fríggjadagur 25. november 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. november 2011 · Nr. 137
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
– Ongin hevur sagt mær frá!
Jákup Olsen í Vági er nú
koyrdur frá sum formaður í
Suðuroyar Fólkafloksfelag.
Hann er pápi Anniku Ol
sen, landsstýriskvinnu og so
statt hevur ósemjan um for
mansvalið í Fólkaflokkinum
tikið eina heilt nýggja vend.
Men Jákup Olsen sigur, at
tað kom púra óvart á hann, tí
hann fekk onki at vita um at
hann var frákoyrdur, fyrrenn
hann hoyrdi tað sum slatur.
– Telefonin ringdi klokkan
10 týskvøldið og tá var tað ein
sum spurdi um felagið hjá
Fólkaflokkinum í Suðuroy
hevði fingið nýggjan for
mann, sigur Jákup Olsen.
– Eg mátti bara svara, at
tað kendi eg onki til og so
endaði tann samrøðan, legg
ur hann afturat.
Men hann sigur, at so fór
hann at spyrja seg fyri og tá
fekk hann at vita, at hetta var
álvari og at hann slett ikki
var formaður í Suðuroyar
Fólkafloksfelagi longur.
– Tað vísti seg, at nevndar
fundur hevur verið í Suður
oyar Fólkafloksfelag í farnu
viku og har er nýggjur for
maður valdur.
Jákup Olsen sigur, at hann
hevur verið settur út av spæl
inum í langa, tí hann hevur
verið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi,
har hann hevur verið lagdur
undir skurð í fótinum.
Síðani hevur hann gingið
at høkjum og tað gongur
enn, men hetta hevur elvt til,
at bæði slakt og valstríð fór
afturvið borðinum, uttan at
hann fekk verið við.
Men hann staðfestir sam
stundis, at hann fekk ikki
fundarboð til hendan fundin,
har hann varð frákoyrdur.
Tí metir hann, at talan er
um ein ólógligan nevndar
fund.
– Men tað leggi eg onki
í. Vilja tey hava ein annan
formann enn meg, tími eg
ikki at berjast ímóti tí, leggur
hann afturat.
Men hann heldur, at fram
ferðin er løgin
– Hetta eru ”uppreistrar
metodur” og hetta boðar ikki
frá góðum í Fólkaflokkinum,
sigur hann.
Hann ivast ikki í, at hetta
er eitt samstarv ímillum
Jacob Vestergaard og Jørgen
Niclasen, sum er orsøkin til
hetta kvettið í flokkinum í
Suðuroy, sum hann kallar
tað.
– Hetta er eina og aleina
fyri at tryggja Jørgen Nicla
sen atkvøður til formansvalið
í flokkinum.
–
Í
hesum
sambandi
skuldi eg koyrast frá, tí ann
ars kundi tann støðan upp
standa, at eg kom at sita í
floksleiðsluni
leygardagin
og skuldi hava ávirkan á,
hvør hevði verðið formaður
floksins.
Jákup Olsen heldur, at tað
er langt síðani avgjørt framm
anundan, hvør skal verða for
maður í Fólkaflokkinum.
Hann heldur, at Fólka
flokkurin er blivin sum gamla
Sovjett, har tað skuldi eitast
at vera val, men har bara eitt
valevni var at velja
Hevur stuðlað Jacob
Jákup Olsen staðfestir, at
tað kann ikki vera órógv og
ósemja í Fólkaflokkinum í
Suðuroy, sum hava elvt til
hetta kvett, sum hann kallar
tað.
– Í Fólkaflokkinum í Suð
uroy hevur ongin orrusta av
nøkrum slagi verið. Tvørtur
ímóti havi eg stuðlað Jacob
Vestergaard, alt tað eg havi
verið mentur, sigur hann.
– Men eg havi verið so
leingi í politiskum arbeiði,
at eg eri ikki vónbrotin, tí so
leiðis kann politikkur vera.
Annars heldur hann, at
Jørgen Niclasen kann ikki
tvíhalda um formansessin
í Fólkaflokkinum við teirri
grundgeving, at hann hevur
leitt flokkin fram til ein stór
an sigur á løgtingsvalinum.
– Tað var ikki Jørgen
Niclasen, sum vann valið
fyri Fólkaflokkin. Tað vóru
Annika Olsen og Jacob Vest
ergaard, sum vunnu valið
fyri flokkin.
– Tí er tað ongin ivi í mín
ari sál um, at Annika Olsen
og Jacob Vestergaard eiga
hvør sín landsstýrissess fyri
flokkin.
Ikki fólkalív
Jákup Olsen hevur eisini
nøkur vælmeint alfaðirlig
ráð til dóttrina í støðuni, sum
nú er íkomin.
- Annika eigur ikki at góð
taka slíka framferð, staðfestir
hann avgjørdur.
Hvørji ráð vilt tú so geva
henni?
– Tað veit eg ikki, men
sjálvur hevði eg ikki tímað at
barst ímóti slíkum kreftum í
allar ævir.
– Annika er 36 ára gomul
nú og tí haldi eg, at nú eigur
hon av álvara fara at um
hugsa sína borgarliga framtíð
uttan fyri politikk.
– At liva og virka í hesum
”djevulskapinum”
er
ikki
fólkalív, sum Jákup Olsen
málber seg.
Eigur hon at skifta flokk?
– Tað veit eg ikki, so langt
havi eg heldur ikki hugsað.
Men eg má viðganga, at eg
eri tikin á bóli av tí, sum fer
fram í flokkinum í hesum
døgum.
FRÁKOYRDUR Jákup Olsen er nú koyrdur frá sum formaður í Suðuroyar
Fólkafloksfelag. Men sjálvur visti hann ikki av nøkrum
Pápi Anniku Olsen koyrdur
úr leiðsluni í Fólkaflokkinum
Hetta var takkarlønin
– Støðan í Fólkaflokkinum er farin at líkjast tí »heilt
merkverdiga«.
Tað heldur Annika Olsen, landsstýriskvinna fyri
Fólkaflokkin, nú ein nýggj krúlla kom á málið um for
mansvalið í flokkinum við tað, at pápi hennara varð frá
koyrdur sum formaður í Suðuroyar Fólkafloksfelag.
Annika Olsen staðfestir, at pápi hennara varð frá
koyrdur sum formaður uttan so mikið sum at hava
fingið fundarboð.
– Í síðstu viku varð nevndin í Suðuroyar Fólkafloks
felag kallað saman til fundar, men formaðurin fekk ikki
fundarboð, sigur hon.
Har varð hann so frákoyrdur uttan at vera til staðar
og Finnbjørn Nielsen varð valdur til nýggjan formann.
Jákup Olsen er nú vanligur nevndarlimur í Suður
oyar Fólkafloksfelag.
Hon ivast ikki í, at pápi hennara varð frákoyrdur
sum formaður, bara fyri at hann ikki skuldi sleppa at
sita í floksleiðsluni í kvøld, tá ið støða skal takast til
formansvalið í Fólkaflokkinum.
– Hann hevur gjørt eitt stórt arbeiðið fyri flokkin
í nógv ár, men hetta var so takkarlønin, heldur hon
speiskliga fyri.
Annika Olsen hevði bjóðað seg fram sum forkvinnu
í Fólkaflokkinum, men umboð floksins í Løgtingi og
landsstýri, hava tilnevnt Jørgen Niclasen og tað skal
floksleiðslan taka støðu til í kvøld.
Men hon staðfestir samstundis, at hevði flokkurin
komið í eina støðu, har hon var upp á tal at verða for
kvinna fyri Fólkaflokkin, hevði pápi hennara sjálvandi
verið ógegnigur og sostatt hevði hann ikki verið við í
viðgerðini.
– Í Suðuroyar Fólkafloksfelag
hava vit ikki sæð í halaferðina
á Jákupi Olsen í langsamiliga
tíð.
Jacob Vestergaard, sum er
skrivari í Suðuroyar Fólka
floksfelag, heldur, at tað kann
vera orsøkin til, at hann ikki
hevur fekk fundarboð á sein
asta nevndarfundi.
Sjálvur veit ikki ordiliga,
hvør kallaði saman til nevnd
arfundin í farnu viku, men á
tí fundinum var nýggjur for
maður valdur.
Hann vísir staðiliga aftur,
at formansskiftið í Suðuroyar
Fólkafloksfelag hevur nakað
sum helst við formansvalið í
Fólkaflokkinum at gera, so
leiðis, sum róð verður fram
undir.
– Eg haldi, at orsøkin
til at vit skiftu formann er
meiri jarðbundin enn so. Og
orsøkin er, at vit hava onki
sæð til Jákup Olsen í langa
tíð.
Men nú sigur hann, at or
søkin er, at hann hevur verið
sjúkur?
– Tað kann gott vera, at
hann hevur verið sjúkur, men
vit hava so ikki sæð hann og
tí skiftu vit formann, sigur
svarar Jacob vestergaard.
Hava ikki sæð í halaferðina á Jákupi Olsen
Orsøkin til at vit
skiftu formann er meiri
jarðbundin enn so
Annika eigur ikki at
góðtaka slíka framferð
Kvett
– Eg fekk ikki fundarboð og tí var fundurin ólógligur.
Men eg ætli mær ikki at berjast ímóti, sigur Jákup Olsen,
frákoyrdur formaður í Suðuroyar Fólkafloksfelag
Annika eigur ikki at
góðtaka slíka framferð