Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-25, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. november 2011síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 137 · 25. november 2011 14 VIKUSKIFTI Sprotin Jarðarinnar litbrigdi eftir íslendska skaldið Ólaf Jóhann Sigurðsson verður í hesum døgum givin út á Sprotanum í týðing eftir Alexandur Kristiansen. Talan er um frásøgn við sterkum og sansa­ligum lýsingum, sum við skemti­ ligum broddi at enda greiða frá einum kenslu­rúsi, tá hann tekur við og rennur av aftur eitt gott ár seinni. Forelskilsi og ørskapur Jarðarinnar litbrigdi tykist long av stutt­søgu at vera: 101 síðu, men hon snýr seg um eitt og ein: Gudmund og for­elskilsi hansara, og hvussu hann í stív­liga eitt ár hevur tað og fótar sær við sínum kenslum, sum hann heldur ongan annan nakrantíð hava vitað um, og sum eru heilt serstakar fyri hann. Tí kann hann heldur ikki tosa við nakran um hetta, sum hendir hann, sjálvt um mamman spyr, hvat bagir, og systirin sigur hann avdúka seg, tá hann droymir um náttina. Forelskilsið og allar kenslurnar úr enda í annan verða sansaligt lýstar! Tá hann er vorðin skotin í Sigrun Mariu umskapast allur heimurin; alt skil er skúgvað til viks, og hann sær og hoyrir í blómandi várlitum, tó at heyst og vetur eru. Lívsjáttandi náttúru­fyribrigdi og djóralív rína reiðiliga við, eins og náttúruljóð og kenslur kennast sum horntónleikur og streingja­ljóðføri í bringu hansara. Hann er givin upp til skutils, og sum tann við­ brekni unglingur hann er, fer tað illa við honum at sleingjast sum tongul í brimi millum eufori og melankoli. Ung­dómsforelskilsi við sínum umskifti bræði og viðkvæmi er lýst við skyni og fynd. Stuttsøga skipað við skili og einum broddi av skemti Umframt at vera ein fitt, sæl og skemti­ lig kenslulýsing er frásøgnin snildis­liga og gløggskygt vovin saman við skald­ sligum og sveimandi orðalagi og endur­ tøkum og køldum køvisligum eyg­leið­ ingum, sum endurspegla kenslurnar, tá tær eru í hæddini og í aldudalinum, tá vit og skil renna við aftur. Hegnisliga stuðla formur og innihald hvørt annað og eru so mikið fangandi, at tú sleppur ikki bókini, fyrr enn hon er lisin á tamb. Og eftir situr ein og hugsar: Fløkt og fitt, greitt og genialt, og er tað neyvan uttan orsøk, at Ólafur Jóhann Sigurðsson fekk bókmentavirðisløn Norðurlandaráð­ sins í 1976 fyri yrkingasøvnini Að laufferjum og Að brunnum. Ótrúligt, sum rit­høvundurin hevur gott tak á les­ara og tí, sum flýtur úr penninum, tí sum lesari hevur ein samhuga við Gudmundi og verður tikin á bóli sam­ stundis sum høvuðspersónurin, við tað at bókin er skrivað úr sjónarmiði hansara. Væl hugsað og væl úr hondum greitt; so er bert at vóna, at vit lesarar hava skil fyri at virðismeta handverkið og listagávurnar. Gudmundur og Sigrun Maria Gudmundur, sum er 16 ára gamal, gerst góður við gentuna á grannagarðinum, Sigrun Mariu, sum er gott og væl eitt ár eldri enn hann. Hon tekur hann ikki fyri fult, er eitt sindur forherðað, og hann hevur sítt stríð við at fáa orð á hana og bera seg rætt at. Søgan fer fram á bygd í Íslandi um miðja farnu øld ella nakað fyri tað. Gudmundur og Sigrun Maria og familjur teirra fáast við seyð og liva av landbúnaði, men tann nýggja tíðin, sum er forvitnislig fyri ungdómin setur eisini sín dám á tilveruna á bygd. Um summarið verður vegur gjørdur, og tá koma ungir mans úr býnum til bygdina at arbeiða. Teir búgva í tjaldið, larma, spæla øðrvísi tónleik, roykja og ballast, so øll vikulønin hvørvur sum døgg fyri sól, tá vikuskiftið er av. Sigrun Maria er sum konufólk flest hugtikin av hesum dreingjunum og øllum tí nýggja teir koma við. Hon sigur bygdardreingirnar vera køvisligar og bara tosa um seyð, neyt og ross og hevði ynskt, at teir lósu í bókum og høvdu skil fyri yrkingum. Mundi er ikki sum dreingir flest, men sær Sigrun Maria tað? Og hvør endar við at flyta av plássinum, og hvør er tann køvisligi? – ein fitt, sæl og skemtilig lýsing av ungdómsforelskilsi Jarðarinnar litbrigdi Fakta Ólafur Jóhann Sigurðsson 1918-1988, skrivaði og gav út bøkur frá 1934 og til hann doyði. Ritverkið snýr seg um stuttsøgur, skaldsøgur, yrkingasøvn og barnabøkur. Skaldskapur hansara er týddur til alskyns mál. Hann fekk bókmenta­ virðis­løn Norðurlandaráðsins í 1976 fyri yrkinga­søvn­ini Að laufferjum og Að brunnum. Jarðarinnar litbrigdi kom út í 1947.