Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. november 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. november 2011 · Nr. 137 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilt tú vera við til at bera verandi vinnu framá? Megnar tú at fara í dýpdina og arbeiða breitt? Vilt tú arbeiða í einum broytiligum umhvørvi? So eigur tú at søkja starv í Vinnuhúsinum. Ráðgevi til Vinnuhúsið Vinnuhúsið er felags heiti fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag við undirfeløgum umframt føroysku vinnufeløgini. Feløgini í Vinnuhúsinum arbeiða fyri at tryggja føroysku vinnuni best møguligu kor. Hetta verður gjørt m.a. við miðvísum arbeiði og við kunning, sum gevur politiska ávirkan. Feløgini taka sær m.a. av sáttmálum á privata arbeiðsmarknaðinum, veita limunum kunning og ráðgeving og skipa fyri vinnumennandi tiltøkum, sí eisini www.industry.fo. Smærugøta 9A // FO-100 Tórshavn // Tel: +298 30 99 00 // Fax: +298 30 99 01 // industry@industry.fo sansir.fo Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir ráðgeva til Vinnuhúsið. Sum ráðgevi fert tú at arbeiða við ráðgeving, samskipan og at gera longri og styttri útgreiningar. Arbeiðið fevnir um at · gera greiningar og lýsa mál · samskipa uppgávur fyri vinnugreinafeløg · vera við í fyriskipan av vinnuligum tiltøkum og átøkum Í hesum sambandi krevst tætt samstarv við leikarar í føroysku vinnuni og við myndugleikar. Vit vænta, at tú · hevur hóskandi hægri útbúgving og arbeiðsroyndir · hevur kunnleika til føroyska vinnu · dugir at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst · hevur góð samstarvsevni · dugir væl at samskifta, bæði á føroyskum, norðurlendskum og enskum Tað kann vera ein fyrimunur at hava kunnleika til og førleikar innan samskifti. Vit kunnu lova tær eitt fjølbroytt og áhugavert starv. Løn eftir avtalu. Umsókn eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. desember 2011. Ynskir tú at vita meira, ert tú vælkomin at ringja til stjóran, Maritu Rasmussen, tel. 739909. Umsóknin skal sendast til: Vinnuhúsið Att.: Marita Rasmussen Smærugøta 9a, Postsmoga 1038 FO-100 Tórshavn ella við telduposti til industry@industry.fo Mob: +298 73 99 0? Spennandi starv á Landsverki Vit leita eftir dugnaligum og álítandi smiðjuformanni til maskinmiðstøðina í Kollafirði. Les meira á www.landsverk.fo. Umsóknarfreistin er 28. november.