fríggjadagur 16. desember 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. desember 2011 · Nr. 146
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
Føðingar
10. novemer fingu Sámuel og Michelle Tausen Garða-
líð eina dóttir. Hon vigaði 3475 gram og var 51 cm
long. Á myndini eru 2 ára gamla Angelina og lítla-
systir Sólja.
14. november fingu Anja Wenningstedt og Jón E.
Glyvradal, Glyvrum, eina dóttur. Hon var 38 cm long
og vigaði 1163 gr.
22. november fingu Katrin Helgadóttir og Anthony
Darracq, búsitandi í Bordeaux, ein son. Hann vigaði
4480 gr og var 55 cm langur.
27. november fingu Ann-Margit og Thomas Jo-
hannes sen, Æðuvík, ein son. Hann var 54 cm langur
og vigaði 4425 gr.
4. desember fingu Jákup Zachariasen og Annfríð
Haraldsen, Sandavági, ein son. Hann vigaði 3400 gr
og var 53 cm langur.
7. desember fingu Eyðrit Gøthe og Jacob Martin
Jacob sen, Syðrugøtu. ein son. Hann var 51 cm langur
og vigaði 3770 gr.
7. desember fingu Elspa Dahl Hansen og Beinir
Eyðuns son Danielsen, Saltangará, eina dóttur. Hon
var 53 cm long og vigaði 4280 gr.
10. desember fingu Esther Rasmussen og Regin
Olsen, Saltangará, ein son. Hann vigaði 3955g og
var 52 cm. Her situr stórasysturin Kristina undir
lítla beiggjanum.
Góða elskaða mamma
”Giv mig en blomst mens
jeg lever”. Ja, nú er hendan
rós an følnað. Tungt er at
seta seg niður at skriva hesa
sein astu heilsan til tín góða
mamma.
Nú jólini nærkast og tað
er liðið næstan eitt ár síðani
tú fórt herfrá, ger tað tað ikki
lættari. Nógvir tankar mala
runt í høvdinum, og nógvar
kenslur eru við. Allan de-
sember mánaða í fjør vart tú
úti hjá okkum. Tað angaði av
nýbakaðum smákøkum, og
hóast tú vart so sjúk og veik
og hevði ringan matarlyst,
royndi tú at smakka tær
kortini. Jólaaftan í fjør vóru
vit øll saman við tær inni
á Toft um, og tú vart sera
glað fyri hettar kvøld, sum
vit koma at goyma í okkara
hjørt um.
Eg eri yngst av 4 systkjum.
Mamma, tú tosaði ofta um
tann vakra november dagin í
1967, tá tú væntaði at eiga eitt
barn, men fekst tvær gentur.
Soleiðis
gjørdist
eg
títt
størsta yvirraskilsi í lívinum.
Men føldi meg vælkomna frá
fyrsta degi.
Eri sera takksom fyri
mamma, allar tær ferðir eg
havi kunnað heitt á teg um
at hjálpa mær og mínum
børnum. Tú vart altíð klár at
hjálpa, og tín favnur var altíð
opin fyri okkum. Fyrst bara
fyri mær og børnunum, men
seinni eisini fyri Hannisi.
Á Hvítusunnu í fjør vóru
vit ein túr í Íslandi saman
við tær og Marjun. Hetta var
tín fyrsti túrur við Norrønu,
og tín fyrsti túrur í Ís landi.
Túrurin var eitt stórt upp-
liv ilsi fyri okkum øll, ikki
minst fyri teg góða mamma.
Tú tosaði um túrin alt summ-
arið.
Í dag eri eg sera fegin
um, at eg var við tær til allar
kann ingar, og at eg sat hjá
tær undir sjúkraleguni, ofta
bæði dag og nátt. Mamma,
úti á Landssjúkrahúsinum
høvdu vit nógvar og langar
sam røður. Vit komu sera
tætt at hvørji aðrari hettar
tíðar skeiðið, og eg lærdi teg
at kenna uppá ein annan
máta.
Við hesum orðum vil
eg takka tær fyri alt góða
mamma, sum tú hevur verið
fyri okk um. Vit koma aldrin
at gloyma teg, men goyma
teg í okkara hjørtum.
Vit kunnu passandi siga
tær farvæl elskaða mamma,
ver mamma og omma við
fyrsta ørindinum av sang-
in um, sum Erik og Linda
spældu á klarinett fyri full-
settari kirkju til tína jarðar-
ferð:
Føgur er foldin,
Dýrdarríkur himin
Sæl er sálanna jorsalferð
Um allan heimin
Um allar ævir,
Tað syngjandi at himni ber.
Katy Knudsdóttir
Mortensen
Minningarorð um mína elskaðu mammu
Julinu Højgaard Andersen
Fødd 13.02.33 – deyð 28.01.2011
Tvøroyrar skúli og Vágs
skúli hava ikki tikið av lesi-
vegleiðaraleiklutinum hetta
skúlaárið. Tað veit heimasíðan
hjá lærarafelagnum at siga.
- Avleiðingin er, at tað eru
børnini, sum missa, heldur
Nita Næs, lesivegleiðari.
Hetta skúlaárið hevur
hon tímar í Hvalbiar skúla,
Porkeris skúla og Sumbiar
skúla, men Tvøroyrar skúli
og Vágs skúli hava ikki tikið
av lesivegleiðaraleiklutinum.
Tvøroyrar skúli hevur lat ið
tímarnar til orðblinda leik-
lutin, meðan Vágs skúli hevur
raðfest markaðu tímarnar á
annan hátt.
– Tí verður játtanin til lesi-
vegleiðing ikki gagn nýtt, sum
hon eigur, í skúlaskipanini í
Suðuroy í ár. Tað meti eg vera
stórt spell, tí tað eru børnini,
sum missa hetta slag av virk-
semi, sigur Nita Næs.
Høvdu allir skúlar í oynni
tikið av tilboðnum frá Menta-
mála ráðnum, hevði Nita Næs
helst skipað arbeiðið øðrvísi
hetta skúla árið.
– So hevði eg ivaleyst
havt dagar, har eg hevði
arbeitt sum lesivegleiðari
burtu rav,
og
tað
hevði
verið lættari at farið inn í
ávísar undirvísingarstøður
í skúlastovuni og harvið
gjørt ein virknan mun í
van liga skúladegnum. Tað
kundi
eisini
hugsast,
at
ein lesivegleiðari úr einum
øðrum øki í landinum kom
suður ein dag um vikuna, og
so hevði eg havt ein útbúnan
lesivegleiðara at sparra við;
tað sakni eg í núverandi
støðu.
Tímajáttanin, til lesi veg-
leiðaravirksemi, var ikki klár
fyrr enn seint í summar-
frí tíðini, tá ið skúlaleiðslur
høvdu lagt tímatalvu og virk-
semisætlan; tað kann vera
orsøkin til, hvussu hetta slag
av virksemi er raðfest á stóru
skúlunum í Suðuroy, vísir
Nita Næs somuleiðis á.
Børnini missa