Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. november 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. november 2011 · Nr. 139 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nógv fólk á Sandoynni fylgja í hesum døgum væl við bygg- ing ini av ítróttarhøllini, sum nú av álvara er við at taka skap. Eingin ivi er um, at henda høll in fer at fáa alstóran týdn ing fyri ítróttarlívið í oynni, og fer uttan iva at skapa bestu umstøður fyri at menna hetta í framtíðini. Tað tók sína tíð at fáa hetta málið ígjøgnum allar myndugleikar, men í seina- stu ni hava fólk nær um kunn- að dagamun á bygg ing ini. Við hesum myndunum, sum vit hava fingið frá Landsverki, ber til at fáa eitt lítið yvirlit yvir, hvussu henda stásiliga høllin kemur at síggja út uttan. Stoypiarbeiðið er liðugt, og í hesum døgum eru menn í ferð við at inniloka høllina, ið stendur við Meginskúlan á Sandi. Sperrurnar verða settar upp nú, og næsta stig er at fáa høllina innilokaða fyri veturin. Tá hetta er gjørt, verður farið undir arbeiðið innanveggja. Ætlanin er, at høllin skal verða klár at taka í nýtslu næsta summar. Kostnaðurin er mettur til 27 milliónir krónur. Snorri@sosialurin.fo Fáa 52 mió í skatti Ítróttarhøllin tekur skap Vága kommuna: Hós- kvøld ið samtykti bygda - ráð ið fyri Vága kom mu - nu fíggjar æt lan ina fyri 2012. Fíggjar æt lan in javn vig ar við 68,1 millió- num krónum. Sambært upp- skoti num skulu íløgur næsta ár gerast fyri 24,5 milliónir, meðan rakst ur in er settur til 43,6 milliónir krón ur. Hinvegin eru inn tøkur- nar mettar til 52 millió- nir krónur. Skattaprosentið í Vága kommunu verður kom andi ár 22,5%, og barna frádrátturin verð- ur 4000 krónur. snorri@sosialurin.fo Vit eru sloppin at siga okkara hugsan um, hvussu barna- garðurin skal síggja út (Tóra Johanne- sen, leiðari í nýggja barna- garði num á Toftum) Sandur: Nógv fólk vóru til jólasøluna, sum tilhaldið Hugnin skipaði fyri mánakvøldið. Nógv var at fáa og fólk hugnaðu sær. Nes: Katrin Poulsen hevur starvast í 25 ár sum leiðari av dagrøktini í kommununi. Tað varð hon heiðrað fyri í farnu viku. Hvalba: - Tunnilin er ótíðarhóskandi og forðar menningini, sigur tingmaðurin, Kristin Michelsen. Hann vil nú vita, hvussu líður tí nýggja tunlinum. Toftir: Borgarstjórin, Símin Johannesen fekk fyrr í vikuni heilsan frá vinarbýi teirra í Íslandi, Hveragerði, eftir herviligu ódnina í farnu viku. SANDUR Arbeiðið við at byggja ta nýggju ítróttarhøllina á Sandi gongur eftir ætlan KRING LANDIÐ FAKTA Stødd: 1.250 fermetrar (miðal stødd fyri føroyskar ítróttarhallir) Kostnaður: 27 mió. kr. Tað er Selmar Nielsen Arkitektur Sp/f, ið hevur teknað høllina, P/f Articon hevur gjørt jørð- og rørarbeiðið, meðan íslendska TG-Verk er høvuðsarbeiðstakari fyri sjálvari byggingini. Mentamálaráðið er byggiánari av verkætlanini, meðan Landsverk er byggiharri. Eftir ætlan skal arbeiðið verða liðugt 9. august 2012. gskot og viðmerkingar – send sms til 225000 n hevur m leiðari av ununi. Tað varð arnu viku. J f garðurin skal síggja út (Tóra Johanne- sen, leiðari í nýggja barna- garði num á Toftum) VÆL FYRI Nýggja ítróttarhøllin á Sandi liggur væl fyri – beint við Meginskúlan og beint við fótbóltsvøllin INNILOKA Arbeitt verður í løtuni við at inniloka høllina, sum eftir ætlan skal standa liðug á sumri næsta ár