Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-02, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. desember 2011síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 140 · 2. desember 2011 2 VIKUSKIFTI Málskjúttarnir hjá Fólkaflokkinum eru Annika Olsen og Jacob Vestergaard, men tey verða ikki sett í fremstu røð. Men ongin liðskipari hevði sett Messi, Ronaldo og Van Persie aftur í verjuna at spælt. Óli Breckmann, fyrrverandi løgtingsmaður, á landsfundi hjá Fólkaflokkinum Tónleikur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Jógvan Hansen og Fríðrik Ómar hava nú gjørt nýggja fløgu við føroyskum og íslendskum sangum. Fyri tveimum árum síðani gjørdu teir fløguna Vinaløg, har teir týddu kend­ar føroyskar sangir til íslendskt og kendar íslendskar sangir til føroyskt. Hendan fløgan seldi sera væl, og sang­irnir hava verið nógv at hoyrt í Føroyum og í Íslandi. Nú hava teir gjørt eina nýggja útgávu við støði í sama hugskoti, og hesa­ferð eru tað kendir barnasangir, ið eru týddir og innspældir. Fyri viku síðani góvu teir fløguna Barnaløg út, og á fløguni eru 20 kendir – og týddir – barnasangir. Kenna sangir betri Føroyskir sangir sum Hon er omma mín, Karin, Dukkan Fía og Rasmus eru týddir til islendskt, og hinvegin sleppa føroyingar nú at hoyra kendar íslendskar barnasangir á føroyskum máli. Jógvan Hansen syngur íslendsku sang­irnar á føroyskum, og Fríðrik Ómar syngur føroysku sangirnar á ís­ lendskum máli. – Hetta er meira ein familjufløga enn barnafløga, tí vit hava valt sangir, ið hava vunnið hjørtuni hjá bæði stórum og smáum. Vit halda, at føroyingar og íslendingar vanta kunning um tónleikin hjá hvørjum øðrum, og endamálið við hesari útgávuni er at betra um tað, sigur Jógvan Hansen. Vit tora Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen Forsíðumynd: Fróði Hansen / Ólavur J. Hansen klumman Eyðun Klakstein Kendir føroyskir barnasangir skulu nú royna seg í Íslandi, og føroyingar fáa møguleikan at læra íslendskar barnasangir at kenna. Jógvan Hansen og Fríðrik Ómar hava givið nýggja fløgu út Vinir við barnaløgum Í hesum døgum er lívligt kjak um, hvørt Føroyar skulu hava meira blokkstuðul úr Danmark. Skal blokkurin prístalsviðgerast? Skal blokkurin hækkast munandi? Kjakið er glóðheitt, mótmæli verða fyriskipað, og fólk hava avgjørdar hugsanir um evnið. Tað eru tey, sum halda at størri blokkur úr Danmark fer at gera Føroya meira ósjálvstøðugar og knýta okkum nærri at Danmark. Onnur halda, at føroyingar hava brúk fyri fleiri pengum úr Danmark – og hava rætt til tað – fyri at vælferðartænasturnar kunnu varðveitast og betrast. Spurningurin um sjálvstýri ella samband hongur alla tíðina í luftini, og eingin avkláring verður á hesum máli nógvu komandi árini. Síggja vit burtur frá grundleggjandi spurninginum um sjálvstýri ella samband, kunnu vit í øllum førum staðfesta, at føroyingar í flestu viðurskiftum føra seg fram sum eitt sjálvstøðugt land – og sjálvs­ álitið er stórt. Føroyar luttaka í heiminum, og heimurin verður drigin til Føroya. Tað skortar ikki upp á vilja, dirvi ella mót, tá ið føroyingar skulu út í heim at umboða Føroyar í breiðastu merking ella taka ímóti útlendskum gestum – til dømis í mentanarligum og ítróttarligum samanhangi. Pál Joensen kappast við tey bestu og vinnur heiðursmerki. Rógvi Jacobsen kann skora ímóti heimsins besta verjuspælara. Runavíkingar kunnu spæla javnleik ímóti einum superliði úr heimsins sterkastu fótbóltskapping. Føroyingar vinna tónleika­ kappingar á bæði dønum og íslendingum. Ein av fremstu svimjarunum í Russlandi kemur til Føroya at venja hjá føroyskum venjara. Teitur, Eivør, Lena og øll hini spæla tónleik á altjóða stigi í útlondum. Schandorff Vang er boðsendur døma bogaskjóting í Olympisku leikunum í London næsta ár. Eingin trupulleiki er at taka ímóti og seta heimskend tónleikanøvn sum Bryan Adams, Elton John, Westlife, Europe ella Travis á pall í Føroyum. Føroyskar bókmentir verða týddir til onnur mál, og føroyingar týða heimsbókmentir til føroyskt. Føroysk list ferðast ósmæðin uttanlands. Og so víðari og víðari og víðari. Sjálvstýri ella samband – føroyingum vantar ikki sjálvsálit í altjóða samanhangi! So segði hann... Fríðrik Ómar og Jógvan Hansen samstarva nú um nýggja fløgu við føroyskum og íslendskum barnasangum