Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. november 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. november 2011 · Nr. 135 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo mánadagsblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Á hesum stað fríggjadagin funnust vit at løgregluni fyri vantandi kunning í sambandi við málið um horvna Dánjal Petur Hansen. Bergleif Brimvík, leiðari fyri kriminalpolitiið í Før­oy­ um, segði við útvarpið leyg­ ar­dag­in, at politiið ikki kann forða slat­u­r­søg­um, og at pol­ i­ti­ið ikki hevur møgu­leika at kunna fjøl­miðl­a­r­nar í hesum máli, sum er so eymt, tí ein maður situr varð­halds­fongsl­ aður. Men her fer Bergleif Brim­ vík skeiv­ur. Sjálvandi hevði tað hjálpt, at pol­i­tiið regluliga kunnað fjøl­miðlarnar. Tað hevði steðg­að slatursøgum, og á tann hátt koma bara váttað tíð­indi út í málinum. Tað er eisini ørkymlandi at hoyra, at løgreglan ikki tekur sær ábyrgd av at veita teim­um av­varð­andi krepp­u­ hjálp. Tað hevði skapt viðring, sum løgreglan setti fólk av til at kunna um hetta málið – bæði fyri tey avvarðandi og fyri alt Føroya fólk, sum nú er partur í málinum. Sambært samgonguskjalinum hjá borg­a­ligu samgonguni skal lógin um, at pen­sjón­ir­nar skulu skattast við inn­gjaldi held­ur enn út­gjaldi set­ast í gildi longu 1. januar 2012. Tað vil siga um 40 dagar. Um hetta lyft­ið skal ganga út, so skal politiska skip­ an­in ar­beiða skjótt, og so skulu tey rokn­i­kønu í Fíggj­ar­mál­a­ráð­num, í skattaumsiting og í pen­sjóns­fel­øg­ um eisini arbeiða skjótt. Sama dag sum hendan broyt­ ing­in fer fram, tek­ur Bank­Nordik yv­ir helm­ing­in av Lív, sum bankin sol­eið­is hev­ur keypt undir skeivum for­treyt­um frá lands­stýrinum, tí talan verð­ur ikki um tað gullnám, sum bank­in helt tað verða, tá keyp­ ið varð av­talað. Og sama dag kunnu tey í Før­oy­ um, sum eru í tí ríkara end­a­num fegnast um, at nú verða tey enn ríkari, tí hendan dagin kem­ur skatt­ a­lætt­in eisini í gildi. Skattalættin, sum verð­ur fíggj­að­ur við at skatta tær pen­sjónir, sum komandi ætt­ar­ lið­ið av pen­sjón­ist­um skal fáa eina­ ferð í fram­tíðini. Fáur hevði væntað, at uppskotið hjá Fólk­a­flokkinum hevði nakran kjans at vinna frama í politisku skip­ an­ini. Kanska serliga tí, at løgmaður sjálv­ur lovaði í valstríðnum, at vit fingu ongan skattalætta. Men okkurt er broytt hjá løg­ mann­i. Í øll­um før­um stend­ur hann sum leið­ari fyri eini tí mest re­ak­ti­ óneru sam­gong­uni í nýggj­ari tíð. So stórar broytingar, sum hend­an sam­gong­an hevur sett sær fyri, eru valla fram­d­ar síð­ani Javn­að­ar­flokk­ ur­in fekk fólka­pen­sjón­ina í gjøgn­ um eftir løg­tings­val­ið í 1958. Tí er tað av sonnum ein politisk koll­velt­ ing, stend­ur fyri framman. Um tað er gott ella ring veldst um eygað, sum sær. Fyri tey lág- og mið­al­løntu hevur skattauppskotið mill­um lítlan og ongan týdning. Fyri tey við høgum inntøkum hevur upp­skot­ið sera stóran týdning, tí tey við teim­um feitu inn­tøk­u­num, tey kunnu gleða seg til at fáa upp í 7.000 krónur í skattalætta um mán­ aðin! Bera vit saman við flakakvinnuna ella ar­beiðs­mannin – ella tann sum for­vinn­ur um­leið 200.000 krón­ur um ár­ið – ein skatta­lætt­a upp á ein­ ar 75 krónur. Tað merkir, at Sam­bands­flokk­ ur­in, Fólk­a­flokk­ur­in, Sjálv­stýr­is­ flokk­ur­in og Mið­flokk­ur­in halda tað vera í fín­asta ord­an, at skatt­ a­lætt­in til tey ríku er 100 ferðir so stór­um, sum skatta­lætt­in til tey á teim­um nið­astu rók­u­num. Vit fingu tað stýri, vit hava valt. Mong á teim­um nið­astu rók­u­num hava valt hetta stýrið, sum hevur hev­ur ta hugsjón, at tey ríku skulu ger­ast rík­ari... Tann ríki fær 100 ferðir meira í skattalætta Í hesum »skattalættatíðum« kann vera áhugavert at hyggja eftir listanum yvir tær 25 fyritøkurnar í Før­oyum, sum sambært vinnuvitan.biz gjalda mest í stjór­alønum. Dagførdi listin sæst nið­ an­fyri. Vert er tó at siga, at ikki all­ar fyr­i­tøk­ur upp­lýsa stjór­a­løn, so onkur manglar kanska á listanum, sum bara vísir tær fyritøkur, sum upplýsa stjóralønina. Nevndu stjórarnir eru teir, sum nú eru stjórar, meðan løn­in er tann sum er goldin í 2010. Feitar stjóralønir Tey ríku skulu hava meira Í grein í blaðnum í dag verjir Jen­is av Rana sína kú­vending frá at verja tey á »niðastu rók­u­num« til at verja tey ríku og væl­bjargaðu. Jenis av Rana sigur, at hann hevur »bøtt« um flat­ skat­tin við at minka um lætt­ an hjá hægstu inn­tøk­uum«. Helst meinar hann við, at hann »bara« gevur til døm­is bank­a­s­tjórunum og trygg­ ing­ar­stjór­u­num upp í 7.000 krón­ur í skattalætta um mánaðin. Sam­stundis fáa tey á »nið­ astu rók­u­num« mill­um einki og upp í 75 krón­ur í skatt­ a­lætta. Jú, summi hava av sonn­um nógv at takka Jenisi av Rana fyri: Tey ordiliga ríku fáa hundr­að ferðir so stór­an skatt­ a­lætta frá Jensi av Rana, sum tey á »niðastu róku­ num«. – Góði Jenis! Jens Otto Krag segði, at »man har et stand­ punkt, til man ta’r et nyt«. Tú kanst gera oðini til tíni. Men gevst nú við at spæla verji teirra veiku, tí so ert tú falskur – og tað vilt tú jú ikki vera! Samvitskan hjá Jenis tolir flatskattin Kunning hevði skapt virðing Við Kaj á ovastu rókunum Jenis av rana kjak á síðu 24 Flat­ skatt­ur – donsk lántøka Sjúrður skaale kjak á síðu 24 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Virki Stjóri 2011 kr. løn 2010 1 TF Holding P/f Regin Hammer 5.651.000 2 BankNordik P/f Janus Petersen/John Rajani 5.195.000 3 Norðoya Sp. (sjálvsognst.) Poul Marner Mortensen 4.410.000 4 Havsbrún P/f Jóhan Regin Jacobsen 3.498.000 5 Mest P/f Mouritz Mohr 2.486.000 6 Atlantic Airways, FI P/f Magni Arge/Marius Davidsen 2.449.000 7 Nema P/f Christian Nagata 2.434.000 8 Magn P/f Jóan Hendrik Egholm 2.304.000 9 Rich. B. Thomsen & Søn & Suðuroyar Timburh. P/f Richard Lorenz Thomsen 2.031.000 10 Smyril-Line P/f Rúni Ove Vang Poulsen 1.900.000 11 Atlantic Petroleum P/f Ben Arabo 1.832.000 12 S.M.S. P/f Niels Heini Mortensen 1.740.000 13 Effo P/f Niels Juel Nattestad 1.732.000 14 Formula P/f Árni Arge/Fróði Magnussen 1.602.000 15 Palli hjá Mariannu P/f Eyðun Rasmussen 1.429.000 16 Tryggingarf. Føroyar P/f Regin Hammer 1.418.000 17 Telefonverkið P/f Kristian Reinert Davidsen 1.393.000 18 Føroya Lívstrygging P/f Tummas Theodorss. Eliasen 1.358.000 19 Tavan Sp/f Joen Magnus Rasmussen 1.291.000 20 JFK P/f Hanus Hansen 1.269.000 21 KJ Hydraulik P/f Ólavur Asafsson Olsen 1.251.000 22 Kontrast Sp/f Mayfinn Norðoy 1.205.000 23 Vónin P/f Hjalmar Hentza Petersen 1.085.000 24 ALS (sjálvsognarst.) Ernst Jacobsen 1.083.000 25 Betri Pensjón P/f Mortan Poulsen 1.035.000 kelda: vinnuvitan.biz