fríggjadagur 16. desember 2011síða 48
Tekstur á síðuni
nr. 146 · 16. desember 2011
16
VIKUSKIFTI
MYNDATØKA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
– Eg legði beinanvegin merki til eldri
kvinnuna við iPadinum. Har vóru so
nógvir mótsetningar. Hon var minst
60 ár, gekk í klæðum, sum mong halda
vera konservativt og afturhaldandi,
men hevði samstundis tað nýggjastu
tøknina í hondini. Tað fangaði meg,
greiðir Janus Ortind frá.
Fyri stívliga tveimum vikum síðani
tók hann myndina omanfyri í samband
við eina øðrvísi fótbóltskapping í Keyp
mannahavn, har fótbóltsleikarar úr
øllum heimsins heraðshornum vóru
savnaðir fyri at fagna, at Tansania hev
ur verið sjálvstøðugt í fimti ár.
Tansania, Suður Korea, Spania,
Kenja, Uganda, Afganistan, Holland,
USA, Kili, Danmark og Føroyar. Øll
hesi lond vóru umboðað til hesa so
kallaðu útiseta HM-kapping, sum
taldi 16 lið tilsamans. Eitt samansett
lið av vælkendum fótbóltsleikarum
og tónleikarum syrgdu fyri, at føroy
ingar ikki einans vóru til staðar, men
faktiskt eisini vunnu kappingina.
Havnarmenninir Rókur av Fløtum
Jespersen, Páll Mohr Joensen og Jóhan
Viderø Gunnarsson, sum allir umboða
útisetafótbóltsfelagið ÍF Føroyar í
Keypmannahavn, hálaðu saman við
argjamonnunum Fróða Hansen og
Ragnari Poulsen gullkrónurnar í hús.
Skal siga eina søgu
Í hesi heldur øðrvísi fótbóltskapping
vóru eisini nógvar mentanir umboðaðar.
Janus tekur fyrst og fremst myndir av
tiltøkum, har vinfólk luttaka og tí var
hann eisini komin at taka myndir av
føroyska liðnum í kappingini.
– Eftir mínum tykki skal ein góð
mynd, umframt at vera tekniskt væl
úr hondum greidd, eisini siga eina
søgu, soleiðis at onnur enn eg eisini
fáa okkurt burtur úr henni. Eg var til
fótbóltskappingina fyri at taka myndir
av føroyska liðnum, men tá eg sá afri
kansku kvinnuna standa har og filmað
dystin millum Føroyar og Tansania við
einum iPad2, sá eg ein møguleika í at
lýsa føroysku leikararnar, soleiðis sum
hon filmaði dystin. At mín mynd skuldi
siga eina søgu í gjøgnum myndina, sum
hon tók av dystinum, greiðir Janus frá
og leggur aftrat:
– Eg bíðaði leingi eftir røttu løtuni
og tók fleiri myndir, inn til eg fekk
myndina av myndini. Myndin, tá kon
an tók mynd av, ikki bara onkrum fót
bóltsleikara, men jústi Róki (av Fløtum
Jespersen, blðm.).
– Haraftrat havi eg ongantíð áður
sæð ein iPad verið brúktan sum mynda
tól. Tískil gjørdist eg ikki sørt ovfarin, tá
eg sá hesa eldri afrikansku kvinnunan í
hijab filmað dystin hjá føroyska liðnum
við hesum, sigur Janus um myndina.
Við einum hugskoti, um at lýsa fótbóltsdystin, soleiðis sum ein
eldri hijabklødd kvinna úr Tansania sá hann og við íblástri frá
sjónligu mótsetningunum millum konservativa klædnabúnan
og nýmótans tøkni, tók Janus Ortid myndina omanfyri
Myndin í myndini
Fakta
Janus Ortind er 24 ára gamal og er úr Sørvági.
Hann lesur løgfrøði í Keypmannahavn, men
tekur nógvar myndir í frítíðini, fyrst og fremst
av tónleika- og ítróttartiltøkum, men eisini
í samband við onnur tiltøk. Á heimasíðuni
http://www.flickr.com/photos/janus87
eru fleiri myndir hjá Janusi at síggja. Eitt nú
myndirnar frá innandurafótbóltskappingini, har
myndin omanfyri stavar frá.
Rókur av Fløtum Jespersen verður her avmyndaður við einum iPad av eini hijabklæddari
kvinnu í samband við innandurafótbóltskapping í Keypmannahavn
mynd: Janus Ortind