Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. februar 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 35 - 20. februar 2004 Nr. 35 - 20. februar 2004 29 Adventkirkjan Leygardagin kl. 10 Barna- bíbliutími og bíbliugransking. Evnið: Hin góði hirðin, kl. 11 Gudstænasta, J. V. Danielsen. Hebron, Argir Sunnudagin kl. 10.30 Mor- gunmøti og samstundis verður barnaansing. Kl. 11.30 Sam- vera við drekkamunni. Kl. 12 Sunnudagsskúli, kl. 12 verður eisini Møti, har Øssur Berg- hamar talar. www.hebron.fo Katólska Kirkjan Hvønn gerandisdag kl. 17.30 Messa í Kerit. Leygardag kl. 11.30 Messa í Kerit. Sunnudag kl. 11 Hámessa v/ Marcelin Rediu, prestur í Mariukirkjuni. Kl. 14 Sunnu- dagsskúli. Lívdin í Hoyvíkar skúla Sunnumorgunin á familjumøt- inum kl. 10.30 talar Elisabeth Mortensen um evnið: »Náði Guds í lívi Hannu« og á tilbiðjarnarmøtinum kl. 12 talar Jógvan Z. um evnið: Bíblian, tónleikur og sam- koman – annar partur«. Barnaansing er fyri børn undir skúlaaldur á báðum møtunum. Sunnudagsskúli kl. 12. Drekkamunnur er millum møtini. Týskvøldið kl. 20 Bøn og bíbiltími har Jógvan Z. undirvísir um Opinberingina. www.livdin.fo Missiónshúsið við Landavegin Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli á vanligu støðunum, kl. 18 Møti við Jústines Poulsen. Frelsunarherurin, Tórsgøta 19 Leygardag kl. 20 Møti í Kollafirði major Njál Djur- huus talar. Sunnudagin kl. 11 Møti, kl. 14 Sunnudagsskúli, kl. 17.30 Bøn, kl. 18 Møti. Øll eru vælkomin. Mánadagin kl. 17 Smáskóta- møti, kl. 19 stórir skótar. Meinigheitshúsið Fríggjakvøldið kl. 19.30-21 Juniorhugni. Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti. Filadelfia, Landavegur 22 Í kvøld kl. 20 Ungdómsmøti v/ Sam Jakobsen, evnið: Hví doyði Jesus. Í morgin kl. 17 Landsbøn. Sunnudagin kl. 11 Morgun- møti, evnið: Rættvísgjørd í Kristusi 1. partur, talari: Tummas Jacobsen, kl. 11.50 Barnagudstænasta, kl. 18 Evangel. møti. Mánakvøldið kl. 20 Bønar- skúlin. www.filadelfia.fo Samkoman Rhema Fríggjakvøldið verður einki JC-Teens. Sunnudagin kl. 17 Møti og sunnudagsskúli. Meinigheitin í Hoyvík uppi á Brekku 3 Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti v/ Tummas J. Askham. Mánakvøldið kl. 20.30 Bønar- møti. Mikudagin kl. 7 Bønarmøti. Tórshavnar Hvítusunnusamkoma Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11.00: Morg- unmøti og kl. 18.00: Evangel- iskt møti. Øll eru vælkomin. Kirkju- og missiónshúsið á Argjum 22. februar Møti v/ Petur F. Johannesen, Skála. Missiónsvika í skúlanum í Kaldbak Í kvøld kl. 20 talar Niels Jacob Nielsen, trúboðari, Gullak endar. Sangur: Jónhilda og Gullak. Leygarkvøldið kl. 20 talar Regin Olsen, Mourits Mourit- sen endar. Sangur: Meinig- heitskórið í Havn. Sunnudagin kl. 15 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 talar Alfred Petersen. Sangur: Manskórið í Havn. Bønarmøti verður øll kvøldini hálvan tíma áðrenn. Øll eru hjartaliga vælkomin. Frelsunarherurin, Kollafjørður Leygardagin kl. 20 hevur Frelsunarherurin møti í Missiónshúsinum í Kollafirði, major Njál Djurhuus talar. Øll eru vælkomin. Saron, Vestmanna Sunnudagin verður morgun- møti við breyðbróting og dópi kl. 11 við Eiler Johannesen. Øll eru hjartaliga vælkomin. Mánakvøldið opið hús fyri ung kl. 20. Keldan, Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21 Opið hús. Sunnudagin kl. 17 Møti við Jóhan P. Jóhannesen, Rasmus og Jóhan P. syngja. Barnamøti kl. 17. Vælkomin í Kelduna. www.keldan.fo Thabor, Fuglafjørður Ungdómsmøti verður leygar- kvøldið kl. 21. Sunnudagin kl. 14.30 Sunnu- dagsskúli á Kambsdali og í Thabor og kl. 18 Møti. Lívsins Orð Møti verður sunnudagin kl. 10.30. Tim 5 verður mánadagin kl. 17.30 og Ungdómsmøti kl. 20. Øll eru vælkomin. Missiónshúsið í Skopun Í kvøld kl. 18 Bønarløta. Leygarkvøldið kl. 18 Bønar- løta. Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 17.30 Bøn- og lovsangsløta, kl. 18 Møti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Betania, Skopun Kl. 11 Smáir einglar møta, kl. 14 Sólstrálan, kl. 17 Stríðs- menn møta. Sunnudagin kl. 11 Morgun- møti, kl. 18 Einki møti. Vælkomin í Betania. Betesda í Norðoyggjum Kl. 11 Minnismáltíð Harrans, kl. 12.30 Sunnudagsskúli, kl. 18 Yngra kvartettin skipar fyri evangeliska fundinum við góðum felagssongi, kórsongi og kvartett. Getsemane, Klaksvík Fríggjakvøldið kl. 20.30 Hugnakvøld fyri ung. Sunnudagin kl. 18 Møti. Tú ert hjartaliga vælkomin. Soli Deo Gloria Leygarkvøldið kl. 23 Ung- dómskvøld. Ung úr Hoyvík luttaka. Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti við luttøku úr Hoyvík. Mánakvøldið kl. 20 Bønar- møti. KFUM & K, Klaksvík Fríggjadagin kl. 21 Opið hús. Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 17.30 Bønar- møti, kl. 18 Møti við Óla Marner Christiansen, kl. 21 Ungdómsmøti. Missiónshúsið á Tvøroyri Leygarkvøldið kl. 21 Ung- dómsmøti. Sunnukvøldið kl. 18 Møti við Terja Nielsen og Helenu Petersen. Bønarmøti verður hálvan tíma áðrenn møti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið í Vági Sunnukvøldið kl. 18 Møti við Hilmar Bech. Øll eru væl- komin. Frelsunarherurin, Vágur Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Evangel. møti, major Njál Djurhuus talar. Týsdagin kl. 20 Heimafor- bundið. Sion, Vágur Sunnudagin kl. 11 Morgun- møti, kl. 18 Møti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Mánakvøldið kl. 21 Bønar- møti og Bønartænasta á tlf. 373777. Tú ert vælkomin at ringja um tær tørvar forbøn. Tilhaldið í Tórsgøtu 21, tlf. 316491 Opið er mánadag 10.00- 18.00. Týsdag-fríggjadag kl. 10.00-17.00. Drekkamunnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks. Mánadagur 16. februar kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja Danielsen kl. 10.15-18 Veving á loftinum kl. 14-18 Kortspæl, telving, landastrok og onnur spøl. Tilmelding til døgurðan miku- og fríggjadagin tlf. 316491 Føðingardagur og ársfundur verður 12. mars. Val verður av tveimum nevndarlimum. Øll uppskot eru vælkomin í postkassan í Tilhaldinum. Týsdagur 17. februar kl. 10-11.30 Sangur, Óli Vang. Øll eru hjartaliga vælkomin. kl. 14.30 Aina Cederblom, Freydis Poulsen. Framsýning verður á Ólavsøku av barnamyndum frá 30’- og 40’unum og brúðarmyndum frá 30’- 60’unum. Allar myndir eru vælkomnar. Mikudagur 18. februar kl. 10-13 Matgerð, Anne Grethe Harlou kl. 12 Døgurði. Høvi er at koma sum gestur. Tilmeld. tlf. 316491 kl. 15 Túrur – sjá skránna í bløðunum kl. 17-21 Opið hús Hósdagur 19. februar kl. 10-11 Fimleikur, Sonja Danielsen. kl. 14-17 Telduprát, Brandur Petersen Fríggjadagur 20. februar kl. 10-13 Matgerð, Anne Grethe Harlou kl. 12 Døgurði. Høvi er at koma sum gestur kl. 13-17 Opið hús Tað er altíð ein krókur í Til- haldinum – um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin. Fløvi – dagtilhaldið fyri pensiónistar í kvinnufelagshúsinum á Glyvrum – allir pensionistar hjartaliga vælkomnir. Opið mánadag-fríggjadag kl. 15-18. Fríggjadagin 20. februar Opið hús. Drekkamuður Gjørt verður vart við, at væl ber til at nýta Eysturoyar- leiðina til Fløvan. Um spurningar eru, eru tit vælkomin at ringja 448051. Tilhaldið Hugnin í Sandoynni Tilhaldið í Sandoynni er opið mánadag og mikudag frá kl. 14-17. Báðar dagarnar er drekkamuður at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin. Vágs Pensionistafelag Vágs Pensionistafelag – fel- agið fyri pensionistar í Suður- oyar sunnaru helvt – hevur limafund kl. 19.00 hvønn seinasta mánadag í hvørjum mánaða. Ymiskt áhugavert er á hvørjum fundi, har tú eisini fært drekkamunn við bollum og køkum. Fundirnir verða hildnir í hugnaligu hølunum hjá Vágs Matmøðrafelag. Allir pensionistar og øll omanfyri 60 ár eru vælkomin. Gerst limur í Vágs pensionistafelag. Dagtilhaldið í Vági er hvønn týsdag og tórsdag frá kl. 15 til 18. Øll eru vælkomin. Spælistovan í meinigheitshúsinum er opin mána-, týs- og hósdag kl. 9-12 fyri foreldur við børnum, sum ikki hava ansing. Føroya Heimavirkisfelag Postadressa: J. Paturssonar- gøta 24, 100 Tórshavn. Formaður: Óluva Vilhelmsen. T-postur: fhf@craft.fo Heimasíða: www.craft.fo Tlf. 322686 / 319629 Reyði Krossur Føroya Sorgarlinjan svarar mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 19.00-21.00 á tlf. 319630. Kennir tú føroying í Keypmannahavn, ið hevur tørv á vitjan ert tú vælkomin at seta teg í samband við Reyða Kross Føroya, Bryggjubakki 10, 100 Tórsh. tlf. 319630/61 655400. NA (Anomymir narkomanar) Tinghúsvegur 37 NA-Fundur hvørt sunnukvøld kl. 20.00 til 21.00 á Tinghús- vegnum 37. ACA (Adult children anonymous). Fundur fyri tilkomin, ið eru uppvaksin í alkoholiskum ella dysfunktionellum familjum er hvørt leygarkvøld kl. 20.00- 21.30 á Tinghúsvegi 37, Tórshavn. www.aca- danmark.dk. E-mail: acafaroeislands@hotmail.com AA-fundir í Havn Tinghúsvegur 37 Mánadag: kl. 20.00–21.00 Týsdag: kl. 20.00–21.15 Mikudag: Sporafundur kl. 20.00–21.00 Hósdag: kl. 20.00–21.00 Fríggjadag: kl. 20.00–21.00 og kl. 22.30–23.30 Leygardag: kl. 9.00-10.00 opin fundur. Kl. 17.00–18.00 Sunnudag: kl. 11.00–12.00. Allir fundir eru roykfríir. Heimasíða: http://heima.olivant.fo/~aa-fo/ Al-Anon Fundur fyri avvarðandi at alkoholikarum er hvørt týs- kvøld og hóskvøld kl. 20 og sunnudag kl. 17 í Al-Anon, Tinghúsvegur 37. Telefontíð er fríggja-, leygar-, sunnu- og mánadag frá kl. 19-21 á tlf. 508030. AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld og leygar- kvøld kl. 19.00 (á loftinum, inngongd niðanfyri). Al-Anon í Vágum Fundur fyri avvarðandi hjá alkoholikarum er hvørt týs- kvøld kl. 19.30 í Gamla skúla í Sandavági. AA-Suðuroy AA-fundirnir í gomlu lækna- miðstøðini á Tvøroyri eru fríggjakvøld kl. 19 og sunnu- dag kl. 15. Hvønn sunnudag síðst í mán- aðinum – opin fundur kl. 15. AA í Vági AA fundir verða í Undirhús- inum onsdag og leygardag kl. 19.00. Blái Krossur – Glyvrar bjóðar til eftirviðgerðarfund hvørt mánakvøld kl. 19 í hølunum hjá Bláa Krossi á Glyvrum. Blái Krossur – Eiði bjóðar til eftirviðgerð í Losj- uni á Eiði annaðhvørt týs- kvøld kl. 20. Meira fæst at vita á tlf. 315575. Fyribyrgingarráðið Argjaboðagøta 7 · 160 Argir postrúm 135 · 110 Tórshavn tlf. 315155 · fax 320272 Teldupostadr.: fyribyrg@fyribyrg.fo heimasíða: fyribyrg.fo Náttarravnarnir í Tórshavn Tín stuðul ger mun! Blív lim- ur ella gang ein royndartúr. Ringið Carl 215570, Guðrið 220019, Hans Jákup 217818, Tone 261165, Ella 316261, Arni 222552 Lymfødemfelagið Box 2113, FO 165 Argir Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð. Samband fæst við felagið á tlf. 448454, Fía í Túni, ella tlf. 313424, Arnhild Johannesen. Føroyskir fiskimenn uttanlands tlf. 21 04 95. Felagið fyri føroyskar fiski- menn í Canada, Svøríki, Dan- mark, Íslandi og Noregi. Limagjald 200 kr. um árið. Postgiro 57894. Fø. Sparikassi 442027-8. Javni Hoydalsvegur 40 · 3 hædd Skrivstovan hjá Javna er opin týsdag til fríggjadag frá kl. 10-14. Tlf. nr. 314827 · faks 310557. Vit hava eisini eina heimasíðu: www.javni.fo og t-post adressu: javni@post.olivant.fo har tit altíð eru vælkomin at senda spurningar ella viðmerkingar. Heilafelagið felagið fyri apopleksi- og afasirakt Íslandsvegur 10 tlf. 321520 T-post: heila@post.olivant.fo Parkinsonfelagið MBF-húsið, Íslandsvegur 10C Felagið hevur ikki fasta skriv- stovutíð, men samband fæst við felagið hjá Kristinu, tlf. 317317. Felagið fyri lesi- og skriviveik Postadr.: MBF-Húsið Íslandsvegur 10c Endamál felagsins er at hjálpa teimum ið hava lesi- og skrivitrupulleikar. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð men samband fæst við felagið á tlf. 441541, Anne Karin Kjeld og 318867, Laila Egholm. Kvinnuhúsið svarar alt samdøgrið á tlf. 317200. Skrivstovan er opin frá kl. 10 til 17, og hósdagar til kl. 21. Ráðgevingin er hós- kvøld eftir avtalu. Giktafelag Føroya Íslandsvegur 10 C FO-100 Tórshavn Opið er týs- og hósdag frá kl. 13.00-16.00. Tlf. 310237. www.gikt.fo T-postur: gikt@gikt.fo Deyvafelag Føroya Íslandsvegur 10B Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 10.00 til kl. 15.00. Tlf. 317597, fartlf. 222381, skrivitlf. 316929 · fax 313609 og teldupostadr.: deaf_deaf.fo heimasíðan: www.deaf.fo Føroya Felag Móti Krabbameini Grønlandsvegur 58, Tórshavn Telefontíð mánadag til fríggjadag frá kl. 13-15. Tlf. 317959. Teldupost: ffk@post.olivant.fo www.ffk.fo TILTØK GULLBRÚDLEYP Leygardagin 21. februar kunnu hjúnini Elly og Jóan Magnus Johannesen í Klaksvík halda gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Skálanum, har vælkomst verður frá kl. 18. UTTAN ÚR HEIMI Skerjingar í heilsuverki Norsku sjúkrahúsini noyðast at spara nógvar pengar í ár og næsta ár fyri at halda játtaninar á fíggjarlógini. Sjúkrahúsini hava havt stórt hall, men politikararnir hava kravt, at hallið skal burtur innan árslok næsta ár. Sambært einari kanning hjá tíðindastovuni NTB skulu sjúkrahúsini spara fýra milliardir norskar krónur hesi bæði árini. Tað fer at hava við sær, at fleiri hundrað starvsfólk verða uppsøgd, samstundis sum fólk noyðast at bíða nógv longri enn nú eftir at fáa viðgerð, sigur NTB. Harafturat verða íløgurnar í nýggja útgerð skerdar munandi. Fyri tveimum árum síðani samtykti Stórtingið eina umfatandi umskipan innan heilsuverkið. Endamálið var at fáa meiri burtur úr heilsuverkinum og at fáa norðmenn at liva sunnari, men umskipanin hevur ikki virkað eftir ætlan. Minni útlát Danska stjórnin hevur gjørt av, at Danmark skal skerja CO2-útlátið 15 prosent næsta ár fyri at avmarka broyt- ingarnar í veðurlagnum á Jørðini. Í ár senda donsku ídnaðarvirkini og orkuverkini 39 milliónir tons av drívhúsgassi út í luftina, men næsta ár skal nøgdin ikki fara upp um 33 milliónir tons, sigur stjórnin. Tað svarar til eina skerjing upp á 15 prosent og er í samsvari við avtaluna, sum varð gjørd í Kyoto í Japan fyri nøkrum árum síðani. Hans Christian Schmidt, umhvørvismálaráðharri, sigur við Politiken, at donsku virkini kunnu røkka málinum við at gera íløgur í nýggja tøkni ella við at skerja framleiðsluna. Donsku orkuverkini eru alt annað enn fegin um avgerðina hjá stjórnini, tí tey bera ótta fyri, at avgerðin fer at raka tey nógv meinari enn tey dálkandi ídnaðar- virkini. Orkuverkini vísa eisini á, at avgerðin fer at kosta fleiri arbeiðspláss. Lækni drap sjúklingar Løgreglan í Týsklandi hevur handtikið ein lækna, sum er undir illgruna fyri at hava beint fyri minst átta sjúk- lingum. Ákæruvaldið sigur, at tann 53 ára gamla kvinnan breyt allar galdandi reglur, og at hon millum annað gav sjúklingum nógv meiri morfin, enn reglurnar áseta. Harafturat skal hon hava givið sjúklingunum ymsan heilivág saman við morfininum. Sjálv sigur kvinnan, at hon er ósek, men í samrøðu við eitt blað í oktober í fjør segði hon, at hon hevði fylgt fólki í deyðan, sum hon tók til. Týska ákæruvaldið er í ferð við at kanna 76 tilburðir, har sjúklingar hjá læknanum doyðu, men fyribils er hon varðhaldsfongslað fyri átta tilburðir. Verður hon funnin sek í drápi, kann hon fáa lívlanga fongsulsrevs- ing. Verður hon dømd fyri at hava veitt deyðshjálp, verður revsingin væntandi linari. Sambært týskari lóg kunnu læknar, sum veita sjúklingum deyðshjálp, fáa upp í fimm ára fongsul. Tendraragass kravdi lív Ein 16 ára gamal drongur í Ytrebygda í Vesturnoregi doyði mikukvøldið, eftir at hann hevði andað tendrara- gass í seg. Bergens Tidende skrivar, at roynt varð at fáa lív í drongin, men til fánýtis. Nakrir vinmenn hjá drongin- um greiddu løgregluni frá, hvat drongurin hevði gjørt, og á staðnum fann løgreglan bæði tendraran og útgerð, sum tann 16 ára gamli hevði nýtt til at anda gassið úr tendraranum í seg. Fyri stuttum mistu tríggir ungdómar í norska býnum Larvik vitið, eftir at teir høvdu andað tendaragass í seg. Norska løgreglan heldur, at avvarðandi myndugleikar eiga at greiða ungdóminum frá, hvussu vandamikið tendraragassið er. Tilburðurin, tá danska ferjan "Stena Nautica" og eitt polskt farmaskip stoyttu saman mána- dagin, kundi endað sum ein sonn van- lukka TRYGD Árni Joensen fartekst@mail.dk Samanstoyturin í Kattegat kundi fingið syndarligar avleiðingar. 62 lastbilar vóru umborð á "Stena Nautica", tá polska farmaskipið "Jo- anna" brádliga rendi inn í síðuna á ferjuni, og teir flestu av teimum 62 bilfør- arunum lógu í bilunum á tí niðasta bildekkinum og svóvu, tá skipini stoyttu saman. Tað er skiparin, sum skal syrgja fyri, at fólk ikki sleppa niður á bildekkið, meðan ferjur sigla ímillum havnir, men hesaferð sveik hesin parturin av trygdini. Kunningarstjórin hjá Stena Line, Joaki8m Kenndal, sigur við danska útvarpið, at tað var skeivt av lastbila- førarunum at leggja seg at sova niðri á bildekkinum, men at eftirlitið heldur ikki virkaði, sum tað átti. Sambært danska bilfør- arafelagnum er tað vanligt, at lastbilaførararnir sova í lastbilunum, tá teir sigla við ferjum. Formaðurin, Per Petersen, sigur, at sam- bært bilførarunum er bil- húsið tað einasta staðið, har teir fáa frið at sova, meðan teir eru umborð á ferjunum, tí á nógvum ferjum noyðast teir at sova saman við fimm ella sjey øðrum, tí ongar smærri kahúttir eru. Danski bilføraraformað- urin sigur kortini, at felagið fer at ráða sínum limum frá at sova á bildekkinum. Bilførararnir lógu og svóvu á bildekkinum Teir tríggir stóru í ES vilja hava ein "super- ráðharra", sum skal fáa meiri ferð á bú- skapin í samveldinum ES Árni Joensen fartekst@mail.dk Gerhard Schrøder, kanslari, Jacques Chirac, forseti, og Tony Blair, forsætisráð- harri, eru samdir um, at meiri ferð skal setast á bú- skapin í ES. Á einum fundi í Berlin fyrradagin avtalaðu teir tríggir at fullføra samtykt- ina, sum varð gjørd á fundi í Portugal fyri fýra árum síðani, og sum hevði til endamáls at útvega ES oddasessin innan kunn- leikabúskap. – Alt ov ofta hava vit sæð, at vit nýta ikki okkara egnu gransking, og alt ov ofta verða forðingar lagdar menningini í vegin, siga teir tríggir í einum felags skrivi, sum nú er sent Bruxelles. Tí skal ein ráð- harri, ein sonevndur super- ráðharri, setast til at skunda undir búskapin, siga teir. Teir tríggir eru fyrr skuldsettir fyri at ganga egnar leiðir í ES-høpi, men í Berlin gjørdu teir greitt, at fundur teirra var bert ætlaður sum íblástur. Jacques Chirac vísti á, at tey trý londini eiga meiri enn helmingin av allari bruttotjóðarframleiðsluni í ES, og tí helt hann tað ikki vera so løgið, at tey hava felags áhugamál. Meiri ferð á ES-búskapin Gerhard Schrøder, Jacques Chirac og Tony Blair vilja hava meiri ferð á búsakapin í ES C M Y K 29 28