fríggjadagur 18. november 2011síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 134 ·18. november 2011
2
VIKUSKIFTI
Nógv vilja práta og kjakast um politisk evni.
Eg eri nokk eisini hampuliga væl skorin fyri
tungubandið, so tað, at skula keypa ein pakka
av mjólk, kann lætt taka ein heilan tíma.
Janus Rein, nývaldur løgtingsmaður
Tónleikur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Í dag gevur Lena Anderssen nýggja
fløgu út. Á útgávuni »Letters From The
Faroes« eru 14 nýggir sangir á enskum
máli, og sangirnir byggja á kenslur og
upplivingar hjá Lenu Andersen.
– Hetta er eitt slag av sangbrøvum
frá mær til heimin. Nógvir av sangunum
eru merktir av útlongsli og sakni, sum
eg havi upplivað nógv í mínum lívi.
Brævasamskifti og tónleikur hava
verið stórur partur av mínum lívi, og
tí havi eg roynt samantvinna tey á hesi
útgávuni, sigur Lena Andersen.
– Alt mítt lív havi eg havt ein part
av mínu kæru langt burturi frá mær. Eg
kann ongantíð verða á einum stað og
hava allar mína familju har – mamma
mín býr í Føroyum og pápi mín býr í
Vancouver til dømis.
– Útlongsul kann eisini verða ein
góð kensla, tað kann virka sum bensini
til at koyra víðari uppá, sigur hon.
Luktur av bløðum
Lena Anderssen og maðurin Niclas
Johannesen hava ferðast nógv við tón
leikinum, og tað ætla tey at halda fram
við. Tí hava tey eisini nógvar upplivingar
og minni frá útheiminum.
– Eg havi búð í ymiskum býum, og
mær leingist til dømis eftir luktinum í
onkrum býi, einum ávísum degi onkra
aðrastaðni, og hesa tíðina leingist eg
eftir luktinum frá bløðunum, sum detta
av trøunum í Montreal, sigur Lena
Anderssen.
– Tá eg eri stødd uttanlands, leingist
eg eisini heim til Føroya. Eg leingist
eftir mínari familju og nærleikanum,
sum er í føroyska samfelagnum, sigur
hon.
Skúlagarð
urin órógvar
foreldur
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: David Arge Galán / Ólavur J. Hansen
klumman
Inna
Törnroos
– Nógvir av sangunum eru merktir av útlongsli
og sakni, sum eg havi upplivað nógv í mínum lívi,
sigur Lena Anderssen um nýggju útgávu sína
Sangbrøv frá
Lenu til heimin
Fyri stuttari tíð síðani, hevði eg eina samrøðu
við sálarfrøðingin á skúlanum hjá soninum
(ja, tey hava ein skúlasálarfrøðing). Vit
tosaðu sjálvandi um sonin, men eisini um
hvussu vit foreldur eru.
Hon segði nógv, sum hevur fingið meg at
hugsa um, hvussu lík vit eru, og at tað sama
órógvar okkum.
Sálarfrøðingurin: Hvat gitur tú er tað
vanligasta, foreldur spyrja meg um síni børn?
Eg: ???
Sálarfrøðingurin: Ja, eitt er víst, og tað
er ikki, hvussu tað gongur í rokning og
skriving.
Eg: ???
Sálarfrøðingurin: Tað er, hvussu teirra
børn hava tað í skúlagarðinum. Hvønn spæla
tey við? Argar nakar tey? Virka tey glað?
Tað eru spurningarnir, eg fái frá flest øllum
foreldrum.
Eg mátti smílast. Tí sjálv hevði eg løtu
áðrenn júst spurt hesar spurningarnar.
Happing og avleiðingarnar av tí eru væl
lýstir í dagsins samfelagið. Vónandi elvir tað
eisini til, at tey, sum eru rundan um okkara
børn, duga betri at takla happingina, sum
hóast alt er ein partur av skúlagongdini hjá
nógvum.
Eg minnist mína egnu skúlagongd sum
buldruta. Nógv happing, róp og skrál í
tímunum, og næmingar sum nóg illa dugdu
at lesa í 7 flokki.
Vónandi er skúlarnir betri nú enn mín
barnaskúli, men eg trúgvi, at tað eru sporini
eftir skúlan í 1980-inum, sum gera at vit, sum
nú eru foreldur, eru so bangin um, at okkara
børn skulu fáa somu somu lagnu, sum nógv
av okkum fingu.
Ein treffandi lýsing av avleiðingunum av
happing er hendan:
Ein lærari í New York bað sínar næmingar
at taka hvør sítt pappír, síðan bað hon tey at
rukka tað saman, trampa á tað og sláa tað
uttan at skræða. Síðani skuldu tey slætta tað
út, og hyggja eftir tí og siga orsaka. Óansæð
um tey slættaðu tað út og søgdu orsaka, so
var pappírið rukkut og fult í merkjum. Tað
er tað sama, ið hendir tá eitt barn verður
happað – óansæð hvussu nógv vit biða um
umbering, hvørva arrini ikki.
So segði
hann...
– Tá eg eri stødd uttanlands, leingist eg eisini heim til Føroya. Eg leingist eftir mínari familju
og nærleikanum, sum er í føroyska samfelagnum, sigur Lena Anderssen