Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. november 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. november 2011 · Nr. 138 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Næstan samstundis sum jólatræið á Tinghúsvøllinum varð tendrað, læt nýggja Íshøllin á Skálatrøð í Havn upp fyri almenninginum. Hetta mundi vera nakað, sum børnini høvdu glett seg til, tí bara leygardagin vóru eini 100 fólk, meginparturin børn, í høllini og skoytaðu. Sunnudagin vóru umleið 500 fólk har. Tað regnaði illa sunnu­ dag­in, men regn hevur ongan ávirkan, tí tey skoyta nú undir taki. Íshøllin væl móttikin Vaski­ konurnar hjálptu Randi Jacobsen Klokkan 7.47 leygar­ morg­unin ringdi ein ólukku­lig­ur maður til politiið í Havn. Hann var sovn­ að­ur á einum vesi í Rex, og tá ið hann vaknaði, fekst hurð­ in ikki upp. Starvs­ fólkini høvdu av eini ella aðrari or­ søk ikki kannað, um nakar var inni, tá ið tey læstu og fóru heim. Politiið fór so at kanna, hvør hevði verið til arbeiðis. Ringt varð til fleiri, men øll lógu í fasta svøvni, tí tey høvdu arbeitt alla náttina. Hálvan annan tíma kom bjargingin, tí tá komu vaski­kon­ urnar, og tær høvdu lyklar. Fult av fólki var um vikuskiftið í Íshøllini á Skálatrøð í Havn Hugsa um hvønn annan á jólum Randi Jacobsen Tað er hvørt ár ein serlig løta, tá ið jólatræið á Vaglinum verður tendrað, og so var eisini í ár. Tað var ikki verri, at veðrið var gott. Sum siður er, spældi Havn­ar Hornorkestur, og røð­arar vóru Bergur Debes Joen­sen og Heðin Mortensen, borg­ar­stjóri. Eftir røðurnar kom jóla­ maðurin og tendraði ljós­per­ urnar á trænum. Í røðu síni vendi Heðin Mortensen sær fyrst til børn­ ini og síðan til tey vaksnu og greiddi frá, hvussu jóla­ býurin í miðbýnum er í ár. Hann tosaði um øðrvísi upp­ liv­ingar, nú Bringsnagøta er stongd av og umhvørvið er sett aftur í tíðina. Til seinast kom Heðin Mortensen við eini áminning á fólk um at hugsa um hvønn annan á jólum, tá ið eingi fólk eiga at sita einsamøll. - Ein góð gerð og ein vinar­ ligur tanki – tey kosta so lítið, men geva so nógv, sigur Heðin Mortensen. Ein stór mannamúgva var leygardagin á Vaglinum í Havn, tá ið jólatræið á tinghúsvøllinum varð tendrað