fríggjadagur 2. desember 2011síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. desember 2011 · Nr. 140
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Keypssamtøkan í Hoyvík
FK í Hoyvík sóknast eftir
Fólki til
grønmetis-
deildina
at byrja 1. januar 2012 ella eftir avtalu
Vit vænta av tær:
• at tú hevur hollan kunnleika til frukt og
grønmeti frá núverandi ella fyrrverandi
arbeiði.
• at tú hevur eyga fyri dygd og búskapi.
• at tú ert kreativ/ur og virkin og kann
vísa fram eina fyrstafloks deild, sum er
hin besta í býnum.
Vit kunnu bjóða tær:
• eitt sjálvstøðugt og mennandi arbeiði.
• eitt gott arbeiðsumhvørvi.
Løn:
Sambært sáttmálan við S & K
Áhugað kunnu venda sær til
Bent Lundsgaard, deildarleiðara,
tel 214016.
Skrivlig umsókn skal skal vera okkum í
hendi í seinasta lagi 5. desember 2011:
FK Hoyvík
Brekkutúni 9
FO 188 Hoyvík
att: Bent Lundsgaard
Tórshavnar
kommuna
Tórshavnar kommuna er landsins størsta kommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130
fólk í fyrisitingini. Fíggjarætlanin javnvigar við 800 mió. kr. Hon fevnir um alt kommunalt virksemi, m.a. dagansingarstovnar, skúlar,
kommunalu brennistøðina, Sløkkiliðið, Bussleiðina, ellisheim umframt annað virksemi á mentunarliga, sosiala og tekniska økinum.
Les meira á www.torshavn.fo um fíggjarætlan, roknskapir v.m.
www.torshavn.fo
Tórshavnar kommuna søkir eftir
fíggjarleiðara.
Ert tú virkin leiðari, sum dugir at hava nógvar bóltar
í luftini samstundis? Hevur tú evni at arbeiða við
fíggjarstýring sum leiðsluamboði og tryggja, at stovnar,
deildir og starvsfólk fáa neyðuga ráðgeving? Hevur tú
hugskot til nýmenning av fíggjarstýring í kommununi?
Kanska tú so er rætti persónurin til starvið sum
fíggjarleiðari í Tórshavnar kommunu.
Fíggjardeildin
Fíggjardeildin hevur ábyrgd av ársfíggjarætlan,
ársroknskapi og ávegis roknskaparuppgerðum og
hevur um hendi innkrevjing fyri allar veitingar í
kommununi. Deildin mennir fíggjarstýringina sum
leiðsluamboð. Bókhald og roknskap fyri allar deildir
og stovnar hjá kommununi eru ábyrgdarøki hjá
Fíggjardeildini, ið eisini umsitur innkeypspolitikk
kommununar. Á deildini starvast 8 fólk.
Ábyrgdarøki
Sum fíggjarleiðari skalt tú leiða og menna deildina
sum heild. Tú hevur ábyrgd av, at dagligi raksturin
altíð virkar til fulnar. Tú fylgir við í menningini á
fíggjarøkinum, leggur ætlanir fyri fíggjarøkið og setur
tær í verk saman við leiðslu og starvsfólkum.
Sum fíggjarleiðari tryggjar tú, at búskaparligar av-
gerðir í politisku skipanini verða tiknar á haldgóðum
grundarlagi, og at fíggjarligt grundarlag er fyri stra-
tegiskum avgerðum hjá stjórnini. Fíggjarleiðarin skal
stýra og menna samlaða búskapin og gjaldførið hjá
kommununi.
Somuleiðis er uppgávan at menna og seta í verk
nýggj búskaparlig stýringsamboð og javnan kunna
politikarar og stjórn um høvuðslyklatøl. Fíggjardeildin
ráðgevur fyrisitingum um fíggjarligar spurningar.
Deildin hevur eisini ábyrgd av, at búskaparligar
greiningar í og tvørtur um fyrisitingar verða gjørdar.
Førleikakrøv
Kommunan sóknast eftir fíggjarleiðara við 4-5 ára
kandidatútbúgving og viðkomandi royndum innan
leiðslu og búskap. Leiðarin skal hava góð leiðsluevni.
Góð evni at samskifta og samstarva eru ein treyt.
Fíggjarleiðarin skal vera framsíggin og framsøkin
og skapa eitt fakliga mennandi arbeiðspláss, har
trivnaðurin er í hásæti. Sum fíggjarleiðari er neyðugt
at samskifta á føroyskum, donskum og enskum.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast til ber og lønt sambært
avvarðandi sáttmála.
Umsókn o.a.
Saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum
um útbúgving og royndir skal vera Tórshavnar
kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 3. januar
2012 kl. 15.00. Send til postboks 32, FO-110 Tórshavn
ella tp: torshavn@torshavn.fo.
Fleiri upplýsingar
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Bjørgfríð Ludvig, miðfyrisitingarstjóra, tlf. 280020,
tp: bjorgfrid@torshavn.fo ella Janus Isfeldt, deildar-
leiðara á tlf. 210330, tp: janus@torshavn.fo.
Framsøkin fíggjarleiðari
www.torshavn.fo
Hýruvognsloyvi
Í Tórshavnar kommunu er eitt hýruvognsloyvi leyst at søkja.
Loyvið er knýtt at bilstøðini AUTO.
Umsóknin skal skrivast á umsóknarblað, sum fæst í Snarskivuni ella á
heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu www.torshavn.fo
Saman við umsóknarblaðnum skulu latast
• avrit av koyrikorti við átekning til hýruvognskoyring og
• revsiváttan
Umsókn
Umsóknir skulu vera hjá Tórshavnar kommunu, postsmoga 32, 110 Tórshavn,
í seinasta lagi fríggjadagin 16. desember 2011.
tórshavnar
kommuna
Sambært kunngerð nr. 33 frá 30. mars 1983 um eina standard hýruvognsreglugerð, sum broytt við
kunngerð nr. 139 frá 7. desember 1990, umsitur hýruvognsnevndin hýruvognsloyvi í kommununi.
67 hýruvognsloyvi eru í Tórshavnar kommunu.
www.sosialurin.fo