mikudagur 30. november 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. november 2011 · Nr. 139
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vónin at finna
Pidda er størri
enn ræðslan
LEITING Tað hevur verið ein tung tíð at leita eftir Pidda Hansen, men umsíðir er
sløkkiliðsleiðarin Sunleiv Højgaard sloppin at hvíla seg ein dag og herjar á aftur
Sunleiv Højgaard
Randi Jacobsen
Sunleiv Højgaard, leiðari fyri
Skálafjarðar Sløkkilið hvakk við,
tá ið hann týskvøldið 8. november
frætti gjøgnum fjølmiðlarnar, at
Dánjal Petur Hansen var eftir
lýstur. Sum onnur á fjørðinum
kendi hann Pidda væl.
Tá varð hildið, at maðurin var
farin onkrastaðni.
Dagin eftir fór poliitið út at
leita við hundum og vildi ikki
hava fleiri fólk upp í leitingina, tí
hetta kundi órógva arbeiðið hjá
hundunum.
Sløkkiliðið gjørdi tá onkrar
kanningar fram við sjónum og í
bátahylinum. Leygarkvøldið varð
gingið gjøgnum fjøruna, inn í út
hús og aðrastaðni.
Manssterk avstað
Henda dagin vóru leitingarfólkini
ikki so nógv, men sunnumorgunin
klokkan níggju fóru eini 75-80
aftrat. Tey trolaðu alt økið frá
Lamba og suðureftir ígjøgnum.
Við vóru eisini fjallfólk, sum
kundu síggja, um nakað var øðrisi
enn vanligt.
– Samstarvið við politiið hevur
verið sera gott, sigur Sunleiv
Højgaard, sløkkiliðsleiðari.
Leygardagin kom onkur ábend
ing um, at okkurt kriminelt kundi
vera hent, og leitingin varð tá
broytt frá ikki at bara eftir einum
horvnum manni men eisini eftir
einum manni, sum kundi vera
burturbeindur.
Nógvar fráboðanir
Leitað var víða. Sløkkiliðið koyrdi
eftir vegunum til aðrar bygdur og
hugdi út á sjógv. Fólk í Gøtu átóku
sær sjálv at leita har á leiðini.
Sum dagarnir liðu var leitingin
avmarkað til at leita eftir einum
burturbeindum manni, tí tað
bendi alt á, var hent.
Telefonin ringdi alla tíðina, tí
fólk høvdu sæð okkurt, og hvørja
ferð varð farið at leita.
Onkrir dagar vóru langir, men
myrkrið avmarkaði, hvussu leingi
kundi leitast.
Stórt hjálpsemi
Sunleiv Højgaard sigur, at tað stóð
ongantíð á at fáa fólk við at leita,
tí fólk vildu fegin hjálpa.
– Tað komu øll møgulig fólk, og
við var eisini ein prædikumaður,
sum bað og legði leitingina í
Harrans hendur, sigur Sunleiv
Højgaard.
Hann frætti eisini frá onkrum,
sum hevði droymt okkurt, og onk
ur hevði sæð fyri sær. Alt hetta
varð eftirkannað, einki lopið um.
Tað er ikki júst hugaligt at
leita eftir einum burturbeindum
manni, men eingin hvepti seg við
at luttaka.
– Nei, tað gjørdi eingin, tí
longsulin eftir at leita og finna
var nógv sterkari enn ræðslan,
sigur Sunleiv Højgaard.
Tey hava eisini verið óg leitað
við seiðakikara á Eiðisvatni, men
orsakað av illveðrinum, var hetta
nokkso trupult.
Nógvar uppgávur
Og so kom illveðrið, og øll leitingin
steðgaði av tí.
Sløkkiliðið hevur eisini verið
við gravarum á kirkjugørðum og
hugt, um nakað óvanligt var at
síggja.
Sunleiv Højgaard heldur, at
leitingin var væl skipað, tí leit
ingarfólkini vóru so fegin at
kunna hjálpa.
– Men samstundis var tað ræðu
ligt at ganga og hugsa um, at ein
maður sat varðhaldsfongslaður
fyri at hava beint fyri manninum,
sigur Sunleiv Højgaard.
Hann viðgongur, at hesir sein
astu dagarnir hava verið ein tung
tíð. Tað bar ikki til at hugsa um
nakað annað.
– Í fyrstuni var torført at sova, tí
eg hugsaði alla tíðina um, hvat vit
ikki høvdu nátt. Men nú havi eg
hvílt og til reiðar at taka eitt tak
aftrat, sigur Sunleiv Højgaard,
sum er ómetaliga takksamur fyri,
tí hjálpsemi fólk bæði á Skála
fjørðinum og aðrastaðni hava
víst.
Líka síðan í mai hevur ofta
verið
boð
eftir
Skálafjarðar
Sløkkiliði. Fyrst var tað Athena,
sum eldur kom í á Skálafjørðinum
í mai. Nú henda leitingin, og í ill
veðrinum í seinastu viku sukku
trý skip á kálafjørðinum, og olja
lak út.
randi@sosialurin.fo
í meldrinum
– Í fyrstuni var torført at sova, tí eg hugsaði alla
tíðina um, hvat vit ikki høvdu nátt. Men nú havi
eg hvílt og til reiðar at taka eitt tak aftrat
FAKTA
Sunnleiv Højgaard
Leiðari fyri Skálavíkar
Sløkkilið síðan 2000
Limur í sløkkiliðnum
síðan 1985