mánadagur 12. desember 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. desember 2011 · Nr. 144
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
- Vit harmast um gongdina.
Okkara ynski er sjálvsagt, at
ein avtala verður gjørd um
makrelin, soleiðis at stovn
urin kann verða burðardygt
umsitin.
Tað sigur Jákup Mikkel
sen, landsstýrismaður í fiski
vinnumálum, sum harmast
um, at so langt er millum
partarnar.
- Vegna Føroyar kunnu
vit ikki góðtaka at gera eina
avtalu, sum ikki gevur okk
um ein nøktandi part av
heildarkvotuni.
Landsstýrismaðurin vís
ir á gongdina seinastu árini,
sum hevur prógvað, at sera
nógvur makrelur er í før
oyskum sjógvi um summar
ið.
- Hetta sæst eisini aftur,
bæði í fiskiskapinum og í
teimum kanningum, sum
eru gjørdar. Makrelur leitar
í føroyskan sjógv á vári at
finna sær føði, og stovns
støddin í vekt økist munandi
hetta tíðarskeiðið, leggur
hann aftrat.
Nógv vantar í
Jákup Mikkelsen sigur, at
Føroyar undir samráðing
unum hava sett fram krav
um part av makrelinum
grundað á tey viðurskifti,
sum hann sipar til, men
at ES og Noreg hava ikki
tikið undir við føroysku
krøvunum.
- Undir samráðingunum
løgdu ES og Noreg saman
uppskot á borðið, men býtið
av heildarkvotuni, sum ES og
Noreg skjóta upp, er langt frá
føroyska kravinum. Tí var
ikki grundarlag fyri at halda
fram við samráðingunum,
tá partarnir í løtuni standa
ov langt frá hvørjum øðrum,
sigur hann.
Landsstýrismaðurin legg
ur aftrat, at í løtuni kann tað
tykjast trupult at hóma eina
loysn um býti av makrelinum
fyri 2012, men strandalondini
hava tó avrátt at hittast til
enn eitt samráðingarumfar
tíðliga komandi ár.
Jákup Mikkelsen staðfest
ir, at skulu komandi samráð
ingar bera á mál, er neyðugt,
at ES og Noreg viðurkenna
broytingarnar í útbreiðsluni
av makrelinum, og at Føroyar
eiga ein rættvísan part av
makrelstovninum.
Avtala við russar
Í fiskivinnusamráðingunum,
sum Føroyar og Rusland
høvdu í Havn í døgunum, 28.
og 29. november, samdust
partarnir um eina avtalu,
sum gevur Føroyum til
samans 19.106 tons av fiski,
harav 15.206 tons av toski,
2.000 tons av hýsu, 1000 tons
av rækjum og 900 tons av
flatfiski.
Á hinari síðuni fær Rus
land 50.000 tons av svart
kjafti, 13.000 tons av makreli
og 500 tons til royndarveiði
undir Føroyum.
Nú Føroyar aftur eiga
Makrelur: Eingin semja
Samráðingarnar
um makrel mill
um stranda
londini, Føroyar,
ES, Noreg og
Ísland, sum byrj
aðu síðsta mána
dag í Clonakilty
í Írlandi, eru
endaðar uttan
at tað eydnaðist
at fáa semju um,
hvussu makrel
urin skal být
ast í 2012. Lítið
bendir á, at
nøkur semja er
í ljósmála mill
um londini
- Í løtuni kann tað tykjast trupult at hóma eina loysn um býti av makrelinum
fyri 2012. Strandalondini hava tó avrátt at hittast til enn eitt samráðingarumfar
tíðliga komandi ár, sigur Jákup Mikkelsen, fiskimálaráðharri
Tað var her í býnum Clonakilty í Írlandi, at seinastu makrelsamráðingarnar vóru, men
sum so ofta áður seinnu árini endaðu samráðingarnar eisini hesaferð úrslitaleysar
bláoygt man vera at ímynda
sær, at føroyski prosentparturin,
sum eftir gamla býtinum lá um 5%,
verður nógv meiri enn tvífaldaður í
eini nýggjari avtalu