mikudagur 23. november 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. november 2011 · Nr. 136
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fólkatingsmaðurin hjá Javn
aðarflokkinum,
Sjúrður
Skaale, má nú halda sítt lyfti
og ávirka “maksimalt”, so
Ríkisveitingin verður prís
talsviðgjørd, so sum nýggja
samgongan ynskir.
Tey, sum halda, at tað er
ein løtt uppgáva at fáa eina
avtalu við donsku stjórnina
um eina veruliga prístals
viðgerð av Ríkisveitingini,
fara helst skeiv. Landsstýrið
hevur boðað stjórnini frá
ynski sínum um eina sam
ráðing um málið, men hetta
er neyvan nóg mikið.
Tí eru nú boð eftir Sjúrði
Skaale, fólkatingsmanni, sum
hevur givið lyfti um at stuðla
almenna politikki Føroya
mótvegis donsku stjórnini.
Tann 28. september al
mannakunngjørdi
Sjúrður
Skaale saman við grønlendsku
fólkatingslimunum
eina
“principerklæring”, ið m.a.
sigur soleiðis:
”Partierne forventer, at
regeringen er indstillet på en
åben dialog, når grønlandske
og færøske sager kommer til
behandling – også når det
gælder sager, hvor reger
ingen som udgangspunkt
ikke har samme holdning
som flertallet i Grønland
eller på Færøerne”.
Samgongan í Føroyum,
tvs. meirilutin í Løgtinginum,
ynskir nú at prístalsviðgera
Ríkisveitingini eftir ávísum
leisti. Við nevndu “principp
erklæring” hevur Sjúrður
Skaale bundið seg til at
stuðla ynskinum við “opnum
dialogi” við donsku stjórn
ina.
Fólkatingsmaðurin
hjá
Javnaðarflokkinum
hevur
góðar møguleikar at gjørt
eitt gott arbeiði í so máta.
Hann hevur fleiri ferðir ver
ið alment frammi og sagt
seg hava útvegað Føroyum
“maksimala ávirkan” og fría
atgongd til samrøður við
danskar ráðharrar.
Sambandsflokkurin
á
Christiansborg hevur noterað
sær, at fólkatingsmaðurin
hjá Javnaðarflokkinum á
síni Facebook-síðu skrivar, at
tað er “keðiligt” at hava givið
áðurnevnda lyfti.
Eisini gevur fólkatingsm
aðurin á Facebook úttrykk
fyri, at hann bert fer at gera
sína ávirkan galdandi, tá
atkvøðast skal um samlaðu
donsku fíggjarlógina, har
ið Ríkisveitingin bert er ein
partur. Siðvenjan er, at allir
flokkar atkvøða fyri fíggjar
lógini við 3. og endaligu við
gerð, so tá hevur atkvøðan
hjá Sjúrði Skaale lítla og onga
ávirkan.
Samlað sæð kann hetta
ikki fatast øðrvísi, enn at
fólkatingsmaðurin hjá Javn
aðarflokkinum umhugsar at
bróta sítt lyfti.
Hetta er eitt álvarsligt stig
hjá Sjúrði Skaale at taka. Tað
sáar ikki bert iva um trúvirði
hansara men kann eisini fáa
stórar avleiðingar fyri Løg
tingsins fíggjarlóg fyri 2012.
Um fólkatingsmaðurin hjá
Javnaðarflokkinum rennir
undan sínum lyfti, má hann
eisini átaka sær ábyrgd av, at
stórar sparingar fara at raka
vælferðina í Føroyum longu
eftir nýggjár.
Fyrst ein rætting: Tað er ikki
rætt, at málið um blokk
stuðulin hesaferð bara kemur
fyri sum partur av donsku
fíggjarlógini.
Lógaruppskot um blokkin
til Føroya verður lagt fram
mikudagin, og eftir 1. viðgerð
29. novembur kemur tað til
viðgerðar í Føroyanevndini.
Eg fari væntandi at kalla inn
til fundar í hesi nevnd 1. de
sembur at viðgerða málið.
Uppskotið verður sjálvsagt
sent til hoyringar í Føroyum,
áðrenn tað verður endaliga
avgreitt beint fyri jól.
At stórur áhugi er fyri
málinum er ikki so løgið.
Tað eru tvey mál, sum knýta
verandi
samgongu
sam
an: Hægri blokkur og flat
skattur. Men blokkurin kem
ur fyrst! Uttan meiri pening
úr Danmark ber jú illa til
at fremja flatskattin, sum
kostar landskassanum um
leið 300 milliónir.
Fæst eingin avtala um
hægri blokk, hevur samgong
an ikki nógv at vera saman
um.
Lyftisbrot sum
almennur politikkur
Edmund
Joensen
heldur,
at eg skal gera meira fyri at
bjarga samgonguni. Hann
heldur meg hava verið nakað
lunkaðan í spurninginum um
blokkin, og skrivar soleiðis í
gjár:
"Tey, sum vænta, at tað er
ein løtt uppgáva at fáa eina
avtalu við donsku stjórnina
um eina veruliga prístals
viðgerð av Ríkisveitingini,
fara helst skeiv. Landsstýr
ið hevur boðað stjórnini frá
ynski sínum um eina sam
ráðing um málið, men hetta
er neyvan nóg mikið.
Tí eru nú boð eftir Sjúrði
Skaale, fólkatingsmanni, sum
hevur givið lyfti um at stuðla
almenna politikki Føroya
mótvegis donsku stjórnini."
Trupulleikin við hesum
"almenna politikki Føroya" er,
at hann byggir á lyftisbrot.
Bæði Fólka- Mið og Sjálv
stýrisflokkurin lovaðu dagin
fyri valið, at blokkurin IKKI
skuldi tiðnast. Nú, eftir valið,
vilja teir ikki bara hava hann
tiðnaðan. Nei, nú skal tað
vera við afturvirkandi kraft!
Blokkurin skal altso hækka
við nærum 200 milliónum.
Mín tvístøða er, at Javn
aðarflokkurin
ikki
tekur
undir við hesum. Tey flestu
halda tað vera pínligt at
bidda um pengar, sum vit
sjálv hava sagt frá okkum.
Javnaðarflokkurin
tek
ur slettis ikki undir við tí
asosiala flatskatti, sum peng
arnir skulu brúkast til.
Og
Javnaðarflokkurin
heldur yvirhøvur ikki, at mest
høgravenda og reaktionera
samgonga í Føroya søgu er
verd at bjarga.
Virði semjuna
Hinvegin lovaði Javnaðar
flokkurin, at vit skuldu um
boða føroyska meirilutan og
ikki draga partapolitikk nið
ur á Christiansborg.
Trupulleikin er, at vit nú
hava ein meiriluta, sum hev
ur brotið síni egnu lyfti til
Føroya fólk.
Hesin meiriluti biður nú
Javnaðarflokkin á fólkatingi
um at halda síni lyfti - og so
leiðis hjálpa meirilutanum at
bróta síni lyfti.
So støðan er ikki so ein
føld. Og tí havi eg boðað frá,
at eg ikki fari at skræða meg
sundur fyri at fremja sam
gongunnar vilja í hesum
máli.
Hinvegin: Hetta er eitt mál
fyri landsstýrið, og ta avtalu,
sum landsstýrið ger, virði eg.
Tað er fyri meg ein spurn
ingur um at virða sjálva okk
ara politisku skipan.
Almenni politikkur Føroya
byggir á lyftisbrot, Edmund
Sjúrður Skaale
At viðgera fólk eins, er
at viðgera tey óeins, tí
tey eru óeins.
Hetta eigur at vera
grundarlagið fyri øllum
arbeiði fyri fólk frá
vøggu til grøv.
Hjálpin og stuðulin
eigur altíð at verða givin
eftir tørvi, og tørvurin
vil altíð vera ymiskur frá
einum fólki til annað.
Og tørvurin er ikki
konstantur, men varierar
frá tíð til aðra.
Vit vita ikki framm
anundan, hvør ið fær
ein ella annan - størri
ella minni - tørv, men
øll vita, at tey í einum
solidariskum vælferðar
samfelagi eru tryggjaði
til eina og hvørja tíð.
Nýggja
samgongan
er nú í ferð við at taka
kvørkratak á vælferðar
skipanina fyri at seta
eina ósolidariska skipan
í staðin.
Tí ein flat-tax skip
an førir við sær, at væl
ferðarsamfelagið fer at
mangla nógvar mill. kr- í,
samanlíkna við í dag, og
hesin peningurin fer at
vera kravdur inn, tá tær
- nú ókeypis - vælferð
artænasturnar
skulu
nýtast.
Hetta fer skjótt at
vísa seg at blíva dýrt,
ja so dýrt, at mong fara
at sanna, at nógv minni
verður eftir til alt tað
vanliga, enn áðrenn flat-
tax var viðtikið og sett í
gildi.
Tann nógv umrøddi
skatturin á eftirlønina
skal
brúkast
til
at
tippa nøkur av flat-tax
holunum, so vælferð
arsamfelagið ikki full
komuliga verður skotið
í sænk. Men tær mill., ið
skatturin av eftirlønini
geva, fara so at mangla í
onkra aðra staðni.
Øll áttu at vita, at
eitt
fólkafloksparadís
byggir á ójavna teimum
ríku og vælbjargaðu til
fyrimunar, tí til tess er
flokkur teirra stovnaður,
og á tann hátt hevur
hann virkað í samfull
70 ár: altíð at taka frá
fjøldini og geva teimum,
ið annars hava í yvirflóð.
Henda høgrakós hevur
verið - er - og fer altíð at
vera teirra eyðkenni.
Undarligt at fjøldin
og fleiri flokkar fylgja
hesu kós, tí óvitandi um
avleiðingarnar
nýtist
ongum at vera.
Vónandi gera fakfe
løgini teirra skyldu bæði
nú og í komandi framtíð.
soleiðis at skaðin gerst
so avmarkaður, sum tað
nú einaferð letur seg
gera.
Flat-tax, fólka
flokkurin og
fakfeløgini
Dagfinnur Danbjørg
Málið um blokkin verður lagt fram í morgin. Eg virði
úrslitið - men eg skræði meg ikki sundur fyri at hjálpa
samgonguni at fremja síni egnu lyftisbrot
Nú má S. Skaale halda lyftið
Edmund Joensen
fólkatingsmaður
Kjak