Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. desember 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. desember 2011 · Nr. 142 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 mikudagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein ...eins og landsstýrisfólk, ting­fólk og pen­sjón­er­að­ir pol­it­ik­ar­ar. Tí sam­bært Snorra Fjals­ bak, leið­ara á løn­ar­deild­ini í Fíggj­ar­mál­a­ráð­num, so er ætl­an­in, at tey hægst løntu al­mennu starvs­fólkini skulu nið­ur í løn aftur fyri, at tey fáa so stóran skattalætta. Tað merkir, at Løgtingið kann spara nógvar pengar. Pol­itik­ar­ar­ teljast millum hesi »væl­bjargaðu almennu starvs­fólk­ini«. Tað vil siga, at løg­ting­ið fer at spara fýra pro­sent av játt­an­ini til løn og sam­sýn­ing og eft­ir­løn løg­ tings- og lands­stýr­is­manna. Sparingar kunnu eis­ini ger­ast við pen­sjóns­inn­gjald­ i­num hjá pol­it­ik­ar­u­num. Um ein van­lig­ur borg­ari skal upp­tjena sær somu pen­sjón, sum ein lands­stýr­is­mað­ur upp á somu tíð, so skal hann gjalda um­leið 150.000 krón­ ur inn í pen­sjóns­skip­an­ina um mán­að­in! Ella 1,8 milli­ón­ ir um árið! Hetta er ein stór útreiðsla hjá lands­kass­a­num, sum ligg­ ur fyri framm­an. So Jørg­en, her er nógv, tú kanst spara – og tú kundi kanska brúkt tað til at javna pen­sjón­ir­ nar við, so hevði Bjarne Cory­don kanska trúð upp­ á hatta við prís­tals­við­gerð­ini av blokki­num. Altso prís­tals­við­gera blokk­in, sum vit fáa fyri eina skip­an, sum vit IKKI prís­tals­ við­gera, ber tað til...? Tað var snilt av Jørgeni Niclasen at kroysta Jó­ann­es Eid­es­gaard úr løg­ mans­stól­i­num í sep­temb­er í 2008, tá CHE sam­gong­an koll­sigldi, og ABC sam­gong­an varð end­ur­stovn­að. Neyvan var tað av tilvild, og valla bara fyri at fáa Eid­es­gaard nið­ur í tign. Við at velja Kaj Leo Jo­ hann­e­sen til løg­mann, var slóð­að fyri at skipa eina borg­ar­liga, re­ak­ t­i­on­er­a sam­gongu – gjarna við Kaj Leo Holm Jo­hanne­s­en sum løg­ manni, men við Jørg­eni Nicla­sen sum veru­liga løg­manninum. Tað sást á øllum brøgdum í Fíggj­ar­mál­a­ráð­num í gjar, at Jørg­en Nicla­s­en sit­ur við borð­end­an í hesi sam­gongu, sum før­ir rein­an fólka­ floks­poli­t­ikk, með­an Kaj Leo Holm Jo­hann­e­sen meira er eitt ekkó av Jørg­eni Niclasen. Tað er einki óreiðiligt frá Fólka­ floks­ins síðu í so máta – burt­ur­sæð frá tí, at hann hev­ur slept full­veld­ is­stevn­uni. Tað vistu øll kort­ini, at hann longu gjørdi í 2003, tá An­finn Kalls­berg tveitti Tjóð­veldi á dyr í Tinganesi, men nú er tað so slig­ið fast við sjey tumma seymi, at Fólk­ a­flokk­urin ikki long­ur er ein full­ veld­is­flokk­ur. Full­veld­is­stev­n­an er fán­að til eina hálv­hjart­aða, illa de­fi­ ner­bara »sjálv­bjargn­is­stevnu« – ein de­fin­i­ti­ón, sum sjálvt Sam­bands­ flokk­ur­in kann liva innanfyri. Tað kom kortini sum ein hvøkkur fyri fak­fel­øg­ini, at Fólka­ flokk­ur­in rek­ur fólk­a­floks­pol­i­tikk. Tað kom eisini sum ein hvøkkur, at Jørg­en Nicl­asen hev­ur so stórt vald á Kaj Leo Holm Johannesen og Sam­bands­flokk­inum, sum hendan sam­gongan hevur víst. Formansstríðið í Fólkaflokkinum hev­ur styrkt Jørgen Niclasen, sum tyk­ist klára at fáa koll­velt­ing­ina við flat­skatt­i­num gjøgn­um­førda –  hóast massiv mótmæli. Kaj Leo akt­ar, með­an Kári Post og Jen­is gera alt fyri at halda seg at vald­i­ num, kosta hvat tað kosta vil. Flatskattaskipanin hjá Fólka­ flok­k­i­num er størsta koll­velt­ing í nýggj­ari tíð. Og ein slík skatta­poli­ tis­k broyt­ing hjá Fólka­flokk­i­num verð­ur ikki broytt aftur – tað vita vit av roynd­um. Jørg­en Nicla­sen hev­ur bara hetta høv­ið at fáa skip­an­ina sam­tykta á tingi, og tí má hann skunda sær, áðr­enn ting­mann­ing­in í Sam­bands­ flok­k­i­num fer at ress­ast. So leingi, sum Kaj Leo Holm Jo­hann­e­sen elt­ir Jørg­en Nicla­ sen, hev­ur Fólk­a­flokk­ur­in bukt­ina og báð­ar end­ar­nar. Men smíðast má, meðan jar­n­ið er heitt, Jørg­en Nicl­a­ sen, tí bjørnin kann vakna, og tá er ov seint. Jørgen Niclasen má smíða, meðan jarnið er heitt – Á felagsfundi fyri øll fak­fel­øg­ini hevur Maskin­ meist­ar­a­fel­ag­ið kunn­að fel­øg­ini frá sam­ráð­ing­ ar­fund­i­num við Fíggj­ar­ mál­a­ráð­ið og Komm­un­ ala Ar­b­eiðs­gev­ara­fel­ag­ið. Tað søgdu fak­fel­øg­ini í tíð­ ind­a­skrivi í gjár. – Feløgini eru skelkað av boð­skap­i­num úr Fíggj­ ar­mál­a­ráð­num. Fak­fel­øg­ ini halda rimmar fast við krav­ið um lønarhækking, og góð­taka á ongan hátta hvørki løn­ar­nið­urs­kurð ella nak­að null loysn, siga tey, og leggja afturat: – Fak­fel­øgini skulu gera púra greitt, at Fíggj­ar­mál­a­ ráðið sleppur ikki at tengja flat­skatta-uppskotið og  løn­ ar­sam­ráð­ing­ar­nar saman. Fakfeløgini: Vit vilja ikki niður í løn Kaj Leo sum ekkó av Jørgeni Nú sam­ gong­an og Mið­ flokk­ur­ i­n ætla at taka av javn­ing­in­a a v pen­sjón­um  tað merk­ir, at pen­sjónirnar standa í stað, so fleiri pengar verða til skattalættan, sum tey væl­ bjargaðu skulu fáa næsta ár, so er áhugavert at hyggja í Løgtingstíðindi at frætta, hvussu menn hava skift meining. Í 2010 var sama mál fyri á tingi. Hetta var løgtingsmál nr.: 18/2010: Hetta var í teirri tíðini, tá Jenis av Rana vardi tey á teimum niðaru rókunum. Hansara viðmerking var, at hetta var »gement tjóvarí, tí man torir ikki at fara á ovastu røkurnar...« Seinni í orðaskiftinum mælir Jenis av Rana til, at tinglimir heldur lækka sínar egnu lønir – at hjálpa Jenis kemur Kári Post til hjálpar og heldur, at tinglimir høvdu víst viðring, um teir lækkaðu sínar egnu lønir eitt nú fimm prosent. Mangt broytist á mansins ævi! Jenis av Rana og gement tjóvarí Løgmaður skal niður í løn Mót­ mælti sær sjálvum Helgi Abrahamsen kjak á síðu 15 Hægru lønirnar gjalda jú mest! Frímund Hansen kjak á síðu 15 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 22,5% av veljarunum valdu Fólka­flokk­in, 24,7% valdu Sam­bands­flokk­in – vita fólk ikki av, at hesir eru borg­ar­lig­ir og fara at reka borg­ar­lig­an pol­i­tikk? Hvat hava fólk rokn­að við? Nú eru fólk ill. Eg skilji tað ikki rætt­u­liga, at fólk ikki heldur hugsa seg um áðrenn tey seta krossin! Lisið á Facebook