Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. november 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. november 2011 · Nr. 137 vikuskiftisblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tað annars so meinaleysa for­mans­stríð­ið í Fólk­a­flokki­ num mill­um Ann­iku Ol­sen og Jørg­en Nicl­a­sen tyk­ist hava ment seg til eitt rætti­ ligt valds­stríð, sum hev­ur all­ar teir in­gre­di­ens­ir, sum skulu til. Fólkaflokkurin hevur í fleiri før­um víst seg eins og komm­uni­sta­flokk­ar­nar eyst­ an­fyri í gomlum døgum. J-Bandin í Fólkaflokkinum kundi tað sama havt so matar menn sum Leonid Bresjnev, Jurij Vlad­i­mi­r­o­vitj Andropov og Kon­stan­t­in Tjer­n­en­k­o – og fyri tað sjálv­an Mao – sum lim, held­ur enn J. Nicl­a­sen, J. á Lakjuni, J. Vest­er­gaard og J. Mikk­el­sen. Men J-Band­in hev­ur vunn­ið slag­ið. Hann hev­ur tulk­að seg til tað, at ein inn­still­ing er ein inn­still­ ing av ein­um manni – Jørg­eni Nicl­a­sen. Einaferð fekk Jørgen Nicl­ a­sen eina aðra innstilling. Tað var í Utt­an­rík­is­ráð­num, tá að­al­stjóri skuldi set­ast. Ein inn­still­ing varð gjørd. Trígg­ir menn vóru inn­still­ að­ir, og Jørg­en valdi numm­ ar trý. Tá floks­leiðsl­an hjá Fólk­a­flokk­i­num skal velja for­mann í kvøld fær hon fyri ein sikk­ur­heit­s­skuld bara eitt val­evni at velja í. Val­ið er frítt, men valið er eitt­ans, og valið er Jørgen. Annika mátti lúta, og páp­ in var fyri ein sikk­ur­heits­ skuld eis­ini spark­að­ur frá sum for­mað­ur í Suð­ur­oy­ar Fólk­a­floks­felag. Kommunistar ella ikki. J-Band­in ella 4-Bandin. Segði nakar, at makt korr­um­p­er­ ar? Fakfeløgini finna seg ikki í, at lands­ stýr­ið oyð­i­leggur pen­sjóns­skipanina til at fíggja skatta­lættan til tey væl­ bjarg­aðu. Tað var greiði boð­skap­ur­in eftir fund­in hjá øllum fak­fel­øg­u­num í land­i­num í gjár. Og tað var týðuligt, at fakfeløgini hes­a­ferð ætla at gera bart. Georg Han­sen, fo­r­mað­ur í Før­oya Ar­beið­ ar­a­fel­ag, sig­ur, at hetta bara er fyri­ reik­ing til tað, sum koma skal. – Vit fara ikki at sita á reyvini, með­an tey oyði­leggja okk­ara pen­ sjóns­skip­an, segði hann hóttandi. Hóast fáur hevði trú tí, so hevur tað hepna­st Fólkaflokkinum at smoyggja flat­skatt­a­skip­an­ina inn í sam­gong­u­skjal­ið, og tað hevur eis­ini hepn­ast flokk­i­num at frelsa sjálvt Jen­is av Rana, sum nú gong­ur beint í­móti sí­n­um val­lyft­um við at verja tey á teim­um ovastu rók­u­num, hó­ast hann í áravís hev­ur á­tik­ið sær leik­ lut­in sum verji hjá teim­um, á teim­ um nið­astu róku­num. Eisini hev­ur hann nú í sjey ár speirikið serliga Javnaðarflokkin, men eisini Fólka­ flokkin og Sambandsflokkin fyri at geva teim­um ríku skattalætta. So­leið­ is broyt­ast fólk fyri at fáa makt. Jenis av Rana vil heldur hava maktina enn at veita teim­um lágløntu skatta­lætta. Og hann blúgv­ast eft­ir øll­um at døma ikki við at selja seg fyri skatta­ lætta til mil­l­i­ón­ing­ar. Tað skerts ikki brut, at tað júst er Mið­flokk­ur­in, sum er skurk­ur­in í hes­um máli. Fólka­flokk­u­r­in hev­ur tón­að reint flagg. Hann er ein borg­ ar­lig­ur flokk­ur, sum stendur fyri slík­ um pol­i­tikki. Gamla Sjálv­stýri hev­ur leik­lut­in sum pol­it­iski veð­ur­han­in, sum snýr seg í ta ætt, sum nú eina­ ferð hósk­ar best. Løg­maður segði kvøld­ið fyri valið – sum tann ein­asti floksformaðurin – at vit skulu ikki hava skatta­lætta. Men í pol­itikki ber alt til – og at broyta eina mein­ing 180 stig upp á tveir dag­ar, tað ber væl til, tí tað hava all­ir flokk­ar­nir í sam­gonguni gjørt. Sam­bands­flokk­ur­in við skatt­a­lætta, Fólka­flokk­ur­in við at blíva ein blokk- bidd­ar­a­flokk­ur og Mið­flokk­ur­in við at tryggja mill­i­ón­ing­um skatta­lætta, sum ser­liga lim­ir­nir hjá Georg Han­ sen skulu gjalda. Kanska ein slíkur hvøkkkur frá borg­ar­lig­ari síðu, sum hend­an re­ akt­i­on­era sam­gong­an stend­ur fyri, fær fak­fel­øg­ini at standa saman. Tað kundi verið áhugavert. Men ein stórfundur og ein mót­ mæl­is­gonga verða valla tað, sum fær sterka mann­in í Fólk­a­flokk­i­num nið­ ur trapp­ur­nar í Al­bert Hall á Argjum, ella sum fær Jenis av Rana at hyggja tey á nið­astu rókum í eyguni. Uttan atkvøðuna frá fak­fel­ags­ lim­um, so høvdu vit ikki hesa re­ak­ t­i­on­eru sam­gongu. Men nú fáa vit at síggja, um fak­fel­ags­rørsl­an megn­ar at standa sam­an, og um hon dug­ir at fáa á­vir­k­an á pol­i­tikk­in – ella um hon bara fer upp á barrikadurnar. Hvøkkurin frá samgonguni skapar kanska samanhald...? Mótmælistiltak verð­ur í Vágs­ botni í Havn í morgin klokkan 13 Talan er um eitt felags á­tak, har nóg ymisk fólk – utt­ an mun til bakgrund ella pol­it­isk­an lit – savn­ast at gera vart við sína ó­nøgd við, at lands­stýr­ið ætl­ar at hækka danska blokk­stuð­ul­ in aft­ur­virk­andi. Fyri­reik­ar­ ar­nir siga: – Vit mótmæla, at lands­ ins stjórn ger okkum til bidd­ar­ar, bindur okkum fast­ari at veitingum úr øðr­ um landi og brýt­ur nið­ur fel­ags kósina fram ímóti bú­skap­ar­lig­um sjálv­bjargni, sum breið politisk und­ir­ tøka hevur verið fyri. Fólkafundurin verður und­ir lið Nólsoyar Páls í Vágs­botni í morgin, leyg­ar­ dag­in, klokkan 13 til 14. Á skránni verða røður við eitt nú Sigri M. Gaïni,  Jón Dan­i­el­sen, Poul Michelsen, Jó­anes Nielsen  og Høgna Hoy­dal. Laura Joensen fer at lesa yrk­ing­ar, og Eyðun Nolsøe fer at syngja og spæla. Eis­ ini verður felagssangur. Samkoman varðar í ein tíma, og heita fyr­i­skip­ar­ ar­nir á­ fólk um at møta fjølment. Millum tey, sum stuðla hesum tiltaki eru: Líggjas í Bø, Laura Joensen, Poul Huus Sólstein, Hans í Líðini, Poul Mohr, Eyðgunn Samuelsen, Sirið Stenberg, Hákun Steingrímsson, Áki Andreassen, Poul Michelsen, Kristina Háfoss, Janus Rein, Høgni Mohr, Bjørt Samuelsen, Rigmor Dam, Árni Andreasen, Høgni Hoydal, Gunnar Djurhuus, Milja Hanusardóttir, Gunvør Balle, Maria í Skorini, Óluva Klettskarð, Jóhan Samuelsen, Peter Østergård, Páll Isholm, Fríðbjørg Andreasen og fleiri. Nei til biddara­gongd – Ja til sjálvbjargni! Upp á barrikadurnar J-Bandin vann Fólkaflokkin Edmund og hansara spøkilsi ikki í ordan Sjúrður skaale kjak á síðu 15 Er hetta fólkaræði? Jógvan Philbrow kjak á síðu 15 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000