Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. desember 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. desember 2011 · Nr. 144 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo mánadagsblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Stuðulskonsertin í Rex til frama fyri átakinum Í menn­ iskjum góður tokki gav góð­ar 37.000 krón­ur, sum verða brúkta til leikur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Fyri góðari viku síðani varð skip­að fyri stuðulskonsert á dans­i­staðnum Rex í Havn, og nú eru innkomni peningurin lat­in átakinum Í menniskjum góð­ur tokki. Stuðulskonsertin í Rex end­aði sum gávukort upp á leikur frá Klávus fyri góðar 37.000 krónur. Hesi gávukort verða latin familjum við smærri børnum. - Eftir at hevði lisið um, hvussu nógv søkja um hjálp frá Í menniskjum góður tokki, vildi eg gjarna gera okkurt fyri at hjálpa, og tað bleiv so til eina stuðulskonsert, sigur Rúni Djurhuus, sum rekur dans­istaðið Rex. Hann fekk eina langa røð av kendum tónleikarum at spæla til tiltakið. Terji Ras­ mussen, Fríði Bjørgvin, Petur ­og Guðr­un Háberg, Signar í Homr­um, Vígdis Fjallstein, MC Hár, Gipsy Train, Jens Marni, Divaz, Mike, Grand­ ma's Basement og DJ Mart­in Kjærbo framførdu til stuð­ uls­tiltakið­. – Tónleikarar eiga stóra takk fyri, at teir tóku so væl und­ir við til­tak­i­num, og eg má eisini takka Expert, Kláv­ us, Atlantsflogi og Henning Nicodemussen fyri góða hjálp, sigur Rúni Djurhuus. Átakið Í menniskjum góð­ur tokki er sera fegið um gávuna frá stuðulskonsertini. - Vit samskipa eina hjálp til børn og barnafamiljur, men tað eru tey mongu fólk­ ini, sum savna pengar inn til okkum, sum gera tað møg­u­ ligt at veita hjálp, og tí eru vit sera takk fyri hesa hjálpina og alla aðra hjálp, sum vit fáa, sigur Laufey H. Blaasvær, skriv­ari í felagsskapinum. Tey hava aftur í ár fingið hundr­að­tals umsóknir um jóla­hjálp, og hesar umsóknir skulu nú viðgerast. Í fjør lat Í menniskjum góð­ur tokki hjálp til 376 fam­ ilj­ur – hesi umfata 1241 ein­ stak­ling­ar, av teimum 759 børn. Av teimum, sum fingu hjálp, vóru 72 pro­sent stakir uppihaldarar. Flatskatturin og umbønin til dan­ir um at fáa hægri blokk­stuð­ul til Før­ oya hev­ur ikki fólks­ins und­ir­tøku. Tað sigur nýggj kanning frá Gall­up Før­oy­ar, sum vit kunngera í blað­ num í dag. Men samgongan arbeiðir kortini vil full­ari ferð at fáa málið samtykt í ting­i­num fyri jól, so skipanin við flat­skatti kann setast í gildi frá 1. jan­uar 2012. Í dag hava Jørgen Niclasen og hans­ara fólk sitið til sam­ráð­ing­ar í fíggj­ar­mál­a­ráð­n­um í Keyp­mann­ a­havn, har upp­gáv­an, sum Jørg­en Nicl­a­sen hev­ur fing­ið frá Kaj Leo Jo­hann­e­sen er, at hann skal fáa 150 til 200 mill­i­ón­ir meira í blokk­stuð­ uli, sum er tað, sum blokk­ur­in hevði vaks­ið, um hann var prís­tals­við­ gjørd­ur øll ár­ini síðani skerjingina í 2002. Men tað var púra greitt eftir orða­skift­ið í Fólka­ting­i­num, tá fíggj­ar­lóg­in danska var til fyrstu við­gerð, at tað er lítil og helst eingin møg­u­leiki fyri, at Fólk­a­tingið fer at taka und­ir við eini slík­ari um­bøn. Hin­vegin søgdu øll fram­søgu­fólk­ ini, at tey væl kundu taka und­ir við, at blokk­stuð­ul­in verð­ur prís­tals­við­ gjørd­ur frameftir. Tað merkir, at blokkstuðulin ikki veks­ur við 200 milliónum krónum, men við áleið átta milliónum krón­ um. So­leiðis verður úrslitið ímillum 142 og 192 mil­l­i­ónir frá tí, sum løg­ mað­ur hev­ur sagt. So er spurningurin, um sam­ gong­an mein­ar hetta í álvara, ella um tal­an er um eina hálvhjartaða roynd. Tað er Edmund Joensen, fólk­a­tings­mað­ur, sum hevur tosað mest um at fáa fat­ur á hes­um pengum, sum vit hava »mist« sein­ astu 10 árini. Løg­mað­ur tók umsíðir und­ir við tí, og Sam­b­andsflokkurin brúkti tað í valstríðinum. Tað undrar eisini, at allir hini trígg­ir sam­gong­u­flokk­ar­nir hava kú­vent í hesum máli, og tað fær okk­um eis­ini at mis­teinkja teir fyri lót­ir. Ser­liga Fólkaflokkin. Rod­mundur Nielsen, sum var fram­søg­u­mað­ur hjá Fólk­a­flokk­i­ num, tá mál­ið var fyri í ting­i­num segði, at hetta smakk­aði flokk­i­num illa. Við øðrum orðum, so hevur flokk­ur­in hjá Jørgen Niclasen tosað í­móti ætl­an­ini í løgtinginum, og tí veit Bjarne Corydon sjálvandi av. Tí er laga­ð manni hjá honum at siga nei, til at prístalsviðgera við aft­ur­ virk­andi kraft. Úrslitið verður tískil uttan iva, at Jørg­en Niclasen í kvøld kann kom heim av Flatlondum við einum blokk­stuð­uli, sum verður einar átta mill­i­ónir hægri. Á tann hátt kemur hann heim við einum úrsliti, sum ikki hóvar løgmanni, men sum fellir í góða jørð hjá Fólkaflokkinum og fólk­a­floksveljarum. Tá hevur Fólkaflokkurin aftur vunn­ið ein sig­ur í sam­gong­uni. Vildi løgmaður stýrt, so kundi hann sjálv­ur far­ið til Dan­mark­ar fyri at fing­ið hasar 200 mill­i­ón­ir­nar. Corydon kennir støðu Fólkafloksins til blokkin Í teimum fýra komm­un­ u­num í Sandoy var skatt­ a­inn­tøk­an fyrstu ellivu mán­að­ir­nar í ár eina mill­i­ón meiri, enn hon var tað sama tíðarskeið í fjør. Skatt­a­inn­ tøk­an er størri í ár í øllum komm­ununum uttan í Húsa­víkar kommunu, har hon er minni, enn hon var tað í fjør. Størsti vøksturin bæði í krón­um og lutfalsliga er á Sandi. Har øktist skatta­inn­ tøkan fyrstu ell­ivu mán­að­ ir­nar í ár við 5,83 prosentum ella 690.787 krónum. Í ár var skatt­a­inn­tøk­an fyrstu ellivu mán­að­irnar 12,53 milliónir krón­ur, meðan hon í fjør var 11,54 milliónir krónur. Í Skopun vaks skatta­inn­ tøk­an fyrstu ellivu mán­að­ ir­nar sammett við í fjør við 4,09 prosentum ella 436.091 krón­um. Í ár var hon 11,09 milli­ónir, meðan hon í fjør var 10,65 milliónir krónur. Í Skálavík vaks skatta­ inn­tøk­an við 4,26 pro­sent­ um, sum svarar til 157.177 krón­ur. Í ár var hon 3,85 mill­i­ónir krónur, meðan hon í fjør var 3,68 milliónir krón­ur. Í Húsavíkar kommunu, sum fevnir um Húsavík og Dal, mink­aði skattainntøkan fyrstu ellivu mánaðirnar við 9,05 pro­sent­um ella 270.619 krón­um. Í ár var inntøkan 2,72 mill­iónir krónur, meðan hon í fjør var 2,99 milliónir krón­ur. Í Skúvoy hilnaðist skatt­ a­inn­tøk­an ikki so væl fyrstu ellivu mánaðirnar í ár, sum hon gjørdi tað í fjør. Inn­tøkan í ár var 38.259 krón­ur minni. Tað svarar til eina afturgongd upp á 4,38 prosent. Inntøkan frá jan­uar og til november í ár var 836.035 krónur. Í fjør var hon 874.294 krónur. Meiri skattur í Sandoy Átta mió kr og Jørgen sigrar Stuðulskonsert gav 37.000 krónur Kom til pol­itiska substansin Sjúrður Edmund Joensen kjak á síðu 26 Reality check, Jørgen Dávid Isfeld kjak á síðu 26 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lisið á Kaj Leo Johannesen Ari­sto­ t­e­l­es var ein vísur maður sum segði: »Øll kunnu ger­ ast ill – tað er lætt.« Men at gerast illur við tann rætta persónin, í hósk­andi mongd, í tí rætta tíð­ar­skeið­num, við tí rætta end­a­mál­i­num og upp á rættan máta - tað er ikki lætt !” Tað hevði verði fant­ast­iskt um vit øll dugdu hend­an kynstur. Rúni Djurhuus, sum rekur Rex, handar Laufey Blaa­ svær, skrivara í Í menniskjum góður tokki, gávukort til leik­ur fyri góðar 37.000 krónur. Hetta kom burt­ ur­úr stuðulskonsert fyri góðari viku síðani Mynd: Álvur Haraldsen