Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. desember 2011síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Fríggjadagur 9. desember 2011 · Nr. 143 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Søkt verður eftir Stjóra til P/f vága floghavn P/f Vága Floghavn søkir eftir nýggjum stjóra. Umframt dagligu leiðsluna av flogvøllinum liggja stórar avbjóðingar fyri framman hjá komandi stjóranum í P/F Vága Floghavn. At flogbreytin í næstum letur upp við 1799 m skapar nýggjar møguleikar hjá felagnum. Samstundis sum nýggja flogbreytin letur upp verður av álvara farið undir arbeiðið at byggja nýggja farstøð til flogvøllin, sum skal verða karmur um komandi virksemi á og rundan um flogvøllin. Stjórin í P/F Vága Floghavn skal saman við nevnd felagsins stinga út í kortið fyri framtíðina hjá P/F Vága Floghavn herundir hvussu felagið skal rekast á einum handilsligum og úrslitslagaðum grundarlag. Vit sóknast eftir: Vit vænta at tú hevur sterkar persónligar eginleikar, so sum arbeiðssemi, dynamikk og hegni. Tú hevur leiðsluroyndir, hugsar handilsliga samstundis sum tú virðir tær spælireglur sum eru galdandi fyri arbeiðsplássið. Tú hevur hóskandi útbúgving á kandidatstøði, og tað er ein fyrimunur, um tú hevur loyst líknandi uppgávur í verki; men tað er eingin treyt. Tú kennir til føroyska ferðavinnu og til føroyska vinnu sum heild. Tú dugir væl við fólki, samskiftir skilliga bæði á føroyskum, skandinaviskum og enskum máli og hevur evni og vilja til at skapa eitt stimbrandi umhvørvi til frama fyri P/F Vága Floghavn og tess umhvørvi. Vit bjóða: Starvið sum stjóri í P/F Vága Floghavn er sera spennandi og avbjóðandi. Starvið er lønt sambært avtalu við nevndina í P/F Vága Floghavn. Umsókn Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til nevndarforkvinnuna Kitty May Ellefsen á tel +298 556090 ella við at senda teldupost á kme@floghavn.fo. Miðað verður ímóti at starvið er sett tann 1. februar 2012 og tí skulu umsóknir við prógvum, cv og øðrum viðkomandi tilfari verða okkum í hendi í seinasta lagi 2. januar 2012. Send umsókn til kme@floghavn.fo ella Vága Floghavn Att: Kitty May Ellefsen FO-380 Sørvágur Vit vátta, at umsóknin er móttikin innan fáar yrkadagar. www.floghavn.fo sansir.fo