Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-09, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. desember 2011síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 143 · 9. desember 2011 2 VIKUSKIFTI – Eg sigi bara tað, at tey, sum altíð bara arbeiða frá kl. 8 til 16 og annars liggja á sofuni, eru nógv meira ør enn eg. Tað ræður um at liva lívið, meðan tað ber til. Livar Nysted, rógvari við heimsmeti Tónleikur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Danski rockbólkurin Fate, sum serliga var virkin í áttatiárunum, hevur givið nýggja fløgu út. Bólkurin fann saman aftur fyri nøkrum árum síðani, eftir at teir høvdu hildið langan steðg. Og nýggjur sangari í bólkinum er før­oy­ ingurin Dagfinn Joensen, sum eisini hevur verið sangari í bólkunum Fluffy Toys og Eager To Please herheima. Dagfinn hitti tónleikara úr Fate á eini konsert, har Dagfinn sjálvur sang, og tá var fyrsta sambandið skapt millum tónleikarar úr Fate og føroy­ ingin. Teir í Fate vóru áhugaðir í at fáa Dagfinn upp í bólkin, og seinastu árini hevur Dagfinn verið partur av danska rockbólkinum. Bólkurin Fate var stovnaður í 1984, og teir góvu fleiri plátur út í 80’unum. Helst kendasti sangurin hjá teimum er Lovers. Dagfinn fær rós Síðani útgávuna fyri sløkum tveimum vikum síðani, hava fleiri internetsíður ummælt og viðmælt fløguna hjá Fate, Ghosts From The Past. Ummælarin hjá Rushonrock heldur, at Fate hevur útgivið eina frálíka rock­ fløgu, sum er eitt sannførandi come­ back hjá bólkinum. Ummælarin rósar ikki minst føroyska sangaranum í bólk­ inum. – Føroyingurin Dagfinn Joensen hevur sína lívs framførslu á útgávuni, skrivar ummælarin. Heimasíðan AOR Heaven hevur hesa vikuna útgávuna hjá Fate ovast á list­anum yvir fløgur, sum tey viðmæla rock­áhugaðum at keypa. – Framúr fløga frá legendariska danska rockbólkinum. Teir bjóða eitt gott bland av fang­andi, melo­diøsum rock­tónleiki og klassiskum hard rocki og eitt sindur av metalli, skrivar AOR Heaven um útgávuna hjá Fate. Sexlega í Nesvík Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen Forsíðumynd: Effie Campbell og Jógvan Joensen / Álvur Haraldsen klumman Rólant Waag Dam Danski rockbólkurin Fate, sum nú hevur føroyskan sangara, fær góð ummæli fyri nýggja útgávu. Ummælari heldur, at Dagfinn Joensen hevur sína lívs framførslur á nýggju fløguni Dagfinn fær góð ummæli Guðs børn batna og um dagarnar skrivaði Norðlýsið, at Heimamissiónin eftir nýggjár skipar fyri sexlegu í Nesvík. Okay. Lat meg vera fair. Tað verður neyvan ein sexlega a la bunga-bunga veistlurnar hjá Berlusconi ella sum í Paradise Hotel – hóast felagsnevnarin í øllum trimum førum er tann sami: sex. Men meðan Berlusconi og luttakararnir á Paradise Hotel bunga til høgru og vinstru, so halda tey seg í Nesvík til at tosa um sex. Greinin, sum umrøddi leguna, bar fan­ tastiska heitið: »Viðkomandi lega«. Sádan. Legan er simpulten viðkomandi! Sum skrivað stendur: »Ja! Tað er viðkomandi fyri ein og hvønn, serliga eftir, at man er vorðin tann­áringur. Fyrr varð sex tíðum dult sum mansmorð, men tað ger ongan mun. Børnini koma í verðina og tað er gott. Men tað skal gerast við skili, meta samkomurnar kring landið«. Sikken ein innsikt! Tá hetta er sagt, so skal eg ikki gera teimum órætt, men eisini endurgeva partin av greinini, sum vísir á, at orðið »sex« faktiskt er nevnt einar tvær ferðir áður í Nesvík. Og eg endurgevi: »Tað kundi fyrr henda seg á onkrum legum, at í onkrum spurnarkassa hættaði onkur sær at skriva ein lepa og spyrja, um sex var gott áðrenn hjúnalag, ella aðrir spurningar stungu seg upp í samband við sex, sum onkur mætur talari setti seg føran fyri at svara«. Soleiðis hevur onkur rebellur av guðs børnum dittað sær at skræða ein part av sunnudagsskúlakortinum og har skrivað henda óhugsandi spurning. Hann spyr, sum ikki veit – og viðhvørt var onkur mætur talari førur fyri at svara. Upplýst verður í somu grein, at enn er ógreitt, hvør kemur at hava hvønn bíbliutíma á hesi góðu legu. Eitt uppskot kundi verið mæti sexologurin Elin í Stórustovu. Har kundi evnið passandi verið: »Hvussu sleppur tú í lovaða landið«. Skemt til síðis. Høvuðsevnið á leguni verður: »Liv lívið – bíða við sex«. Og eg má viðganga, at eg gott kundi hugsað mær at farið til leguna bara fyri at fáa at vita, hvussu hasi bæði tingini hanga saman. Havi enn tá hugt á tilmeldingarlepan fyri leguna. Hon kostar 420 krónur. Og so skalt tú eisini upplýsa, um tú hevur onkra sjúku. Hvat hevði tað ikki verið befríandi, um onkur skrivaði »klamydia« – og faktiskt hevði tað eisini. Ella enn betri: um onkur fekk klamydia í Nesvík! So segði hann... Dagfinn Joensen er sangari í Fate, og hann stendur sterkur á nýggju útgávuni hjá bólkinum Paradise Hotel