Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-14, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. desember 2011síða 32

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. desember 2011 · Nr. 145 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Søkt verður eftir skrivstovufólki við lønarbroti 1,0 til skrivstovuna á Føroya Handilsskúla í Tórshavn at byrja 1. januar ella eftir nærri avtalu. Ábyrdarøki - Vanligt skrivstovuhald - Skráseting av næmingum, próvtølum o.a. - Samskifti við næmingar og lærarar - Aðrar fyrifallandi uppgávur Talan er um at loysa skrivstovuuppgávur innan miðnámsskúlaøkið og hægri útbúgvingar. Førleikakrøv - Skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving - Áhuga í útbúgvingarviðurskiftum - Góðan telduførleika - Góðan málsligan førleika, serliga í føroyskum og enskum - Góð evni at samstarva og samskifta - Góðan tænastuhugburð Setanarviðurskifti Talan er um fulltíðarstarv. Starvið er lønt í 3. lønarflokki sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Umsóknir Umsóknir við avritum av prógvum og viðkomandi skjølum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 20. desember 2011 og skulu sendast til Føroya Handilsskúla, Marknagilsvegur 77, Postsmoga 177, FO-110 Tórshavn Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Meira kunning um starvið fæst við at venda sær til Tórhild Magnussen, skrivstovuleiðara, á tlf. 317177 ella á teldupostbústað tm@hsh.fo SkrivStovUStarv Á Føroya HandilSSkúla í tórSHavn Marknagilsvegur 77 | Postsmoga 177 | 110 Tórshavn Tlf. +298317177 | Fax 313374 | www.fh.fo Á Føroya Handilsskúla hava vit komandi lestrarhálvu á hægru útbúgvingum okkara nógv spennandi á skránni. Akademiútbúgving – AÚ Á Akademiútbúgvingini ber til at seta saman lærugreinir í mun til egin ynskir og tørv. Les­ andi tekna seg til eitt modul í senn og er upptøka hálva hvørt ár, tá nýggjar lærugreinar verða bodnar út. AÚ er sett saman av 6 modulum. Um tú tekur 4 modulir, hevur tú lokið merkonom. Velur tú síðani at taka tvey tey seinastu modulini, hevur tú lokið Akademiútbúgving. Til ber at velja ymiskar breytir, eitt nú innan búskap, marknaðarførslu, logistikk ella leiðslu. Komandi lestrarhálvu verða hesi modul boðin út: Føroya Handilsskúli í Havn: Leiðaraskapur Mánadag 18.00–21.20 Sølu sálarfrøði Týsdag 18.00–21.20 Supply Chain Management Mikudag 18.00–21.20 Búskaparstýring * Mikudag 18.00–21.20 Altjóða búskapur * Mikudag 18.00–21.20 Føroya Handilsskúli á Kambsdali: Leiðsla í verki Hósdag 18.00–21.20 Hagfrøði * Hósdag 18.00–21.20 * Hesar lærugreinir geva, saman við øðrum modulum á AÚ, atgongd til HD 2. part. Sí nærri kunning á heimasíðu skúlans ella vend teg til okkara, um tú ynskir nærri kunning um atgongd til HD 2. part við AÚ. Tilmelding við viðkomandi skjølum á heimasíðu Handilsskúlans, www.fh.fo í seinasta lagi 6. januar 2012. HD 1. partur HD 1. partur er ein grundleggjandi búskaparlig útbúgving. Útbúgvingin verður boðin út í sam ­ starvi millum Føroya Handilsskúla og Aarhus Universitet. Útbúgvingin er sett saman av 8 modul ­ um, ið fevna um ½–1 ár hvør og tekur útbúgvingin 2 ár, um tú lesur innan normeraða tíð. Útbúgvingin verður boðin út annað hvørt ár, næstu ferð í september 2012, men komandi lestrar hálvu ber til at velja støku lærugreinirnar: ­ Ráðlegging av innanhýsis og uttanhýsis samskifti hjá virkinum ­ Víðkaður vinnulívsrættur (fortreyt lærugreinin Vinnulívsrættur á HD) ­ Dátugreining II (fortreyt lærugreinin Dáturgreining á HD) Tú kann velja stakar lærugreinir, um hesar hava tín áhuga, men stakar lærugreinir kunnu eisini innganga í einum samlaðum HD 1. parti. Undirvísingin, ið fer fram á Føroya Handilsskúla í Havn, er vanliga mánadagar og mikudagar í tíðarskeiðinum 16.00–19.15. Til ber eisini at taka lærugreinir á HD 1. parti sum fjarlestur við deildina hjá Aarhus Universitet í Herning, sí http://hih.au.dk/ Tilmelding við viðkomandi skjølum á heimasíðu Handilsskúlans, www.fh.fo í seinasta lagi 6. januar 2012. Nærri kunning um útbúgvingar á heimasíðu skúlans, www.fh.fo Hægri ÚTbÚgvingAr Á FøroyA HAnDilssKÚlA lestrarbyrjan várhálvan 2012 Parttíðarlestur Marknagilsvegur 77 | Postsmoga 177 | 110 Tórshavn Tlf. +298317177 | Fax 313374 | www.fh.fo Miðnám: Á Føroya Handilsskúla ganga umleið 400 næmingar á Hægri Handilsskúla (HH) og 200 næmingar á Fyrisiting, handli og skrivstovu (FHS). Undirvísingin fer fram í Havn og á Kambsdali. Hægri útbúgvingar: TSÚ verður boðin út sum fulltíðarlestur og flokkur byrjar eftir ætlan í januar 2012. Umframt hetta skipar Føroya Handils­ skúli fyri kvøldskúla­ og framhaldsútbúgvingum sum parttíðarlestur. Hægru parttíðar útbúgvingarnar fevna um HD og Diplomútbúgving í Leiðslu, sum verða bodnar út í Tórshavn, og um Akademiútbúgvinga (AÚ), sum verður boðin út á Kambsdali og í Tórshavn. Sosialurin 341800 rás2 hvønn dag Kl. 07.10 Kl. 09.45 Kl. 20.45 Heilsusendingin fimleikur, Samrøður og góð koStráð