fríggjadagur 16. desember 2011síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 146 · 16. desember 2011
2
VIKUSKIFTI
Sosialistisk Ung og Unga Tjóðveldi hava í morgun staðið
uttanfyri tinghúsið og mótmælt skatting av pensjónum.
Mangt er broytt í mínari tíð! Eg var aktivur í Ungmanna
felagnum Samband í nógv ár. Vit tosaðu um mong politisk
mál, men pensjónir var ikki nakað sum upptók ungdómin tá
Løgtingsmaðurin Helgi Abrahamsen á Facebook
Tónleikur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Góður og aktuellur føroyskur tónleikur
verður spældur live, tá ið Planet Awards
2011 verður hildið millum jóla nýggj
árs.
Planet Awards er tiltak hjá Miðla
húsinum, sum heiðrar tey bestu í før
oyskum tónleiki. Heiðurslønir verða
lætnar til eitt nú ársins bólk, sangarar,
songkvinnu og sang. Tilnevningarnar
eru gjørdar av eini dómsnevnd, sum
síðani saman við sms-atkvøðum velir
vinnaran millum tey tilnevndu.
Planet Awards verður í ár hildið
í Deep í Havn, og umframt handanir
av heiðurslønum, fara eisini nøkur av
teimum, sum hava verið nógv frammi
í hesum árinum, at spæla live.
Aktuell nøvn
Páll Finnur Páll, sum mann verða ein
tann best umtókti bólkurin í landinum,
fer at spæla bæði til almenna Planet
Awards tiltakið og til afterparty, sum
verður eftir at allar heiðurslønirnar
eru handaðar. Páll Finnur Páll góvu
fyri kortum nýggja fløgu út, og fleiri
av sangunum hava verið nógv at hoyrt
í útvarpi síðani.
Lena Andersen er eisini fløguaktuell,
og hon fer eisini at spæla nakrar sangir
á Planet Awards. Jákup Eli Joensen
hevur havt eitt hitt við sanginum Vanja,
og hann kann eisini upplivast á pall
inum í Deep. Høgni Reistrup fer eisini
at spæla live.
Afturat hesum verður eisini onkur
annar spennandi tónleikagestur við til
Planet Awards.
Atgongumerki til Planet Awards í
Deep 28. desember fást í Tutl í Havn.
Soleiðis
bleiv
kirkjan
mín
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Mount Everest, Toni Dam og Páll Olaf Jacobsen / Privatar
klumman
Inna
Törnroos
myndir: álvur haraldsen
Fleiri av teimum, sum hava verið nógv frammi
í føroyskum tónleiki seinasta árið, hava live
framførslur á Planet Awards 2011
Kend nøvn spæla
á Planet Awards
So langt sum eg kann minnast, hevur pápi
mín gingið í kirkju – og sum oftast skuldi
okkurt av okkum børnum við honum.
Eg kann líka so væl viðganga beinan
vegin, at eg ikki altíð havi verið løtt at fingið
við. Sunnudagsprædikan er ikki tað, ein
tannáringur heldur er mest spennandi.
Men pápi var ikki tann, sum gav upp
uttan víðari, so fyri tað mesta fylgdi eg við,
og viðhvørt lurtaði eg eisini.
Annars taldi eg vindeygu, hugdi eftir
frisúrum og longdist til gudstænastan var
yvirstaðin.
Eg skammist eitt sindur við at skriva
hetta, men trúgvi, at nógv deila mínar
upplivingar. Eitt ávíst tíðarskeið í lívinum
kann ein gudstænasta verða so óintressant, at
klokkurnar steðga.
Fyri nøkrum døgum síðani, sá eg eina
mynd úr míni barndómskirkju inni á Face
book. Og trúgv tí ella ikki, men eg fór at
leingjast. Eftir tí svalligu luftini í kirkjuni,
eftir teimum hørðu bonkunum, eftir vøkru
altartalvuni og eftir at stemma í ein góðan
føroyskan sálm.
Pápi visti, hvat hann gjørdi, tá hann
noyddi okkum við í kirkju. Hann vildi ikki
bara, at vit skuldu fáa Gudstrúnna inn við
skeið, hann vildi eisini geva okkum ta ser
støku mentan, sum bara er at finna í eini
kirkju.
Nú tá eg ferðist, fari eg ofta inn í kirkjur.
Tað er ein uppliving og ein pausa frá resinum
uttanfyri.
Kirkjan í Sørvági er og verður tó altíð
»mín« kirkja. Tað er har, eg varð doypt og
vígd. Tað er har, eg havi borið mítt barn fram
til dópin, og tað er har kistan við mammu
mínari var borin út.
Hesi jólini veit eg ikki, hvør kirkja tað
verður, sum fær mína vitjan, men uttan
jólagudstænastuna byrja jólini ikki í míni
verð.
So har hevur pápi eydnast væl!
So segði
hann...
Páll Finnur Páll spæla live til Planet Awards 2011
Sørvágs kirkja