Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. desember 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. desember 2011 · Nr. 145 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 mikudagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Tá Karsten Hansen tók við sum lands­stýr­is­mað­ur fyri Mið­flokk­in í síðsta mánaði, boð­aði hann sam­stund­is frá, at hann fór bara at sita sum lands­stýr­isaður í tvey ár. Í sjálvum sær ein løgin út­ søgn at fyr­i­reika eitt farvæl, sam­stund­is sum tú tekur við eini nýggjar politiskari av­ bjóð­ing. Men í politikki snýr tað seg um at vera snúðin. At fáa kjans­in at sleppa í landsstýrið er ikki so galið. Tú fært spart tær upp til eina fulla feita pen­ sjón upp á átta ár. Karsten Hansen hevur framm­anundan sitið góð seks ár í landsstýrinum. Fær hann nú tvey ár afturat, so hev­ ur hann tryggjað sær fulla pensjón, og hon er ikki so galin: Tá fær hann 2 9 . 2 2 2 krónur um mánaðin í pen­sjón. U m tú sum vanligur borg­ari skalt spara tær upp til eina so feita pen­ sjón upp á átta ár, so skal tú gjalda eina 75.000 krónur inn í tína pen­sjóns­skip­an um mán­að­in! So ein slíkan kjans letur Kar­sten Hansen sjálvandi ikki gleppa sær av hondum. Sam­an við samhaldsfasta og fólk­a­pen­sjón, so verður flat­skatt­a­lætt­in heldur ikki so gal­in. So er spurn­ing­ur­in, um tann danska tæn­astu­ mann­a­pen­sjón­in hjá tjóð­skap­ar­liga fræls­i­s­ stríðs­mann­i­num í Mið­ flokk­i­num verð­ur mót­ rokn­að... Tað átti hon! Annars er tað sama skommin umaftur við Biddar­u­num av Dannebrog. Tað er sera áhugavert, at Skráseting Før­oya nú setur í verk eina kanning av Eik Grunninum. Húsagangurin hjá Eik Banka hevði stóra á­virkan, og nógv fólk hava mist peng­ar. Ikki bara stórir í­leggj­ar­ar, men eisini vanlig fólk, sum av bank­a­num vórðu lokkað at kon­vert­era sín spari­pen­ing til skjótt vaks­andi partabrøv. Hesin pen­ingur er allur mistur. Eik Banki lá á odda í »ís­lend­i­fi­ s­er­ingi­ni«, sum gekk fyri seg fyri nøkr­um árum síðani. Einki var nóg mik­ið, og tí keypti bankin eis­ ini ís­lendska bankan, sum fram um aðr­ar »ís­lend­i­fi­ser­aði« før­oyskt vinnu­lív við at ráð­geva til keyp av vinnu­tól­um fyri ør­andi upp­hædd­ i­r, so­leið­is at hundr­að­tals mill­i­ónir vórðu dren­að­ar úr vinn­uni – í flestu førum skatta­frítt, sum er púra lógligt í okk­ara slagi av skattasam­ fel­ag – fyri sam­stund­is at skuld­ar­ binda vinn­una tilsvarandi meira. Men trøini vaksa ikki inn í himm­ al­in. Í øllum førum ikki støðugt, og tí var gleðin í fleiri førum stokkut. Vit hava sæð glasiligar fyritøkur hýkja á knø­u­num, summar farnar um húsa­gangin, aðrar hava mist alt. Sjálv­andi kann bankin ikki last­ast fyri alt hetta, tí hetta er eisi­ni vánaligur handilsskapur og keyp­manss­kap­ur hjá teimum, sum rátt hava fyri borgum í hesum fyr­ i­tøkum. Men tað er av alstórum týdningi, at leik­lutu­r­in hjá Eik Banka og Eik Grunni verður endavendur. Sam­fel­ ag­ið kann ikki liva við, at fleiri mill­ i­ard­ir eru farnar fyri skeytið, ut­t­an at vita, um hetta er gjørt av kleyv­ ar­skapi, grov­um kleyv­ar­skapi ella av býtt­heit ella beinleiðis ólógliga. Her eiga vit at fáa alt fram á borð­ið. Ikki tí. Tapini eru so stór, at nevnd og stjórn ongan kjans hava at bøta tapini aftur, um so var, at ábyrgdin kann plaserast hjá teim­ um. Men at vera nevndarlimur í ein­ u­m banka, tað hevur sjálvandi eina á­byrgd við sær – tað er ikki bara at taka ímóti ovurstórum sam­sýn­ing­ um. Tú skalt eisini liva upp til eina slíka ábrygd. Sam­bært Skrá­set­i­ng Før­oya hev­ur kann­ing av við­ur­skift­u­num í grunn­in­um avd­úk­að um­støð­ ur, sum kunnu sáa iva um, hvørt nevnd­in bert hevur virkað sam­ bært lóg um vinn­u­rek­andi grunn­ar og á­huga­mál­u­num hjá grunninum, ella um ó­við­komandi fyrilit eisini eru tik­in. Víst verður á, at somu per­són­ar ganga aftur í nevndunum í Eik Grunni og Eik Banka, og at tað kann hava havt við sær ivasama dis­pos­i­ti­ón­ir um fíggj­ar­l­iga við­ur­ skifti hjá bank­a­num fram um tey hjá grunn­inum. Vit skulu læra av slíkum mis­tøk­ um, og tað gera vit eisini við at plas­ era á­byrgd­ina á rætta stað. Milliardatapið í Eik Banka skal sjálvandi endavendast Í september í fjør spurdu vit ting­fólk, um tey fóru at taka und­ir við uppskotinum hjá Kára P. Højgaard um, at ting­fólk skuldu fimm pro­ sent niður í løn. Tað vildu tingfólkini ikki, vísti úrs­litið av kanningini, har øll tingfólk vórðu spurd. Nú er málið aftur akt­u­ elt, tí sam­gongan ætlar, at tey við teimum hægstu al­ mennu løn­unum skulu nið­ ur í løn. Og politikarar sjálvir telj­ ast millum tey alment løntu við teimum hægru inn­tøk­ unum. Løgmaður og løg­tings­ for­mað­ur­in eru hægst lønt­ i­r. Teir fáa umleið 58.000 krón­ur um mánaðin, meðan lands­stýr­is­menn fáa umleið 49.000 krónur. Løgmaður fær eitt skattafrítt ískoyti upp á góð­ar 7.000 krónur um mán­a­ð­in, meðan skat­t­ a­fría í­s­koyt­ið hjá lands­stýr­ is­monn­um er um­leið 2.500 krón­ur um mánaðin. Tingfólk, sum hava sitið á tingi í 16 ár hava upptjent sær fulla pensjón, sum er 60 pro­s­ent av lønini. Landsstýrisfólk upp­spara sær fulla pensjón, tá tey hava sitið í lands­stýr­i­num í átta ár. Onnur tænastufólk, sum ikki eru politikarar, tey skulu vera í starvi í 37 ár fyri at fáa fulla pensjón, altso 29 ár longri enn ein landsstýrismaður og 21 ár longri enn ein ting­mað­ur. Umframt hetta fáa ting- og lands­stýr­i­s­fólk, sum búgva uttan fyri Havn­ina, skatt­a­frítt í­skoyti fyri at ferð­ast til Havnar. Lands­ stýr­is­fólk fáa upp í góðar 13.500 krónur um mánaðin skatt­a­frítt, meðan tað er eitt sind­ur bíligari at flyta tingfólk til Havnar, tey fáa upp í góðar 9.500 krónur. So Jørgen Niclasen hevur helst rætt í, at rímuligt er at spara nakað hjá teimum, sum fáa hægstu almennu lønirnar, feitastu almennu pensjónirnar og sum fáa feitt skattafrítt ískoyti. – Næsta dagin fara vit at kanna, um undirtøka er millum tingfólk at skerja teirra egnu lønir. banki og grunnur undir lupp Karsten skorar 30.000 kr um mánaðin í pensjón Nú brenna teir stórviðin Høgni Hoydal kjak á síðu 26 Scot Free – vænta skotska loysing Johan Mortensen kjak á síðu 25 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sambært Aksel V. Jo­hann­ esen, fyrrverandi fíggj­ar­ mál­a­r­áðharra, so ætl­aði fyrra samgongan hjá Kaj Leo Johannesen at lækka tað sonevnda »kostn­að­ar­end­ur­ gjald­ið« hjá politikarum, har teir fáa upp í 157.000 krónur skatt­afrítt um árið fyri at koyra til Havnar til arbeiðis. Men hetta er ikki við í end­ur­skoð­aðu fríggj­ar­lóg­ini hjá nýggja landsstýrinum – og tað hevur fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin víst á í lesarabrævi. – Men tað passar kanska so væl, at tann, sum longu fær 157.000 krónur skattafrítt nú fær 50.000 krónur afturat í skattalætta...? Vilja ikki spara hjá sær sjálvum Mikudagur 1. september 2010 Nr. 127 84. árg. kr. 20,00 Ferðslan má gerast tryggari oy22-23 Søgan stuðlar Serbia s45-46 Oyggjablaðið øll skulu ferðast trygt 14 síður Orkusparandi ketil Arimax 17 www.krosstein.fo faroe-law.fo advokatar »Tingfólk vilja ikki niður í løn«nei Tvøroyri: Brynja seg til hópuppsagnir s10 Formansvalevni samd: Fólkaskúlin skal ikki undir kommunurnar s10 Kemur uppskot fram á ting um at lækka tinglønirnar 10 prosent, so verður tað ikki samtykt. Vit hava spurt tingfólk, um tey vilja ganga sum góðar fyrimyndir og lækka sínar egnu lønir, men tað vilja tey ikki s8-9 Vilja tey nú niður í løn?