan
angrað tað.
Reiðiliga spentur
Bill Justinussen dylir heldur
ikki fyri, at hann hevði av
gjørt hug til at taka við sum
landssýrismaður í heilsu
málum.
Tað er eitt starv, hann
áður hevur røkt.
– Eg var reiðiliga spentur
upp á at sleppa aftur í lands
stýrið, staðfestir hann.
Men
flokkurin
valdi
ístaðin Karsten Hansen til
landsstýrismann
og
Bill
Justinussen sigur, at tað
boyggir hann seg fyri.
– Vit hava eina demokrat
iska skipan í flokkinum og
eftir endin varð, at Karsten
Hansen varð valdur í lands
stýrið og tað noyðist eg at
góðtaka.
Tað leyp í eyguni á nógv
um, at tú vart ikki til mót
tøkuna í Tinganesi, tá ið
nýggja
Landsstýrið
varð
valt?
– Nei, tað var eg ikki. Men
tað var ikki tí, at eg var firtin.
Orsøkin var tann einfalda,
at eg var í grind. Men um
kvøldið koyrdi eg mær ein
túr til Klaksvík at fáa mær
ein kaffimunn frá Karsten
Hansen, so har er als ongin
illstøða.
Tað eydnaðist ikki at fáa
eina viðmerking frá Jenis av
Rana, áðrenn blaðið fór til
prentingar, men mánadagin
segði hann við Dimmalætting,
at
Miðflokkurin
mundi
skrædna tí at hann ætlaði at
taka seg úr samráðingunum
um samgongu, men at hann
fekk ikki semju um tað
innanfloks.
Tí mátti hann góðtaka at
fara í samgongu fyri at bjarga
flokkinum, ásannaði hann.
aki@sosialurin.fo
Bill setti hart
ímóti hørðum
SAMGONGAN Miðflokkurin mundi farið í tvíningar
í samráðingunum um samgongu, tí Bill Justinussen
kravdi at flokkurin fór í samgongu, kosta hvat tað vildi
Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, sigur, at hann legði so hart trýst
á floksformannin, Jenis av Rana, at ta einu løtuni umhugsaði hann enntá
at lata tað koma til skarpskeringar og fara upp í samgonguna einsamallur,
hóast hin tingmaðurin fyri Miðflokkin, Jenis av Rana, segði nei
Áki Bertholdsen
Bill Justinussen sigur, at tá
ið hann setti so hart upp
á at fara upp í hesa sam
gonguna, er tað serliga tann
vinnuligi
parturin,
sum
honum dámar væl.
– Miðflokkurin fór til val
upp á, at vit skulu framleiða
okkum burtur úr kreppuni
og tað sæst í samgongu
skjalinum
– Setningurin hjá hesi
samgonguni
verður
at
lokka meiri fisk upp á land
í Føroyum við at leggja av
gjald á fisk, sum fer óvirk
aður av landinum.
– Ætlanin er eisini at seta
pening av til fiskivinnu
menning, sum er stuðul til
at innflyta triðja lands fisk
til føroysk virki at virka.
– Og so er tað flatskatt
urin, sum lækkar skatta
byrðuna hjá fólki, tí tað
heldur hann er neyðugt
fyri at stimbra hugin at ar
beiða.
Hann staðfestir eisini,
at Miðflokkurin hevur eis
ini síni fingramerki á flat
skattinum, tí hann er ikki
heilt so flatur, sum Fólka
flokkurin ætlaði.
– Men tað mest týdn
ingarmikla er, at í hesari
samgongun loyva vit hvørj
um øðrum at føra politikk
ístaðin
fyri
at
blokera
hvønn annan.
– Fólkaflokkurin fær
sett sítt hjartamál, sum er
flatskatturin í verk og Sam
bandsflokkurin sleppur at
arbeiða við sínum stórmáli,
sum er at hækka ríkisveit
ingina.
Onki órógv
Bill Justinussen staðfestir,
at
Miðflokkurin
hevur
eisini fingið semju í sam
gonguni
um
nøkur
av
hjartamálum floksins, sum
eru tað, vit vanliga kalla tey
etisku málini.
– Í tí sambandi hava vit
avtalað, at samgongan skal
vera ein eind. Sostatt eru
vit samd um, at vit fara
ikki at lata uppskot frá
andstøðuna leypa órógv á
samgonguna. Tað merkir,
at setir andstøðan eitt upp
skot fram, sum einstakir
tinglimir í samgonguni eru
ímóti, skal øll samgongan
vera ímóti.
Bill Justinussen sigur, at
í veruleikanum hevur Mið
flokkurin fingið tað burtur
úr í samgonguni, at hann
hevur forðað fyri at vit fara
longur út eftir teirri etisku
glíðibreytini, sum flokkurin
fleiri ferðir hevur kallað
tað.
– Men vit eru samd um,
at vit røra ikki tey etisku
málini. Endamálið við hesi
samgonguni er ikki at kol
velta samfelagið á hasum
økinum.
Endamálið
er
koma á rættkjøl búskapar
liga og tí var ongin kunstur
at semjast um at lata tey
etisku málini liggja.
– Vit eru samd um, at
vit skulu arbeiða sum ein
samgonga og ikki sum
einstaklingar,
sigur
Bill
Justinussen.
– Tí helt eg at tað hevði
ógvuliga stóran týdning, at
vit ikki sótu uttanfyri, legg
ur hann afturat.
– Vit hava verið í and
støðu ov leingi, so nú var
neyðugt at koma aftur
í
samgongu,
sigur
Bill
Justinussen.
aki@sosialurin.fo
Vit skulu ikki longur út
eftir etisku glíðibreytini
SAMGONGAN Tað vóru tey vinnuligu og etisku málini sum gjørdi,
at Bill Justinussen strongdi á at fáa Miðflokkin við í samgonguna
Tað endaði so við, at
Jenis av Rana boygdi seg
Eg var spentur at
sleppa aftur í landsstýrið