Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-05, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. desember 2011síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. desember 2011 - Nr. 141 NÆ STAKSKEID I LOG Å FRODSKAPARSETRI FØROYA Grundskeið í lóg — 10 GíL (2012) Søgu- og samfelagsdeildin bjóðar í vár á tíggjunda sinni bachelorskeið í løgfrødi, ið eftir umsókn kann gerast partur av bachelorútbúgving. Sera vælumtókta Grundskeið í lóg er partur av samfelagsútbúgvingini á Fróðskaparsetrinum. Stakskeiðið telur 10 námsstig (ECTS) á bachelorstigi, og er fyrr góðkent sum partur av oðrum samfelagsligum bachelorútbúgvingum. Undirvísingin byrjar 30. januar 2012. Skrivlig provtøka verður 28. mars 2012. Undirvíst verður tvær ferðir tveir tímar hverja viku, mánadag og mikudag, kl. 10.00 — 12.00. Lærarar verða Dr. Kári á Rógvi, lektari, og Bárður Larsen, seturslærari. Eisini verða gestafyrilestrar. Skeiðið er serliga ætlað fólki, ið ikki eru logkøn (ikki hava cand. jur. ella líknandi útbúgving) og vilja menna kunnleika sín til løgfrødiligt háttalag og fáa betri fatan av lógum og juridiskum teksti. Dentur verður lagdur á praktiska almenna fatan av lógkunnleika, serliga at finna og tulka lóg, men í serliga partinum verður hugt nærri at evnum innan stjórnarlóg og fyrisiting. Grundskeið í lóg er vorðið karmur um samskifti um lóg og fyrisiting í Feroyum. Fortreytirnar fyri at skriva seg inn til skeiðið er miðnám ella samsvarandi. Skeiðsgjald verður kravt, kr. 4.000 fyri skeiðið, íroknað bók og annað skeiðstilfar og provtøkugjald. Lesandi innskrivað við Fróðskaparsetur Føroya ella lesandi, sum kunnu fáa skeiðið góðskrivað við annan samstarvandi hægri lærustovn, sleppa undan skeiðsgjaldi. Avmarkad luttoka Umsóknarfreistin er sett til hósdagin 12. januar 2012. Tikið verður tó upp, til skeiðið er fullsett. Umsóknarblað fæst við at venda sær til Søgu- og samfelagsdeildina, J. Broncksgeta 25, 4.h., tlf. 352580. Víst verður eisini til heimasíðuna: www.setur.fo Føroysk fyrisitingarlóg —2 FOFL (2012) Søgu- og samfelagsdeildin bjóðar i vár út masterskeið i løgfrødi, ið eftir umsókn kann gerast partur av masterútbúgving. Stakskeiðið telur 10 námsstig (ECTS) á masterstigi, og er fyrr góðkent sum partur av cand. jur. útbúgving. Eisini er ætlan, at skeiðið skal verða góðskrivað á komandi masterútbúgving í lóg. Undirvísingin byrjar 23. mars 2012. Skrivlig próvteka verður 25. mai 2012. Lærarar verðar Dr. Kári á Rógvi, lektari, og Bárður Larsen, seturslærari. Eisini verða gestafyrilestrar og studentaframløgur. Skeiðið skal veita innlit i føroyska fyrisitingarlóg, serliga í tey mongu sløgini av rættarkeldum, tinglógir, dómalóg, venju hjá eitt nú umboðsmanni og kærunevndum, umframt lógkona læru. Ut frå dømum um praktiskar avbjóðingar i føroyskari fyrisiting verða tey lesandi kunnadi um mótini, har fyrisitingarligar reglur meta ætlanum og heimildum hjá stovnum og rættindum og virksemi hjá borgarum. Dentur verður lagdur á háttalag at meta um rættarstøduna. Próvtekuformur: Skrivlig avrik telja 1/3 av próvtalinum, skrivlig provtøka 2/3; uttanseturs provdøming. Fortreytirnar fyri at skriva seg inn til skeiðið er akademisk útbúgving á bachelorstigi ella samsvarandi við nóg mikið av løgfrødi ella javnmettum fakum eitt nú Grundskeiði í lóg. Skeiðsgjald verður kravt, kr. 5.500 fyri skeiðið, íroknað bók og annað skeiðstilfar og provtøkugjald. Lesandi innskrivað við Fróðskaparsetur Føroya ella lesandi, sum kunnu fáa skeiðið góðskrivað við annan samstarvandi hægri lærustovn, sleppa undan skeiðsgjaldi. Avmarkad luttøka Umsóknarfreistin er sett til mikudagin 7. mars 2012. Tikið verður tó upp, til skeiðið er fullsett. Umsóknarblað fæst við at venda sær til Søgu- og samfelagsdeildina, J. Broncksgeta 25, 4.h., tlf. 352580. Víst verður eisini til heimasíðuna: www.setur.fo Setursskrivstovan tlf. 35 25 00 - J. C. Svabos geta 14 Postrúm 272 - 110 Tórshavn - www.setur.fo Hugskot og viðmerkingar — send sms til 225000 MOTTØKA Við tað at MADS fer úr starvi, hevði tað glett okkum at sæð vinfólk, samstarvsfelagar og onnur til eina mótteku her á vøllinum týsdagin 6. desember kl. 14.00 Staður: Garagan við tornið Inngongd til vøllin portur við Hotel 62? Sosialurin Mads C. Johannesen »luftfartsinspektørur« N f SAMBAND VID AT FRESH LINK ER FLUTT Í NÝGGJ HØLID Í SALTANGARÁ VERÐUR BJÓÐA TIL MOTTØKU HÓSDAGIN 8. DESEMBUR FRÁ KL. 14:00 TAÐ HEVÐI GLETT OKKUM AT SÆÐ VIDSKIFTAFOLK, VINIR OG KENNINGAR HENDAN DAGIN MOTTØKAN VERÐUR Í NÝGGJU HØLUNUM Á KONGSHAVN 1 (BETA BYGNINGURIN) RESH LI N 29