mikudagur 30. november 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. november 2011 · Nr. 139
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
mikudagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
»Sostatt verður heldur eingin mun
ur fyri landskassan í 2050, um vit
skatta inngjaldið ella útgjaldið.«
Orðini eigur Jørgen Niclasen, og
fullu tey, tá Fólkaflokkurin hevði
landsfund leygardagin, og tey
skuldu sjálvandi verja ætlaðu av
gerðina um at skatta eftirlønir við
inngjaldi heldur enn við útgjaldi,
sum tað annars hevur verið van
ligt.
Álvaratos. Máti skal vera við,
hvussu nógv torvmold verður grýtt
í eygunum á veljarunum, tá valið er
av – og tað framvegis er langt til
komandi val.
Jørgen Niclasen veit eins væl
og øll onnur, at tað er himmalvíður
munur á tølunum í 2050, um skatt
urin verður goldin við inn- ella út
gjaldi.
Fortreytin fyri roknistykkinum
hjá Jørgen er, at aldursbýtið av
borgarum í samfelagnum verður
tað sama í 2050, sum tað er í dag.
Okkum kunnugt er ikki ein tann
einasta forsøgn, sum bendir á, at so
verður, og tí er tað beinleiðis fjant
og lótir at fyrigykla sær ein annan
veruleika.
Kapitaliseringin av skattinum,
sum annars fellur við útgjaldi,
er einki annað enn ein roynd at
framskunda nakrar inntøkur, so
sleppast kann undan at fremja tær
strukturellu broytingar, sum eru
neyðugar í samfelagnum. Tað er ein
erlig søk, um man heldur, at tað er
rætta vegin at fara. Men so skal pol
itiska valdið eisini tora at standa við
sítt og siga røttu grundgevingina.
Men tað er ikki tað, ið eyðkennir
nýggja fíggjarmálaráðharran. Eftir
einari viku í sessinum hevur hann
longu útmerkað seg í lønarsam
ráðingunum. Nú skulu tey alment
løntu, sum jú fáa ein »so øgiligan«
skattalætta frá samgonguni fíggja
sama skattalætta við lønarniður
skurði, sum sjálvandi fer at tileink
isgera tað sindrið, sum tey fingu í
skattalætta.
Umberingin er her, at samfelagið
skal rekast fyri krónutal í 2012, sum
tað varð í 2011.
Í besta føri er aftur her dømi um,
at samgongan einki sum helst ætlar
sær at gera við bygnaðarligu skeiv
leikarnar í samfelagnum. Í ringasta
føri prógv um, at skattalættin ein
víst hevði til endamáls at økja um
gjónna millum høg og lág í samfel
ag okkara.
fortreytirnar broytast
Hvat ætlar tey at gera við
bygnaðarligu skeivleikarnar?
Á middegi í gjár
viðgjørdi Fólka
tingið blokkstuð
ulin til Føroya
fyri 2012. Sam
bært
uppskoti
num hjá stjórnini
skal upphæddin
vera tann sama,
sum hon hevur
verið síðani 2002,
615,5
milliónir
krónur. Men fíggjarmál
aráðharrin gjørdi kortini
greitt, at stjórnarskiftið
í Føroyum hevur ført við
sær, at Føroya nú ynskja at
fáa eina størri upphædd í
blokkstuðuli.
Stjórnin og landsstýrið
skulu samráðast um hetta,
men flest øll framsøgufólk
hjá donsku flokkum gjørdu
greitt, at tað kemur ikki
upp á tal at prístalsviðgera
blokkin við afturvirkandi
kraft.
Edmund Joensen, fólka
tingsmaður fyri Sambands
flokkin segði í síni fram
søgurøðu, at talan verður
bara um at prístalsrokna
frameftir, so okkurt er, sum
bendir á, at tað er tað, sum
landsstýrið fer eftir.
Sjúrður Skale, fólkatings
maður fyri Javnaðarflokkin
gjørdi púra greitt, at hann
er ímóti uppskotinum. Men
hann vil ikki reka føroyskan
politikk á fólkatingi, og at
hann hevur givið lyfti um,
at hann vil virða tær av
talur, sum landsstýrið og
stjórnin gera.
Hann vísti eisini á av
taluna, sum hann hevur
við bæði tey grønlendsku
fólkatingsumboðini, og at
tey tilsamans kunnu leggja
trýst á stjórnina.
– Men hetta málið er ikki
eitt av teimum, har vit fara
at brúka okkara mandat
til hetta. Men hóast eg eri
ímóti uppskotinum, tað
atkvøði eg fyri tí uppskoti,
sum stjórnin og landsstýrið
koma til, segði Sjúrður
Skaale.
Ongan blokk við
afturvirkandi kraft
Sam
bandið
selur út?
Arne Winthereig
kjak á síðu 37
Sam
vitsku- og
ábrygdar
loysi
Bergur A. dalsgarð
kjak á síðu 38
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Almenn starvsfólk skulu ikki
mukka!
– Tað sigur í øllum førum
sambandstingmaðurin Helgi
Abrahamsen. Og hann hevur
sæð í Dimmalætting, at aðal
stjórin í Almannaráðnum
dittaði sær at fara á mót
mælisfund leygardagin at
mótmæla blokk-biddingini
hjá biddaranum av Danne
brog, Jørgen Niclasen.
Nú er Helgi Abrahamsen
í allari almindiligheit ein
siðiligur og sáttligur maður.
Men onkrir »gamalkommu
nistiskir« tónar hómast í
hesari útsøgnini hjá honum
á Facebook:
»Sambært
myndafrásøgn
í Dimmalætting taldist að
alstjórin í Almannamála
ráðnum millum tey, sum
leygardagin mótmæltu, at
blokkstuðulin veksur. O.K. so
vita vit, hvar vit kunnu spara.
Almannamál eru helvtin av
fíggjarlógini, og um aðal
stjórin heldur, at pengar ikki
mangla, hví skulu vit onnur
so?«
Hetta er óhugnaligt – og lítið
hugalig politisk dagsskrá hjá
fakfelagsfólki at fyrihalda
seg til.
– Og forrestin... Aðalstjór
in, sum Helgi Abrahamsen
meinar við, Eyðun Mohr
Hansen, býr niðri í Vágsbotni,
hann er ein av næstu grann
um Nólsoyar Páls. Hevur
Helgi
Abrahamsen
spurt
hann, um hann var á fundi,
ella hann bara kom framvið
á veg til hús?
– Ein umbering hevði sømt
seg, góði Helgi Abrahamsen!
Tingmaður hartar
aðalstjóra