fríggjadagur 25. november 2011síða 48
Tekstur á síðuni
nr. 137 · 25. november 2011
16
VIKUSKIFTI
Vísind
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Hetta var annars ætlað at vera tann heilt
stóra verkætlanin hjá russiska rúmdar
ídnaðinum. Phobos Grunt skuldi, sum
navnið sigur frá, flúgva til Mars-mánan
Fobos, seta eitt lítið far niður á mánan,
taka royndir á mánaskorpuni og koma
aftur til jørðina við royndunum. Eftir
ferðaætlanini skuldi Phobos Grunt
koma í ringrás um Mars í oktober
næsta ár, og í februar í 2013 skuldi tað
lítla farið so fara niður á mánan. Í juli
í 2014 skuldi Phobos Grunt so koma
aftur á jørðina.
Enn hevur eingin megnað at fullføra
eina ætlan sum ta russisku, og tað vóru
heldur ikki øll, sum vóru vís í, at tað fór
at eydnast. Men at verkætlanin skuldi
fáa trupulleikar, longu áðrenn kósin var
sett ímóti Mars, kom óvart á sjálvt tey
mest ivingarsomu.
Tað var teknikkurin, sum sveik.
Rakettin, sum skuldi lyfta Phobos
Grunt úr einari innari út í eina ytri
ringrás um jørðina og í øðrum umfari
út ímóti okkara grannagongustjørnu,
sveik longu beint aftan á útskjótingina
frá Bajkonur-útskjótingarstøðini í
Kasakhstan.
Ferðin av ongum
Harafturat hava trupulleikar verið við
samskiftinum við fylgisveinin, og tað
hevur millum annað gjørt, at teir russ
isku teknikararnir vita ikki, um tað er
telduskipanin, sum hevur svikið, ella
um talan er um eitt maskinbrek.
Amerikanska rúmdarumsitingin
NASA hevur ikki sagt nakað um brekið
við Phobos Grunt, men amerikanskir
rúmdaramatørar hava sagt, at teir
hava sæð fylgisveinin sveima í ringrás
kring jørðina, og at rakettin, sum skuldi
senda farið longri út, er føst í farinum
enn. Annars tykist tað, sum at alt er
heilt, siga teir.
Enn hava teir russisku rúmdar
myndugleikarnir ikki sagt, at teir hava
mist vónina um ferðina til Fobos, men
nógv bendir á, at Phobos Grunt fer
ongan veg ella í hvussu er ikki tann
ætlaða vegin. Og tað gevur russum og
okkum øðrum aðrar trupulleikar at
hugsa um.
Eitrandi brennievni
Nakrir serfrøðingar siga, at Phobos
Grunt og rakettin kunnu koma niður
ígjøgnum atmosferuna longu tíðliga
í desember. Tað eitrandi brennievnið,
millum annað evnið hydrazin, sum
rakettin skuldi brúka til at lyfta fylgis
veinin frá jørðini til Mars, er har enn,
og tað hevur fingið fleiri at stúra.
Summi siga, at brennievnið kann
vera ein hóttan, tá rakettin kemur
aftur ímóti jørðini, men amerikanski
granskarin David Warmflash heldur
hinvegin ikki, at brennievnið er nakar
vandi, tí tað fer at kolast upp í atmos
feruni, sigur hann. Sjálvur hevur David
Warmflash tætt samband við russisku
verkætlanina, tí hann stendur á odda
fyri einum granskaraliði, sum hevur
royndarútgerð umborð á Phobos
Grunt.
Tá russar sendu farið upp, vigaði tað
millum 12 og 13 tons, og serfrøðingar
eru á einum máli um, at alt fer ikki
at kolast upp á ferðini niður ígjøgnum
atmosferuna, men endar aftur á jørðini.
Men hvar pettini detta niður, nær tey
detta niður, veit eingin at siga enn.
Fyri knappliga fjúrtan døgum síðani sendu russar fyrgisveinin
Phobos Grunt í ringrás um jørðina, men nú bera vísindafólk
ótta fyri, at hann fer at detta niður longu fyrst í næsta
mánað – kanska við fleiri tonsum av eitrandi brennievni
Russisk Mars-
rakett kann detta
niður í desember
Fobos er tann innari av teimum báðum mánunum hjá gongustjørnuni
Mars og er í ringrás knappar 9.400 kilometrar frá gongustjørnuni.
Tað var amerikanski stjørnufrøðingurin Asaph Hall, sum fyrstur fekk
eygað á Fobos og hin mánan hjá Mars, Deimos. Tað var í 1877.
Tað verður ikki á hesum sinni, at Phobos Grunt kemur so nær Mars-mánanum.