Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-09, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. desember 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. desember 2011 · Nr. 143 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Tað er heldur sjáldsamt, at vallyftir verða hildin, men í millum mongu upp­skotini, ið vórðu borin fram á løgtingið í dag, er týdn­ingarmesta vallyftið av øllum: viðurskiftini hjá les­andi í Føroyum. Mótrokingarskipanin Síðani mótrokningar- skip­anin av studninginum varð sett í verk í august 2011, hava lesandi kent til svið­an av »sjalusiskatti«, har inn­tøkur oman fyri kr. 10.000 um mánaðin, verða mót­roknaðar við 10% av studn­inginum. Skipanin hevur havt óhepnar av­ leið­ingar, tí fleiri næm­ ing­ar á t. d. Setrinum, har miðalaldurin er 28,6 ár, hava familjur og børn. Við tí í huga, so er tað ikki óhugs­andi, at tey skulu rinda fyri bæði hús og heim. Fleiri verða tískil noydd at arbeiða við síð­ una av, men »sjalusi­skatt­ urin« hevur bara elvt til stríð, tí tað loysir seg ikki at vinna pengar aftaná skúlatíð. Loysa seg at arbeiða Fólkaflokkurin vann valið við sloganinum »tað skal loysa seg at arbeiða«. Her verður ikki bara sip­að til handverkarar og van­liga arbeiðaran, men so sanni­ liga eisini fyri tey, ið eru undir útbúgving. Undir­ ritaði fegnast sjálvandi um, at eitt av vallyftunum liggur uppi í tinginum, tí í upp­skotinum stendur: »inntøkumarkið í sam­ band við inntøkujavn­ing­ ina hækkar úr kr. 10.000 til kr. 20.000.« Undirritaði fer at gera sítt til, at uppskotið verður samtykt, tí tað skal loysa seg at arbeiða – eisini hjá lesandi. Tað skal loysa seg at lesa Hanus Samró Hesi vóru orðini hjá JN, tá hann varð settur sum fíggj­ armálaráðharri. Tá komandi fíggjarlóg gevur eitt hall á uml. 500 milliónir, má tað merkja, at vit brúka fleiri pengar enn vit hava, ikki sannheit Jørgen?  Hvat kann mann so gera fyri at náa tínum ideali, sum yvirskriftin leggur upp til? Jú, har eru nógvir møgu­leik­ ar. Her fært tú nøkur boð: 1) Við flatskattinum fáa 6% av Føroya fólki 42% av skattalættanum. Her tosa vit um eina upp­hædd, sum ligg­ur um 100 mió. Um vit mugu gevast við at brúka fleiri peng­ar enn vit hava, merkir væl saktans, at hesi 6% av Føroya fólki ikki skulu hava 42% av samlaða skatta­lættanum ella hvat?  2) Sendistovurnar kosta okk­ um 10 tals milli­ónir árliga. Hetta kem­ur sostatt eisini und­ir at brúka fleir peng­ ar enn vit hava.  3) So er tað millióna­bud­gett­ ið, sum almennir stovnar skunda sær at futta av áðrenn árs­lok. Har m.a. tú sjálv­ur vart við til at taka ímóti eini Iphone, teldu o.ø.. Hetta kemur eisini und­ir at brúka fleiri peng­ ar enn vit hava.   4) Fráfaringarlønir hjá tæn­ astufólki kosta land­in­um milliónir hvørt ár. Sein­ asta døm­ið var, tá ein javn­ að­ar­maður fyri stutt­um kræddaði sær peng­ar á henda hátt. Sí yvir­skrift.  5) Løn og sømdir hjá tykk­um politikarum tola væl eina lækkan. Serliga við tínum egna flatskatti aftr­at, tí sum tú sigur, tit politikarar mugu gev­ast við at brúka fleiri pengar enn tit hava. 6) K o s t n a ð a r ­m e t ­i n g ­ in  fyri  skúla­depilin í Markna­gili liggur um 300 mió. Tá eru  prís­hækkk­ ingar í byggi­tíðini, útgerð, innbúgv og flyting  ikki írokn­að.  Hava vit ráð til eitt 5 stjørnað arkitekta ho­tel av einum skúla?   Her hevur tú 6 punkt at byrja við, sum kunnu gera hallið á fíggjarlógini munandi lægri. So er tað spurningurin, Jørg­ en. Ert tú maður fyri at standa inn fyri tíni egnu orð? »Politikarar mugu nú gevast við at brúka fleiri pengar, enn vit hava«, Jørgen Niclassen Hergeir Staksberg