mánadagur 5. desember 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. desember 2011 · Nr. 141
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
mánadagsblaðið
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Á heimasíðuni hjá Løgmans
skrivstovuni
standa
hesi
orð:
»Løgmansskrivstovan
strembar eftir opinleika í
sínum virksemi. Løgmans
skrivstovan viðurkennir og
virðir, at fjølmiðlar hava sum
uppgávu at upplýsa og vera
á varðhaldi í samfelagnum
samsvarandi góðum fjøl
miðlasiði. Miðjað verður tí
eftir at svara skjótt og greitt,
tá ið spurningar verða sett
ir til løgmann og Løgmans
skrivstovuna.”
Men Kaj Leo Johannesen,
løgmaður livir ikki upp til sín
fráboðaða opinleika og virð
ing fyri fjølmiðlunum.
Fyri fyrstu ferð í monng,
mong ár hava vit nú ein
løgmann, sum ikki vil siga
fjølmiðunum sítt fartelefon
nummar.
Hann heldur tað vera nóg
gott at hava ein samskiftis
ráðgeva, men lovar kortini
at hugsa um spurningin.
Jørgen Niclasen, lands
stýrismaður í figgjarmálum
vil heldur ikki
út við sínum
fartelefon
nummari.
Hóast størsta mótmælistiltakið í
nýggjari tíð var leygardagin, har út
við 80 áhugafeløg og fakfeløg vístu
sína vreiði móti samgonguni, so
stendur løgmaður fast við sítt: Flat
skattaskipanin verður sett í verk.
Hetta er sera spennandi hjá
okkum sum eygleiða føroyskan
politikk. Tí nakað so reaktionert,
sum broytingarnar hjá hesi sam
gonguni, er ikki hent í nýggjari
tíð. Og vit vita eisini av royndum,
at skattapolitiskar broytingar hjá
Fólkaflokkinum verða ikki broyttar
aftur. Eitt gott dømi um tað er sjó
mannafrádrátturin.
Tí má roknast við, at verður
hendan flatskattaskipanin sett í
verk, so verður hon ikki sett úraftur
gildi í bræði. Heldur ikki, um Javn
aðarflokkurin og Tjóðveldi mynda
landsstýri.
Løgmaður sigur, at samgongan
má út at selja boðskapin betur.
Hann heldur, at fólk ikki hava skilt
flatskattaskipanina, sum hann sig
ur ikki er so fløt kortini. Hann segði
av Vaglinum leygardagin, at fakfel
øgini ikki siga allan sannleikan um
skattaskipanina. Hann meinti við,
at tey ikki nevna, at tey sum tjena
yvir 600.000 krónur rinda fimm
prosent eyka og at tey, sum tjena
yvir 1.000.000 krónur rinda 10 pro
sent eyka.
Álvaratos, harra løgmaður. Hvat
er tað, tú roynir at siga? Fólkið á
teimum niðaru rókunum hevur
ongan kjans at koma upp á 600.000
krónur í ársinntøku, so tað er
kanska ikki so løgið, at hetta ikki
hevur so stóran áhuga hjá fakfel
øgunum.
Vit hava nevnt tað á hesum stað
nakrar ferðir, at fakfeløgini hava
líka sum ligið sjóvarfallið av sær við
ikki at koma við slíkum ávaringum
fyri valið heldur enn eftir valið.
Hinvegin kunnu vit eisini siga, at
eingin tók hatta flatskattauppskotið
hjá Fólkaflokkinum fyri fult fyri
valið. Í øllum førum ikki løgmaður.
Hann lovaði – sum tann einasti
floksleiðarin – at vit ikki skulu hava
skattalætta. Hann segði kvøldið fyri
valið í sjónvarpinum, at Føroya fólk
skal ikki hava skattalætta.
Men sum vit hava sagt so mang
an fyrr, so er ofta stórur munur á tí,
tú sigur fyri valið, og so tað, tú sigur
eftir valið.
Fólkaflokkurin hevur vunnið
bæði valið, samgonguna og Jørg
en Niclasen, sum fekk Kaj Leo Jo
hannesen í løgmansstólin í 2008.
Og tað var snilt. Tí við Kaj Leo Jo
hannesen í løgmansstólinum, so
hevur Fólkaflokkurin fulla valdið
– flokkurin hevur buktina og báðar
endarnar, og tað er tað, sum vit
síggja aftur í skattakollveltingini,
sum nú fer fram.
Jørgen Niclasen hevur
buktina og báðar endarnar
Leygarkvøldið 10. desember
kl 19.30 verður skipað fyri
stórari gospelkonsert í Hoy
víkar Kirkju við andaligum
- og jólasangum.
Jens Lisberg hevur tikið
stig til hesa megnar konsert
fyri at stuðla Í menniskjum
góður tokki og afturat sín
um tónleikabólki, spælur
tónleikabólkur og streingja
kórið hjá Frelsunarheri
num.
Í bólkinum hjá Jens Lis
berg eru, Petur Hermansen
(steel guitar / kór), Anfinn
Norðfoss (guitar /kór), Mari
us Müller (trummur), Johan
Martin Jacobsen (bass /kór)
Tummas Thomsen (klaver /
kór) og Jens Lisberg (sang).
Konsertin er ókeypis,
men savnað verður inn til
átakið Í menniskjum góður
tokki. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Gospelkonsert í
Hoyvíkar kirkju
Fólkaflokkurin eigur valdið
Tað hevur verið ein óskrivað
regla í mong harrans ár, at
politikarar lata fjølmiðlum
síni fartelefonnummur.
Hetta »nummarið« hjá
Kaj Leo Johannesen nú at
dylja telefonnummarið, er tí
eitt greitt brot á hesa reglu,
sum vit vóna, at hann fer at
umhugsa av nýggjum.
Í tíðini fyri fartelefonir
nar, tá høvdu miðlarnir bein
leiðis telefonnummrini hjá
landsstýrisfólkum í Tinga
nesi.
Altíð havt samband við løgmenn
Einki samband við
fartelefonina
Gapandi
tómt
ellisheim
Heðin Mortensen
kjak á síðu 23
Sam
gongan má
hava etið
seym
Høgni Hoydal
kjak á síðu 23
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000