mánadagur 12. desember 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. desember 2011 · Nr. 144
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Nú verður verri at vera ar
beiðsleysur í Føroyum.
Tað er greitt soleiðis sum
støðan
á
arbeiðsmarkn
aðinum er.
Sum støðan hjá er nú,
rindar ALS nógv meiri í ar
beiðsloysisstuðuli enn skip
anin fær inn í inntøku.
Ernst Jacobsen, stjóri í
ALS, sigur, at í fjør hevði Ar
beiðsloysisskipanin eitt hall
upp á 110 milliónir og í ár
verður hallið einar 180 milli
ónir krónur.
– Harvið fer eginpening
urin við árslok í ár at koma
niður ímóti 420 milliónum
krónum og heldur hendan
gongdin fram, kann Arbeiðs
loyisisskipanin fara at hava
eitt hall, sum nærkast 200
milliónum krónum næsta
ár.
– Heldur hendan støðan
fram, kann kassin hjá ALS
verða tómur longu um gott
tvey ár.
Tað veldst alt um, hvussu
støðan í samfelagnum verður
og, gongdin í arbeiðsloysinum
verður.
Tí heldur stýrið fyri ALS,
at tað er neyðugt at seta
tiltøk í verk fyri at byrgja fyri,
at ALS kemur í fíggjarligar
trupulleikar, um so er, at tað
gongur heilt illa.
Hægri inngjald og
lægri utgjald
Stýrið fyri ALS hevur tískil
samtykt, at fyri at tryggja
inngjaldið til ALS hækkað
0,25%, so at tað nú verður
1,25%. Samstundis verður
eisini hægsta útgjald lækkað
úr 80% av lønini seinastu 12
mánaðirnar, niður í 75%.
Hinvegin er tað mesta,
ein kann fáa í arbeiðsloysis
stuðuli, 20.000 krónur um
mánaðin, ella 240.000 krónur
um árið.
Men nú verður hámarkið
lækkað niður í 17.500 krónur
um mánaðing, ella 210.000
krónur um árið.
Somuleiðis verður aftur
nú ein bíðitíð frá tí, at ein er
arbeiðsleysur, til ein kann
fáa arbeiðsloysisstuðul. Bíði
tíð var fyrr, men tað varð av
tikið.
Men nú verður so aftur
ein bíðitíð upp á 10 dagar.
Tað merkir, at teir fystu 10
dagarnar, ein er arbeiðsleysur,
fæst onki útgjald úr ALS.
Als sigur, at hetta eru til
lagingar, sum fara at spara
skipanini einar 70-80 milli
ónir krónur um árið við tí
arbeiðsloysi, sum nú er.
Broytingarnar um útgjald
skulu samtykkjast í Løg
tinginum, áðrenn tær kunnu
koma í gildi.
Í morgun vóru 1711 ar
beiðsleys í Føroyum.
Tað svarar til eitt arbeiðs
loysi upp á eini 6%-7% og
hvussu støðan verður í ALS,
veldst
sjálvandi
alt
um,
hvønn veg tey tølini fara.
aki@sosialurin.fo
Kassin hjá ALS
tómur um 2 ár
Síðani ALS varð sett á stovn fyrst í nítiárun
um, hevur skipanin rindað heilar 2,6 milliardir í
arbeiðsloysisstuðuli.
Tað sigur Alfred Petersen, formaður í stýrinum
í ALS.
Sostatt hevur ALS verið ein skipan, sum avgjørt
hevur gjørt sítt til at skapt støðufesti í sam
felagnum og umframt at tað er komið teimum
arbeiðsleysu til góðar, er tað sanniliga eisini
komið kommmunukassum og landskassanum til
góðar.
Alfred Petersen harmast um, at tað er neyðugt
at skerja skipanina, men hann staðfestir, at hon
er framvegis millum tær allarbestu í heiminum,
kanska tann allarbesta, tí tað munnu vera fáar
arbeiðsloysisskipanir, har tað ber til at fáa
17.500 krónur um mánaðin.
Og skipanin er framvegis nógv betri nú, enn hon
var øll tey fyrstu árini.
Onkur hevur spurt, hví ALS ikki hevur lænt pen
ing fyri at kunna varðveita skipanina óbroytta,
men tað hevur ALS ikki umhugsað.
– Sum støðan er í í heiminum í dag, halda vit
ikki, at tað ber til at fáa rímiligt lán.
Skipanin lænti pening í nítiárunum, men tá
átti hon ongar pengar og tá var talan um eina
lokala, føroyska kreppu og ikki eina heims
umfatandi kreppu, sum nú.
2,6 mia
Fleiri tiltøk
ímóti sam
gonguni í
næstum
SKATTUR OG PENSJÓNIR Hesa
næstu tíðina fara fakfeløgini
at skipa fyri fleiri tiltøkum at
mótmæla ætlanini hjá sam
gonguni um flatskatt og at
skatta pensjónir við inngjald
Áki Bertholdsen
Fakfeløgini hava ikki slept
endanum í stríðnum ímóti
ætlanini hjá samgonguni
um flatskatt og ætlanini
at skatta pensjónir við
inngjald.
Síðani stóru mótmælis
gonguni á Vaglinum síðsta
leygardag, hevur annars
ikki nógv verið at hoyrt
frá fakfeløgunum.
Men tað merkir ikki,
at fakfeløgini hava givið
skarvin yvir.
Tað
staðfesta
bæði
Selma Ellingsgaard, for
kvinna í Starvsmanna
felagnum og Sonja Jógv
ansdóttir, samskipari í
Samtaki.
– Tað má ikki henda,
at hesar ætlanirnar verða
settar í verk, sigur for
kvinnan í Starvsmanna
felagnum.
Hon heldur eisini, at
tað er burtur úr vón og viti
at skunda eitt so grund
leggjandi mál ígjøgnum.
– Hetta hevur skapt
ein øguligan ótryggleika,
leggur hon afturat.
Selma
Ellingsgaard
sigur, at fakfeløgini hava
fundir um hesi málini alla
tíðina og tað verða enn
fleiri fundir ímillum tey.
Hon sigur, at fyrst og
fremst fara tey at upplýsa
enn meiri um ætlanina at
seta flatskatt í gildi og av
leiðingarnar av tí.
Men tað skilst á henni,
at tað er eisini ymiskt
annað í umbúna, men
hon vil ikki siga, hvat fak
feløgini hava tosað um í
hesum sambandi.
–
Men
fakfeløgini
standa saman í hesum
málið og vit hava ikki
slept endanum, leggur
hon dent á.
Og hon leggur afturat,
at tey fara ikki at sleppa
endanum.
– Hetta er alt ov álvar
samt til at vit kunnu lata
hetta fara afturvið borð
inum.
Í Løgtinginum varð róð
fram undir, at hetta kundi
enda við aðalverkfalli?
– Møguleikarnir eru
nógvir og nú fáa vit at
síggja, sigur Selma Ellings
gaard.
Men hon sigur, at í
fyrstu syftu seta tey sítt
álit á, at politikarar síggja
álvaran í málinum og
sleppa ætlanini, sum hon
tekur til.
Savna undirskriftir
Sonja Jógvansdóttir stað
festir, at fakfeløgini hava
nú tikið stig til at savna
inn undirskriftir um alt
landið.
Í hesi vikuni er ætlanin
at skipa fyri einum stór
um kunningarátakið fyri
vísa á, hvussu hesar ætl
anirnar fara at ávirka
ymsar samfelagsbólkar.
Samskiparin í Samtaki
staðfestir, at eftir øllum
at døma var tað ikki nóg
mikið at fáa samgonguna
at sleppa ætlanini, at fleiri
túsund fólk savnaðust á
Vaglinum.
– Vit ætla fyrst og
fremst at upplýsa, sigur
hon.
Men hon sigur, at verð
ur tað til fánýtis, hava tey
eisini ætlanir um onnur
tiltøk.
– Men vit taka tað
stig fyri stig, leggur hon
afturat.
Hon sigur, at tað verður
tosað um allar møguleikar,
men tað er greitt, at onnur
stig verða tikin.
aki@sosialurin.fo
ARBEIÐSLOYSISSTUÐUL Tað streyma so nógvir pengar úr
kassanum hjá ALS, at nú er neyðugt at seta tiltøk í verk
fyri at tryggja, at skipanin ikki fer á húsagang
ALS repar seglini
Gongdin, sum ALS hevur verið í hesi bæði seinastu árini, kann ikki
halda fram og tí mugu tiltøk nú sett í verk fyri at fáa betri javnvág
ímillum inntøkur og útreiðslur hjá Arbeiðsloysisskipanini