mánadagur 12. desember 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. desember 2011 · Nr. 144
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Soleiðis minnist eg abba mín:
Góði abbi.
Eg havi leingi ætlað at
skriva minningarorð um teg,
men tíðin gongur so skjótt .....
og nú eru longu 9 mánaðir
farnir, síðani Jesus pápi tók
teg heim til sín. Vit saknað
teg, men eru fegin um, at tú
nú ert saman við ommu og
mammubeiggja. Eg veit, at
eins nógv, og vit saknað teg
her, so hava tey glett seg til
at fingið teg heim.
Abbi tú vart ongantíð ein
maður við nógvum orðum,
men tær gerðir tú gjørdi, og
tað tú var, hevur havt nógv
at týða – ikki bara fyri meg
– men eisini fyri øll tey, sum
vóru rundan um teg.
Eitt tað besta eg minnist
um teg, abbi, er, hvussu góð
ur tú vart við ommu. Tú
mátti altið vita, hvar hon
var, og hvat hon gjørdi, og
tær dámdi best, um tú kundi
vera saman við henni, har
hon fór. Tá ið tú komst inn á
gólvið hjá okkum á Glyvrum,
segði tú altíð: “Eg vil einki,
eg fari inn aftur til ommu
tína” og tað fyrsta tú gjørdi,
tá ið tú komst heim, var at
rópa: “Noomi, hvar ert tú?”
Omma var tín tryggleiki á
sama hátt, sum tú og omma
vóru tryggleikin hjá mær og
okkum. Vit vistu, at vit altíð
kundu koma til tykkara, um
tað var okkurt, ið tyngdi.
Sama gjørdi um tað var á
nátt ella degi.
Tá ið eg byrjaði at spæla
hondbólt og fótbólt vart tú
ofta og hugdi at, tá eg spældi
dyst. Eg elskaði at hoyra teg
rópa, og var fegin um, at tú
tímdi at brúka tíð upp á at
hyggja eftir mær og okkum.
Tú vart so spentur og livdi
teg ordiliga inn í dystin. Og
tað rørdi teg at síggja, at
tað gekst mær væl. Vit bæði
vóru til nógvar dystir, bæði í
høllini og við Løkin – hetta
var eitt av okkara felags
áhugamálum.
Eg minnist, tá ið vit
plagdu at verða á møti í
gamla Elim, tá ið eg var smá
genta. Minnist at eg plagdi
at hyggja eftir tær, tá ið vit
sungu úr sangbókini – tú sang
ikki við, men tú blundaði, og
ofta runnu tárini niður eftir
kjálkunum. Og tað sama var
galdandi, tá ið onkur talaði
ella hevði ein vitnisburð.
Eg skilti ikki tá, hví tú græt,
men tað skilji eg nú, tí tú við
tinum atburði lærdi meg at
skilja tað.
Tað kann verða, abbi, at
fólk fara at gloyma, hvussu tú
vart, ella gloyma tað tú segði,
men eingin fer nakrantíð at
gloyma, hvussu væl tú dugdi
at fáa tey at kenna seg væl.
Tú var og fer altið at verða
nakað serligt, abbi.
Vit elskaðu teg og nú
sakna vit teg so sárliga.
Tín fyrstfødda abbadóttir
Nøvn
Mín elskaða mamma
Marianna D. Nolsøe
Fødd 29.04.49 Deyð 22.07.11
Gleðihátíðin, familjuhátíðin, jólahátíðin – mammu
hátíðin stendur fyri durum. Tankarnir leita heim á
klettarnar, heim til tín góða mamma, tú sum ikki longur
er millum okkum.
Lagnudagurin var tann 12. august 2009, tann dagin
fekst tú tín dóm. Tá byrjaði sorgin, hjá tær og hjá okkum
øllum. Boðini vóru „ALS“, tann harðasta dómin, ið nakar
kann fáa – ein deyðadóm. Sorgin nívur, hóast vit vita at
tú vildi sleppa vekk, vildi fáa frið. Men hví tú? Órættvíst
at ein so lívsglað, smílandi og fitt kona skuldi uppliva
slíka pínu. Sálarliga pínan var tó tyngri enn tann
likamliga pínan. Kampurin vardi í 1 ár, 11 mánaðir og 1
viku, tá vann sjúkan. Tú var sterk, var ein sonn hetja líka
til tað seinasta, eisini har royndi tú at gera tað lættari
fyri okkum sum stóðu tær nær. Nakað sum eyðkendi alt
títt lív, tú livdi fyri tíni nærmastu. Tað sást væl í øllum
tí tú gjørdi, tí tú skipaði fyri – fyri at gleða onnur, sum
dømi kann eg nevna yvirraskilsið tá babba varð 60 ár,
ferðin til Turkalands – hetta, og mangt annað, eftir at
sjúkan var farin at gera um seg. Góð minnir.
Góða mamma, saknurin er stórur. Tú var ikki tann
sama ta síðstu tíðina áðrenn árarnar vórðu lagdar inn,
men vit minnast teg sum tú var áðrenn sjúkan tók yvir.
Altíð so blíð og gevandi, ommubørnini høvdu so nógv
at siga fyri teg, tú lýsti sum ein sól, tá tey vóru hjá tær,
eisini fyri tey vildi tú vera sterk. Tann stóri vinahópurin
vísti eisini hvat fyri menniskja tú var, tað var ikki ein
dagur, har eingin kom á gátt – tað hevði nógv at siga
fyri teg og okkum. Eg vil nýta høvið at takka øllum, sum
vóru um teg, tað gav tær nógv, ein ávísan tryggleika, ið
gjørdi lívið eitt sindur lættari hóast alt.
Tíðin lekir sár er sagt, kanska einaferð. Eg minnist
teg sum ta bestu mammu, nakar kann hugsa sær, eg
syrgi fyri at Teitur og Marianna minnast ommu sína
sum tað góða menniskja tú var – tú ert ljóslivandi í
minninum. Marianna tosar ofta um teg, ja hvønn dag,
hon er vís í at omman nú bæði kann tosa og dansa
– tað eri eg eisini vís í, tað er ein lítil uggi í tí. Hvørt
kvøld tá vit syngja „Góða mamma, eg vil sova“ leita
tankarnir til tín mamma. Í sanginum sigur „Har man
Jesuspápi búgva, vakrar blómur vaksa har; hagar
hvítir einglar flúgva, flúgva einaferð við mær“. Har ert
tú nú, í blómugarðinum saman við hinum vøkru, hvítu
einglunum. Blómur vóru títt yndi – og eru tað ivaleyst
enn.
Til seinast vil eg takka øllum, sum vóru um teg, góða
mamma, meðan sjúkan herjaði á. Ingeborg gumman –
har var fáur dagur sum datt burtur í millum, takk fyri
tað. Babba fær eina serliga heilsan, tú var kletturin góði
babba. Takk.
Góða mamma, hvíl í friði. Eg sakni teg. Allir ljósir
einglar fylgja tær.
Jólaheilsan,
Elin
Til minnis um abba mín
Jóhannus Martin Solmunde
f. 02.03-1925 d. 14.03.2011
www.sosialurin.fo