mánadagur 28. november 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. november 2011 · Nr. 138
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
mánadagsblaðið
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
– Farið heim og skammið
tykkum!
So greiður var boðskapur
in frá Jenisi av Rana og øllum
hinum fakfelagsleiðarunum
fyri 19 árum síðani.
Um tað er fyri at vísa, at
Jenis av Rana er tann stóri
svíkjarin, at fakfeløgini hava
sent út hesa 19 ára gomlu
myndina,
skulu
vit
ikki
kunna siga. Men hetta vísir
ein fyrrverandi fakfelagsleið
ara, sum nú er størsti fíggind
in hjá fakfelagsrørsluni.
So her er av sonnum vent
í holuni. Jenis av Rana er ikki
longur fakfelagsleiðari hjá
ungum læknum. Nú er hann
væl løntur kommunulækni,
og sum løgtingsmaður í 17 ár,
so hevur hann longu tryggj
að sær eina fulla, feita ting
mannaeftirløn upp á slakar
21.000 krónur um mánaðin
restina av lívinum longu um
eitt gott ár, tá hann fyllir 60
– umframt ta pensjón, hann
hevur savnað sær sum lækni
pluss
fólkapensjón
pluss
samhaldsfasta.
Og so er ikki annað at
gera, enn at gloyma alt um
megafonir, mótmælisdregl
ar og rakstrarróp um at fáa
fakfelagsfíggindaligar polit
ikarar til hús.
Hatta var tann Jenis, sum
vardi tey á niðastu rókunum.
Nú hann situr á ovastu rók
við búgvið borð hjá Jørgen
Niclasen, sum nú hevur vald
ið í Føroyum, hevur pípan
fingið annað ljóð.
Soleiðis kunnu fakfelags
leiðarar ganga aftur. Um enn
í gráum kálvskinni...
Ikki er alt í politikki, sum tolir dags
ins ljós. Soleiðis vóru landsfundir
hjá politisku flokkunum altíð hildn
ir fyri afturlætnum hurðum. Men
eftir aldaskiftið kom broyting í. Tá
funnu politisku flokkarnir útav, at
tað var nógv skilabetri at bjóða fjøl
miðlunum við til landsfundirnar,
eins og gjørt verður í øðrum lond
um. Fría orðaskiftið – eisini tá tað er
í politiska baklandinum hjá flokku
num – skal vera gott og gagnligt, og
tí skal tað eisini tola dagsins ljós.
Allir flokkar hava tí seinastu
árini boðið fjølmiðlum við. Fólka
flokkurin er farin so vítt, at hann
hevur enntá sent allan landsfund
in »live« á internetinum.
Men leygardagin kom vend í hjá
Fólkaflokkinum. Fjølmiðlarnir vóru
ikki bodnir við, og einki varð sent
á internetinum. Men tað hildu vit
vera eitt mistak, so sjálvandi sendi
Sosialurin fólk til fundin, sum varð
hildin á Hotel Hafnia leygardagin.
Um tað var tí, at leiðslan í Fólka
flokkinum var bangin fyri at fáa
skorfleingju á landsfundinum, at
fjølmiðlarnir ikki vóru bodnir við
kunnu vit bara gita um. Men tá at
finningarnar høvdu heglað niður
yvir leiðslu floksins í einar tveir
tímar um órættvísu framferðina
við, at floksleiðslan ikki slapp at
taka dagar í millum Jørgen Nicla
sen og Anniku Olsen og um, at Jac
ob Vestergaard varð vrakaður sum
formaður, tá varð Sosialurin koyrd
ur á dyr við teimum boðum, at tann
avgerðin varð tikin um morgunin.
At persónsstríðið í Fólkaflokk
inum er stórt og tyngjandi fyri
flokkin er eyðsæð. Tá ein gamal
politiskur revur sum Óli Breck
mann trínur upp á røðarapallin at
siga, at Fólkaflokkurin skal skifta
formann og landsstýrisfólk ongan
tíð ov skjótt, tá má tað vera talan
um ein flokk í stórum persónstrup
ulleikum.
Á hendan hátt líkist Fólkaflokk
urin teimum gomlu kommunistisku
flokkunum eystanfyri, har gamlir
knarkar hildu seg til maktina við
øllum snildum.
At eitt slíkt stríð skal standast í
Fólkaflokkinum beint nú tykist ikki
serliga búgvið politiskt. Flokkur
in er komin í tað mest reaktioneru
samgongu, sum hann kann hugsa
sær. Hann hevur fingið allar hinar
flokkarnar í samgonguni at taka
undir við flatskattinum, og tað er
løgið, um eitt persónsstríð í Fólk
aflokkinum skal forkoma hesum
møguleika. Men vit hava sæð slíkt
fyrr, eitt nú tá Tjóðveldi hálaði
teppið undan Anfinni Kallsberg og
harvið forkom fullveldissamgong
uni endaliga.
Tað verður áhugavert at frætta,
hvussu leikur fer. Vónandi fær Fólk
aflokkurin ikki lokkað hinar flokk
arnar at steingja sínar landsfundir
eisini.
Man innanhýsisklandrið
forkoma flatskattinum?
Handilsmenn í Havn mót
mæla nú, at Bónus er við at
gera stóran matvøruhandil í
Miðlon. Finn Nielsen vegna
FK, Petur Eirik Djurhuus
vegna PE Handlarnar og
Jaspur Johannesen vegna
INN handlarnar hava sent
soljóðandi skriv til Johan
Dahl, vinnumálaráðharra:
»Undirritaðu
matvøru
handlar heita hervið á vinn
umálaráðharra, Jóhan Dahl,
um at tryggja eina rættvísari
kappingarstøðu
millum
matvøruhandlarnar í Tórs
havn. Í løtuni er størsti mat
vøruútbjóðarin í landinum
– samtakið aftanf yri SMS,
Bónus og Mylnuarnar – við
at innrætta høli til stóran
matvøruhandil í Miðlon.
Um sølubúðin hjá Rúsuni,
sum er einasta av sínum slag
í Havnini, og hartil eisini
tann størsta í landinum, ikki
verður flutt úr Miðlon, meta
vit Bónus fáa ein so stóran
fyrimun, at kappingarstøðan
fyri matvøruútbjóðararnar
verður avlagað í okkara høv
uðsstaði.
Vit minna á, at um so var
at rúsdrekka varð selt uttan
um eina einkarsølu, so er
tað vanliga matvøruhandl
ar, ið umsita tílíka sølu. Vit
fyri halda okkum til ver
andi politisku avgerð, sum
inniber, at rúsdrekka bert
verður selt gjøgnum Rús
una. Men vit meta tað rætti
liga órímuligt og kapping
aravlagandi, tá júst okkara
sølulið, sum í almennum
miðlum verður kært fyri
at vera ov lítið merkt av
kapping, samstundis skal
uppliva at størsti kapping
arneytin, sum tann einastu
matvøruhandili í landinum,
enntá fyri almennar pengar,
skal húsast undir sama taki
og hartil við somu útburð,
sum størsta almenna eink
arsølan í landinum.
Vit trívast í kappingini,
har besta tænastan vinnur
flestu viðskiftafólkini. Men
mótbrekkan
og
ójavnin
verður í hægra lagi, um
størsti vøruútbjóðarin við
almennum stuðli skal ognast
ein tílíkan framíhjárætt. Tí
skil heita vit á okkara felags
vinnumálaráðharra um at
taka neyðugt sti at flyta Rú
suna út úr Miðlon, soleiðis
at øll vinnurekandi á mat
vørumarknaðinum
verða
tryggjað felagsútgangsstøð
ið í kappingini.«
Vilja hava Rús
una úr Miðlon
Koyrdi fjølmiðlar á dyr
Fakfeløg fingu Jenis aftur
í gráum kálvskinni
Full
komin
arrogansa
Majbritt Mohr
kjak á síðu 22
Mamma,
ring 1-1-2
Sunneva Mohr
kjak á síðu 23
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000