mánadagur 28. november 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. november 2011 · Nr. 138
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tað eydnaðist ikki Christian
Lamhauge Holst og liðfeløgunum
hansara í Silkeborg IF at fara av
vøllinum fyri níggjundu ferð á rað
við í hvussu so er einum stigi.
Í gjár vitjaði FC Nordsjællandi
á Mascot Park í Silkeborg, og
gestirnir fóru til hús aftur við
2-1 sigri. FCN er næstfremst í
superliguni, og sigurin í Silkeborg
var undirstriking av, at tað er
orduligur vinnaramentalitetur í
felagnum, sum eigur heimavøll í
Farum.
FCN legði seg á odda í 1.
hálvleiki, og 2. hálvleikur var tíggju
minuttir gamal, tá ið Silkeborg
javnaði. So reið um snarið, og tað
var ikki fyrr enn tað restaði ein
minuttir av vanligu leiktíðini, at
FCN skoraði sigursmálið.
Bara 1915 áskoðarar hugdu
at í vetrarkuldanum í Silkeborg.
Teir kundu staðfesta, at føroyski
landsliðsspælarin
Christian
Lamhauge Holst var á vøllinum
alla tíðina, og at tað í gjár ikki
eydnaðist honum at koma í góðar
støður frammanfyri málið hjá
mótstøðuliðnum.
Eftir seytjan umfør er Silke
borg á sjeynda plássi við 23 stigum.
Leygardagin fær Silkeborg í síðsta
umfari undan vetrarsteðginum
vitjan av AaB, sum í gjár tapti 2-0
á heimavølli ímóti AGF.
Kiksaði hjá Lamhauge
Fótbóltur Silkeborg tapti hesa ferð, eftir at tað í átta
teimum undanfarnu dystunum hevði eydnast at vinna úrtøku
Jóannes Hansen
Mikudagin í síðstu viku varð
mánaðarligi styrkislistin hjá FIFA
kunngjørdur. Sambært styrkis
listanum eiga Føroyar nú 116. stinn
asta fótbóltslandsliðið í heiminum.
Tað eru 204 tjóðir á listanum, og San
Marino er niðast. Ovast er Spania,
sum er frammanfyri Holland, Týsk
land og Uruguay, ið eru tey næstu
aftan á Spania.
Styrkislistin sigur, at Danmark
eigur besta fótbóltslandsliðið í
Norðurlondum. Danmark er á 11.
plássi ella eitt pláss lægri enn fyri
einum mánað síðani. Svøríki er á 18.
plássi, Noreg er nummar 25, Finn
land er nummar 88, og Ísland er á
104. plássi. Næstu grannarnir fyri
sunnan, Skotland, eru á 49. plássi.
Fyri einum ári síðani vóru Før
oyar nummar 131. Hægsta plaser
ingin síðani tá var tann í august,
tá ið listin segði, at Føroyar vóru
nummar 111.
Styrkislistin er grundaður á,
hvussu nógv stig tjóðirnar hava
vunnið sær sambært útrokningar
frymlinum hjá FIFA. Stigatalið hjá
Føroyum er hægri nú, enn tað hevur
verið rættuliga leingi. Stigatalið er
á november listanum 285. Í oktober
var tað 257. Frá november 2010 og
fram til mars í ár var stigatalið hjá
Føroyum 171.
Í HM undankappingini, sum tað
verður farið undir næsta summar,
eru Føroyar í bólki saman við Týsk
landi (nummar trý á listanum),
Svøríki (18), Írland (21), Eysturríki
(71) og Kazakhstan (138).
joannes@sosialurin.fo
Føroyar seks pláss fram
Fótbóltur Stigatalið hjá Føroyum á FIFA listanum er hægri, enn tað hevur verið rættuliga leingi
Savnsmynd
Landsliðið
Savnsmynd