Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. november 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. november 2011 · Nr. 135 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 1. januar flytur Javnaðar­ flokkurin inn í flokshús sítt á Niels Finsensgøtu í Havn Randi Jacobsen Javnaðarflokkinum hev­ur leingi vantað høli til meira ella minni fjøl­mentar fundir, og tí fór flokkurin út at leita eftir húsi at keypa. Herfyri fall valið á fyrr­ verandi bókhandilin hjá Hjalm­ari Jacobsen í Niels Fin­sensgøtu í Havn. Hølini liggja væl fyri, og kostnaðurin er har­eftir, men Aksel Jo­hanne­sen, for­maður í Javn­aðar­flokk­in­um vil ikki siga, hvør keyps-kostn­aðurin var. Flokkurin yvirtekur húsið á nýggjárinum. Handil er í niðari hædd­ini og hevur eisini kjallaran. Tað leigumálið heldur fram. – Vit fara at brúka ovastu hæddina til floks­høli, sigur Aksel Johannesen. Hvør hæddin er 140-150 fer­metrar. Onkrar smávegis um­væl­ ingar skulu gerast á hølini. Randi Jacobsen Danska fólkatingið hevur samtykt, at en óheftur kæru­ stovnur skal viðgera kærur um politiið í Danmark. Kærustovnurin tekur við á nýggjárinum og fær sæti í Århus. Samtyktin hjá fólka­ting­ inum byggir á fleiri at­finn­ ingar ímóti, at politipð sjálvt kannar politiið. Hóast politiið í Føroyum er danskt, fer nýggi óhefti kærustovnurin ikki at verða galdandi fyri Føroyar eisini. Her fer politiið framvegis at kanna kærur um politiið. Ikki galdandi fyri Føroyar Karen Marie Olesen, fúti sigur, at skal skipanin galda fyri Føroyar eisini, má tað koma eitt politiskt ynski úr Føroyum um tað. Verandi skipan er, at koma kærur inn um atferðina hjá politinum, verður málið lagt fyri lokalnevndina. I lokal­nevndini sita fimm løg­ tingslimir umframt fútan og umboð fyri politiið. Eru tað kærur um tiltøk hjá politinum, eitt nú húsa- rannsókn, fara tær til Ríkis- advokatin. Um ein politistur er undir illgruna fyri at hava gjørt okkurt revsivert, verður mál­ið sent ferðaliðnum, og danskir politistar eftirkanna skuld­setingarnar. – Men tað eru sera fáar kærur um politiið í Føroyum, í mesta lagi var ein í gjør, sigur Karen Marie Olesen, fúti. Ikki uttan so, at politiskt ynski kemur úr Føryum um tað, skal óhefta kærunevndir viðgera kærur um politiið her, sigur Karen Marie Olesen, fúti Eingin kærunevnd fyri politiið í Føroyum Sernáms­frøði á breddan á Lærara­skúlanum Frá skúlaárinum 2011/12 hava lesandi á Føroya læraraskúla millum annað møgleika at velja sernámsfrøði sum linju­ grein. Í hesum sambandi skipar Læraraskúlin fyri áhugaverdum tiltaki við fyrilestrum og kjaki í læraraskúlahøllini hós­ dagin 24. november frá klokkan 13 til 16. Tiltakið er ætlað sum kunning til lærarar og námsfrøðingar í skúlum og á dagstovnum og sum íblástur, bæði til hesi og til tey, sum skipa fyri útbúgvingunum á Læraraskúlanum. Á skránni eru hesar framløgur: Janus Jensen, kst. dekanur á Føroya lær­ ara­skúla: Stutt kunning um út­ búgvingarnar á Føroya læraraskúla við serligum atliti at linjugreinunum Emmy Joensen, stjóri í Sernám: Støðan á sernáms­ frøðiliga økinum í Før­ oyum – møguleikar og avbjóðingar. Niels Egelund, stjóri í Center for strategisk uddannelsesforskning, DPU Hvat er sernámsfrøði, og hvussu verður sernámsfrøðilig vitan sett í verk í skúlum og á dagstovnum? Lagt verður eisini upp til kjak og spurningar, og vit vóna, at tiltakið á konstruktivan hátt kann vera til at menna útbúgvingarnar á Føroya læraraskúla, sigur skúlin í tíðindaskrivi. Javnaðar­flokkurin keypt hús