Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-16, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. desember 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Fríggjadagur 16. desember 2011 · Nr. 146 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Handlarnir í býnum hava opið soleiðis: 17-21. des opið til kl. 20:00 22-23. des opið til kl. 21:00 Skráin fyri Jól í miðbýnum 2011 sæst á torshavn.fo og kunning.fo Jól í miðbýnum LEIGARI TIL kafeteria OG BYGDASALIN Á SKÁLA Við hesum lýsir Runavíkar Kommuna eftir áhugaðum leigara av kafeterianum og bygdasalinum á Skála. Kafeteria og bygdasalurin er uppí á í ítróttarhøllini á Skála. Eitt vælrikið kafeteria hevur stóran týdning fyri bygdina, eins og tað stuðlar undir tiltøkum, ið eru í sjálvari ítróttarhøllini. Um áhugi er fyri tí, kann leigarin eisini standa fyri rakstrinum av kamping- plássinum á Skála, ið liggur beint við ítróttarhøllina. Kampingplássið á Skála gevur útlendskum og føroyskum kamparum ein góðan gistingarmøguleika miðskeiðis í Eysturoy. Tað hevur stóran týdning fyri Runavíkar Kommunu, at kafeteria og kampingøkið geva eina góða og støðuga tænastu. Árliga leigugjaldið verður ásett við avtalu. Um tú heldur hetta ljóða áhugavert, skalt tú senda Runavíkar Kommunu eina umsókn um at sleppa at leiga kafeteria í Ítróttar- høllini á Skála og kampingplásssið. Umsóknin skal sendast innan 16. jan. 2012 við posti til: Runavíkar Kommuna, Heiðavegur 26, 600 Saltangará. Tá umsóknarfreistin er farin, vendir Runavíkar Kommuna sær til umsøkjararnar. Um tú hevur spurningar, kanst tú seta teg í samband við Sølva Reinert Hansen, mentanarleiðara, á tel. 417080 ella umvegis teldupost til solvi@runavik.fo Boks 139, Heiðavegur 26, 600 Saltangará Tel 41 70 00, runavik@runavik.fo www.runavik.fo k r e a . m y n d : s a v n s m y n d Boks 139, Heiðavegur 26, 600 Saltangará Tel 41 70 00, runavik@runavik.fo www.runavik.fo k r e a . m y n d : s a v n s m y n d bókavørður TIL BÓKASAVNIÐ VIÐ LØKIN Runavíkar Kommuna lýsir við hesum eftir bókavørði til Bókasavnið við Løkin. Bókasavnið hevur egin høli í sama bygningi sum Skúlin við Løkin og Løks- høll. Bókasavnið er nýtt, og fært tú tí góðar møgu- leikar at mynda bóka- savnið og virksemið í tí. Tú fært ábyrgd av dagliga rakstrinum av bókasavn- inum, innkeypi av bókum, fyriskipan av tiltøkum v.m. Bókasavnið við Løkin verður eisini nýtt sum skúlabókasavn, og kemur tú dagliga at samstarva við skúlabókavørðarnar á Skúlanum við Løkin. Runavíkar Kommuna leggur dent á, at setti bókavørðurin mennir tilboðini og tekur stig til fjølbroytt virksemi á bókasavninum. Tú ert útbúgvin bókavørður ella hevur aðra viðkomandi útbúgving og/ella royndir. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Talan er um fulltíðarstarv. Løn eftir avtalu. Umsóknir um starvið sum bókavørður á Bókasavninum við Løkin skulu sendast í seinasta lagi 16. jan. 2012 við posti til: Runavíkar Kommunu, Heiðavegur 26, 600 Saltangará. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Sølva Reinert Hansen, Mentanarleiðara, á tel. 417080 ella við telduposti til solvi@runavik.fo