fríggjadagur 2. desember 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. desember 2011 · Nr. 140
vikuskiftisblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Havnarmeistarin í Runavík
lesur til prest. Tí átti hann
at kent tekstin hjá Matteusi
gamla, har hann spyr:
– Hví sært tú flísina í eyg
anum á bróður tínum, men
bjálkan í tínum egna eyga
verður tú ikki varur við?
Soleiðis kunnu vit til
stuttleikar skjóta eftir havn
armeistaranum, sum nú set
ur himmal og jørð í bevegilsi
fyri at fáa Trónd og Orion
hálaðar avaftur landi á Skip
anes.
Niður við bryggjuna á
Skála liggur sluppin Høga
nes, og har hevur hon ligið í
skjótt eitt ár.
Kravt verður, at Sjúrður
Gorm skal veita millióna
trygd – meðan Runavíkar
kommuna sleppur undan.
Fólk á Skála undrast í øll
um førum. Ikki tí, tey halda
sjálvandi, at skipini á Skipa
nesi skulu fáast avaftur, men
tí at Runavíkar kommuna let
ur sluppina liggja sum eitt
skendsil niður við bryggju
kantin á Skála.
»Tað blíðkar fyri hugaðum monn
um« sigur orðatakið – og tað er
kanska tað, sum er við at henda
Anniku Olsen. Men hon hevur rætt
iliga fingið oyrini í maskinuna, nú
hon leitar, um nóg mikið av peningi
er til at halda hjólini malandi í Al
mannaráðnum – og um hon kann
finna tær 200 milliónir, sum hon
skal spara í hesum valskeiðinum.
Ætlanin var, at hon skuldi skerja
fyritíðarpensjónirnar 5,7 prosent
fyri at spara 10 milliónir krónur.
Hetta var eitt uppskot, sum gamla
samgongan hevði fostrað.
Men hesir dagarnir í Almanna
ráðnum hava longu brýnt Anniku
Olsen, sum nú er knapt so liberal
og reaktioner, sum samgongan ann
ars, síðani Jørgen Niclasen gjørdist
sterki maðurin í Tinganesi og tók
løgmann av ræði. Annika Olsen sig
ur, at tað er sosialt skeivt at gera
tey fátæku fátækari við at lækka
fyritíðarpensjónina.
Á Rás2 í gjár ljóðaði hon næstan
sum ein javnaðarpolitikari, sum
hevði funnið út av, at Rósa Samu
elsen hevði »gloymt« at leggja upp
fyri til raksturin av teimum ellis-
og røktarheimum og sambýlum,
sum eru í gerð. Tørvurin til rakstur
in næstu árini er um 100 milliónir.
So bara har eru 110 millónir sum
mangla í, og saman við teimum 68
milliónunum, sum hon skal spara,
so er hon longu nú 178 milliónir
skeiva vegin.
Annika Olsen sigur, at hon vil
hava hægri játtan til Almannaráð
ið. Hon heldur onga meining vera
í at byggja ellis- og røktarheim og
sambýli, um tey ikki skulu latast
upp. Og rætt hevur hon í tí. Hon vís
ir so metaforiskt á, at um hon livir
upp til sparingarnar, so er tað sum
at niðurleggja trivnaðartænastuna
ella avtaka alla forsorg, tað ber ikki
til.
Sum Annika Olsen sjálv sigur, so
eru fíggjarkarmarnir órealistiskir,
og tí vil hon flyta játtan frá øðrum
ráðum til Almannaráðið.
Hóast tað valla blíðkar fyri monn
um kring borðið í Tinganesi – sum
neyvan tíma at lurta eftir Anniku,
hóast hon tykist klókari enn teir –
so blíðkar kanska fyri henni. Kanka
hon hevði viljað framt neyðugu
reformarnar, so hon hevði ráð til
skattalættan, sum tey so fegin vilja
geva teimum ríku?
Men hvør sigur, at tað skal vera
lætt?
Samgongan, sum vit hava valt,
er reaktioner. Tí fáa vit sjálvandi
reaktionerar avgerðir. Skattalættin
er størsta útmerkilsið higartil. Og
tað fær avleiðingar fyri almannaøk
ið hjá Anniku Olsen, hvussu vit so
venda og snara veruleikanum.
Annika skal hava 178 milli
ónir afturat til almannamál
Norska
sjónvarpsstøðin
NRK1 er farin at vísa sjón
varpsrøðina, »Buzz Aldrin,
hvor blev du af i al mylderet«,
sum fyri ein stóran part varð
tikin upp í Føroyum.
Fyrsti partur varð vístur
síðsta mánakvøld, og um
mælarar góvu røðini sera góð
ummæli.
Fyrsti partur endaði í
Føroyum, uppi í Fagradali á
Oyggjarvegnum, tá høvuðs
persónurin kom til Føroya
við Norrønu.
Hugsandi er
tí, at næstu part
arnir í størstan
mun hava upp
tøkur úr Føroy
um.
NRK1
vísir
sjónvarpsrøðina
næstu trý mána
kvøldini klokk
an 20:30 – og øll
tey, sum hava Televarpið, nýt
ast ikki at bíða til Kringvarp
ið fer at vísa røðina komandi
ár, tí tey síggja NRK1.
Buzz Aldrin vístur mánakvøld
Hálva
viðgerðin á
Heilbrigdi
Júsinus eidesgaard
Tíðargrein á síðu 10
Flat
skattur
– álop á
vælferð
Hans Pauli Strøm
kjak á síðu 16
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fá nú sluppina upp Tobbi!
Annika sæð skriftina...?
Í MORGIN
MÁNADAGIN
SUNNUDAGIN
Hvassur vindur upp í skrið av
útnyrðingi, um kvøldið minni vindur.
Kavaælingur, men onkur sólglotti og
hitalasgið millum -1 og +2 stig.
Andøvsgul upp í ein strúk av
útnyrðingi , seinnapartin minni
vindur. Sólglottar, men eisini
okkurt kavaælið. .Hitalagið
milum -2 og +1 stig.
Stívt andøvsgul upp í hvassan
vind av útnyrðingi, seinnapartin
minni vindur. Sólglottar, men eisini
kavaælingur og hitalagið millum -3
og frostmarkið.
14-19 m/s
8-13 m/s
9-14 m/s
7-12 m/s
6-11 m/s
7-12 m/s
-2/+1 °C
-3/0 °C
-1/+2 °C
C
9-14 m/s
14-19 m/s
8-13 m/s
7-12 m/s
7-12 m/s
6-11 m/s
6
Veðrið týsdagin og
mikudagiin:
Frískur vindur upp í ein
struk av ymsum ættum og
kavaælingur, men onkur
sólglotti. Hitalagið um
frostmarkið.
LÚFTTRÝSTIÐ
Síðstu nátt:
Eitt djúpt lágtrýst. 968 hPa.
í útsynning úr Íslandi kemurt
móti Føroyum og dýpist.
Komandi nátt:
Djúpa lágtrrýstið við Føroyar
fer spakuliga eystureftir og
gevur liggjandi høgætt á
okkara leiðum.