Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. desember 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. desember 2011 · Nr. 144 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Snorri Brend Fyrr í heyst fóru fýra mans frá Vága Bjargingarfelag til fjals við einum í huga: At merkja allar varðarnar á teirri so­nevndu Slættanesgøtuni. Henda gøtan gongur av Hálsi omanfyri Sandavág og allan vegin Norður eftir Fjøll­um til Slættanes, hagani sein­astu fólkini fluttu í 1964. Teir fýra – Suni Johansen, Meinhard Johannesen, Neinbjørn Nattestad og Jóhan Nielsen – merktu allar 25 varðarnar, soleiðis at tann fyrsti varðin á gøtuni hev­ur nr. 1 og tann seinasti, beint omanfyri bygdina á Slætta­ nesi hevur nr. 25. Nógv fólk ganga eftir gøt­ uni, sum í mjørka kann vera villingarsom. Nógv hava ging­ið skeivt og ofta hevur ver­ið leitað eftir fólki, sum ikki eru komin vegin fram. – Nú eru so sett nummar á allar varðarnar, soleiðis kunnu fólk, um tey hava eitt kort við, altíð vita hvar tey eru stødd, verður sagt. snorri@sosialurin.fo Betri um­ støður til heima­ dystirnar Eingin ivi á Slættanesgøtuni Klaksvík: Gongst sum nýstovnaða felagið »Bláa Skýlið« ætlar, skal eitt nýtt og snotiligt skýli byggj­ast við vøllin við Djúpu­mýru. Felagið hevur sett sær fyri at útvega teim­ um mongu og trúføstu áskoðarunum í Klaksvík betri umstøður til heima­ dystirnar hjá KÍ. Tey arbeiða tí við eini ætlan um at fáa eitt slíkt skýli, við øllum hent­ leikum, bygt á sunnaru síðu á vøllinum – á somu síðu sum KÍ-høllin stendur. Sambært tveimum av nevndarlimunum, er talan um eina stóra og kostnaðarmikla ætlan. – Vit seta einki ára­ mál á, nær fyrstu áskoð­ ararnir kunnu seta seg í nýggja skýlið. Men tað fara at ganga nøkur ár enn, áðrenn alt er liðugt, siga teir báðir Eyðun Thorgarsson og Símin Esmar Vágsá, sum saman við Jákupi Anthoniussen mynda felagið. Ofta hevur verið leitað eftir fólki, sum ikki eru komin vegin fram Nýggja kirkjan á Argjum verður ein perla Bjartur Ó. Dalsgarð, formaður í kirkju­ ráðnum Sandavágur: Higartil í ár er fólkatalið økt við 26 í bygdini. Tað er størsta økingin í Vágum, her tað annars búgva 3055 fólk. Hvalba: Fyri í 2012 verður Jens Mortan Mortensen innsettur sum prestur í Leirum. Fýra umsóknir vóru til starvið. Sørvágur: Komandi ár fær Sørvágs Ítróttarfelag stuðul uppá 175.000 krónur fyri bygdaráðnum. Somu upphædd fær 07 Vestur eisini. Vágur: – Eg mæli fakfeløgunum til at stovna løngjaldstovunar aftur - ongantíð ov skjótt, sigur fyrrverandi forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, Ingeborg Vinther. Slættanes Nú verður hópin lættari at finna leiðina hjá teimum, ið ætla sær at ganga til fjarlagnu og avtoftaðu bygdina í Vágum kring landið MERKTIR Allir 25 varðarnir á leiðini til Slættanes eru nú merktir, hvør við sínum nummari. – Nú nýtist ongum at ganga skeivt, verður sagt Myndir: Neinbjørn Nattestad