mikudagur 23. november 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. november 2011 · Nr. 136
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
mikudagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Pál Weihe er í villareiði av, at
kanningar vísa, at ein fimti
partur av teimum blaðungu
roykja. Og tað kann hann av
røttum vera. Tá eitt fjúrtan
ára gamal barn kann traðka
fram í útvarpinum og greiða
frá, at tað roykir dagliga, og
at tað hevur roykt, síðan tað
var níggju ára gamalt, tá er
okkurt ravruskandi galið.
Tað kann vera, at Pál
Weihe er í villareiði, men
eitt slíkt úttalilsið frá einum
navngivnum barni átti at
fingið onkrar alarmklokkur
at ringt, tí har ruggar ikki
rætt. Tey foreldur, sum ikki
leggja merki til, at teirra
barn roykir dagliga, og at
tað hevur roykt, síðani tað
var níggju ára gamalt, tey
røkja ikki sína skyldu. Her
er beinleiðis tala um umsorg
anarsvik móti einum barni,
sum átti at verði eitt barna
verndarmál.
Vit kunnu prædika og
vit kunnu kanna. Vit kunnu
skylda upp á skúla og lærarar
og umhvørvi og vánaligar vin
ir. Men tað skert ikki burt, at
tað eru foreldrini, sum fyrst
og fremst hava ábyrgd
ina av sínum
børnum,
og tað er
beinleið
is
teirra
skylda
at
leggja barninum so gott í
beinið, eitt nú at tað ikki fer
at roykja.
Kanska vit í Føroyum eru
býttari enn onnur. Men er
tað so, at okkara børn roykja
fimm ferðir so nógv, sum
børnini í grannalondunum,
so sigur tað nógv meira um
tey vaksnu – um føroysk for
eldur.
Í øllum førum eitt flóv
isligt met: At vit hava mest
roykjandi børnini.
Skommin er eina og aleina
foreldranna!
Tilgongdin við formansvalinum í
Fólkaflokkinum hevur verið rætt
iliga áhugaverd. Tað var Anfinn
Kallsberg, fyrrverandi formaður
floksins, sum kjósaði sær Jørgen
Niclasen sum prins – og hóast hann
ikki hevur havt eydnuna við sær í
øllum, og hóast mótgang, innan-
sum uttanfloks, so hevur Jørgen
Niclasen tey evnini fram um nógv
ar aðrar politikarar, at hann klárar
at fáa sítt í gjøgnum. Og tað eru
góð evni hjá einum politikarara at
hava. Í so máta er Jørgen Niclasen
ein snillingur av guds náði.
Nú hava nýggjaru fólkini í flokk
inum, fyrst og fremst Annika Ol
sen og Jacob Vestergaard fingið
heiðurin fyri góða valúrslitið hjá
Fólkaflokkinum. Í so máta skulu
vit einki taka frá teimum, tí tølini
tala fyri seg. Tey bæði hava einsa
møll nóg mikið av atkvøðum til ein
flokk við trimum tinglimum, og so
leiðis hava tey bæði borið fleiri av
umboðum floksins um tinggátt.
Í gjárkvøldið var so greitt, at
ting- og landsstýrismanningin hjá
Fólkaflokkinum innstillar Jørgen
Niclasen til at halda fram í for
manssessinum, nú flokkurin hevur
landsfund um vikuskiftið. Nú vita
vit ikki, hvør hevur atkvøtt hvat,
men umframt tey átta, sum vórðu
vald, so eru tað tvey, sum hava fast
sæti sum varafólk á tingi og vara
maðurin Bogi Andreasen, ið hevur
sæti fyri Joen Magnus Rasmussen,
sum hava atkvøtt. Og hendan
atkvøðugreiðslan er so mik
ið bindandi, at floksleiðslan
broytir hana valla – uttan rætt
iligt rok er í flokkinum.
Sum vit hava nevnt á her
á síðuni fleiri ferðir, so hevur
tað verið eyðsýnt síðani valið,
at Jørgen Niclasen fór at halda
fram sum floksformaður. Gott
nokk gekk tað ikki so væl hjá hon
um persónliga, sum hjá Anniku
Olsen og Jacob Vestergaard. Men
longu valkvøldið kundi hann fegn
ast um at hava ført Fólkaflokkin til
størsta valsigur síðani 1943 – burt
ursæð frá undantaksvalskeiðinum
1994-98.
Hesaferð varð slóðað væl fyri
Jørgen Niclasen. Jacob Vestergaard
»bakkaði« úr Tinganesi í tingið –
samstundis sum hann boðaði frá,
at hann stuðlaði Jørgen Niclasen í
formansstríðnum.
Annika Olsen varð
send
til
»niðurbræð
ingar« í Almannamál
aráðnum – í tilvitsku
fólkafloksmanna, kann
ein kvinna illa – og ein
sosialministari so slett
ikki blíva forkvinna í Fólk
aflokkinum.
Men aðrar knotur eru helst í
Anniku. Spurningurin er so bara,
um hon letur sær tapið lynda, ella
hon fríggjar til Poul Michelsen...
Í politikki ber alt til:
Taparin vann á vinnaranum
Hóast tað ikki eydnaðist at
koppa Jørgeni Niclasen sum
floksformanni í Fólkaflokk
inum, so hevur tað eydnast
fyrr – eisini hjá eini kvinnu
at koppa einum manni. Tað
hendi eitt nú, tá Lisbeth
Petersen bjóðaði Edmundi
Joensen av til formansval
ið í Sambandsflokkinum í
2001. Lisbeth vann og Ed
mund tapti.
Í 1995 hendi tað øvugta,
at ein maður royndi at koppi
eini kvinnu. Tað var, tá Jó
annes Eidesgaard bjóðaði
Maritu Petersen av til for
mansvalið í Javnaðarflokk
inum. Men tað riggaði ikki.
Jóannes Eidesgaard tapti
uppgerðina. Hann gjørdist
kortini formaður árið eftir,
tá Marita Petersen legði frá
sær, og Jóannes Eidesgaard
var einasta valevni.
Tjóðveldi hevði eisini
eina uppgerð, tá Høgni Hoy
dal koppaði Heina O. Heine
sen sum formanni í 1998.
Sjávlstýrisflokkurin
hevði eisini eina formans
uppgerð í fjør, tá Kári á
Rógvi vann formansupp
gerðina. Kári P. Højgaard
legði kongin, áðrenn lands
fundurin tók støðu til upp
gerðina.
Um vikuskiftið fer Fólk
aflokkurin eftir øllum at
døma at taka innstillngina
av Jørgeni Niclasen sum
formanni til eftirtektar.
Tað riggar viðhvørt,
men ikki altíð...
Umsorganarsvík
at lata børn roykja
Kunnu
gera allar
skurðvið
gerðir í
Havn
G. Harri Guðmundsson
kjak á síðu 17
Skatta
tekniskt
bluff
Fran Davidsen
kjak á síðu 18
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í yvirlitinum yvir feitar stjór
alønir í blaðnum mánadagin,
høvdu vit Mayfinn Norðoy,
stjóra í arkitektavirkinum
SP/F Kontrast, á einum 22.
plássi við 1.205.000 krónum
í ársløn. Hetta er ikki rætt.
Ein feilur var í skipanini hjá
vinnuvitan.biz. Tveir stjór
ar eru í felagnum, Mayfinn
Norðoy og Petur Kári Dal-
Christiansen, sum býta hesa
inntøku millum sín, og í hesi
upphædd er eisini eftirlønin
hjá teimum.
Á listanum stóð SMS á 12.
plássi við einum stjóra. SMS
hevur tveir stjórar, og nevnda
upphæddin er tað, sum báðir
stjórarnir fáa tilsamans.
Feilur í stjóralista
Jørgen vá á anniku...
Soleiðis var metingin her á síðini fríggjadagin....