Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. desember 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. desember 2011 · Nr. 147 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo mánadagsblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugaligt at hoyra fíggj­ar­mál­a­ráð­ harr­an um viku­skift­ið seta knyklar í brýr yv­ir fyri bankunum, sum eru farn­ir alt ov langt við rekord høgum ó­maks­gjøld­um. Í Føroyum hava vit banka­duopol, so tað forslær, tí vit hava tveir bankar, sum altíð gera tað sama, sum al­tíð hækka rentuna í senn, og sum altíð til­feld­ig­vís hava somu ó­maks­gjøld. Einaferð høvdu vit einar 20 bak­ ar­ar kring landið. Tá fann politiið út­av, at teir høvdu av­tal­að prís­ir, og teir fingu dóm fyri kartellvirksemi. Vit hava tveir bank­ar, og tveir lítl­ar spari­kass­ar, og vit hava tvey olju­fel­ øg. Hetta eru feløg, sum hvør før­oy­ ing­ur er tvung­in til at brúka so ella so. Hó­ast Palli­ba sær, at alt er av­ talað spæl, so er eingin sum meld­ar hvørki bankar ella olj­u­fel­øg fyri at avtala prísir – og fyri kart­ell­virk­ semi. Tí er tað hugaligt, at hetta verður tik­ið upp í politisku skipanini. Somu pol­itisku skipan, sum fyri fá­um ár­ um síð­ani átti stóra Føroya Banka, men sum nú bara eigur ein triðing av Bank­Nord­ik. Hóast landið átti bank­an, so vóru eingi slík krøv at hoyra. Men nú er at vóna, at menn sum Jørgen Niclasen, Høgni Hoy­dal og Hen­rik Old ikki bara eru skræv­u­ gák­ar, sum stinga fingurin í jørðina fyri hoyra, hvat irri­ter­ar fólk beint nú, og so rópa upp um tað sama. Vís­ ið tykk­um nú sum menn. Vís­ið at ann­að enn gabb er aftan fyri orð­ini. Tað besta fyri føroyingin hevði ver­ið, um hann slapp undan træl­ a­band­i­num, sum bank­ar­nir hava. Sjálv­andi var eis­ini gott, um olju­fel­ øg­ini ikki høvdu sama hvørkratak, men við bank­u­num er tað so sára lætt, tí peng­ar kunnu flytast um int­ er­net­ið, tað kann olj­an ikki. Ikki enn í øll­um før­um. Pol­it­ik­ar­ar­nir skulu tí bara syrgja fyri, at brúk­ar­in slepp­ ur at velja, hvønn banka hann vil hava. Um ikki í øll­um heim­i­num, so bara í ríki­num, tað hevði ver­ið eina ris­a­vinn­ing­ur fyri brúk­ar­an, og so fingu vit tveir bank­ar í Før­oy­um, sum vórðu noydd­ir at kapp­ast und­ ir veru­lig­um markn­að­ar­treyt­um, held­ur enn í einum heimagjørdum kart­el­l­markn­aði. Kravið til politikararnar er ein­ falt: Brúk­ið ikki bara orð! Vís­ið tað held­ur í gerð­um! Legg­ið eitt lóg­ar­ upp­skot fyri tingið, sum tryggj­ar okk­um brúk­ar­um ver­u­ligt banka­ frælsi fram um ta einvísu banka­eyð­ ræn­ing, sum nú fer fram. Tryggið nú brúkaranum veruligt bankafrælsi! Tað er eitt sindur strævið at verða valdur á ting – og so koma í stríð við seg sjálva. Ein teirra er Jóna Mortensen, sum er komin á ting fyri Sambandsflokkin sum varafólk, eftir at sam­ gong­an varð skipað. Jóna Mortensen gjørdist al­ment kend, tá hon trein fram sum talsfólk hjá goml­um og óh­ jálpn­um. Hon gav Heðini Mortensen ein skarp­an gang, tí hon metti hann og Tórshavnar Komm­unu at hava svikið tey veiku og gomlu. Men nú situr hon sjálv í suppe­dasinum. Hon má vers­góð fylgja tropp eftir boð­unum frá Jørgen Nicl­ a­sen um flat­skatt og um at skatta pen­sjón­ir við inn­gjaldi held­ur enn út­ gjaldi og so­leið­is tryggja, at skatta­lætti verð­ur veitt­ur teim­um vælbjargaðu. Eitt er at brúka seg, men tað kann eisini henda, tá tú bjóð­ar teg fram, at tú fært vald. Jóna Mortensen hev­ur fingið vald. Men spurn­ing­ ur­in er bara, um hon torir at brúka valdið, ella um hon – eins og Kaj Leo Johannesen – legg­ur seg skerflata fyri Jørg­en Niclasen. Men tað býttasta, sum man kann gera, tað er at sletta síni talgildu spor, so sum Jóna Mortensen hevur gjørt við at steingja sín Face­book-profil og sletta you­tube filmar, hon hevði við gylt­um val­lyft­um. Slíkt kann al­tíð sporast. Tað kann bara merkja, at hon hev­ur skift meining, og tú tek­ur undir við Niclasen- pol­i­tikk­i­num hjá løgmanni. Flatskatturin er legi­ti­mi­ tet­ur­in hjá hesi sam­gongu. Fell­ir uppskotið um flat­ skatt­in, so er samgongan rok­in. So er spurningurin, hvat hev­ur størri týdning hjá Jónu Mortensen. Ikki bert snakk – gerið nakað Janus er ein stjørna – nú á fløgu Sletan fer við fúkandi ferð om­an­eftir, og Janus sær nakað! Eina vakra gentu, ið hevur 200 systrar! Hon bjóðar Jan­ usi við á eina ferð, har hann skal gjøgnum nógvar roynd­ ir. Søguna um lítla drongin Jan­us, hevur Edward Fuglø skrivað og gjørt mynd­ir til. Páll Sólstein hev­ur skrivað tónleikin til søgu­na, ið verður framførd av tón­lei­k­a­bólk­i­ num Ald­u­bár­uni. Tað er Jensina Olsen, ið sig­ur søg­una afturvið tón­ leik­i­num. Jensina Olsen, frá­søg­u­mað­urin Andr­as Sól­stein og Aldu­bár­an hava ver­ið kring alt landið og fram­ført 25 skúla­kon­sert­ir í ár og hava tey verið stórliga fagn­að. Tey hava nú verið í Stu­dio Bloch og innspælt søg­una og tónleikin til øll børn í Føroyum. Á fløguni sleppa børn at upp­liva tekningar, tónleik og frá­søgn í eini eind, og børn­ini fáa eina uppliving av at vera við Janusi úti millum stjørn­ ur­nar. Snøgt sagt, ein góður, harð­ur pakki við ljóði og mynd­um, ið heldur leingi. Fløgan verður at fáa um alt landið og verður út­gáv­u­ løta í Klaksvík og Tórshavn sam­stund­is. Í Leikalund í Klaksvík og í Tórs­havn í Tutl-handlinum týs­dagin 20. desember kl. 16.30 Í Klaksvík ber til at hitta Edward Fuglø og Páll Sól­ stein, meðan Jensina og tón­ leik­ar­ar­nir eru at hitta í Tutl á Glade Hjørn. Skreiðitúrur endaði úti í rúmdini Dup­ult­ mor­al­ur á Vagli­num? Anskar hansen kjak á síðu 25 Sanni­ liga eru vit til arbeiðis Majbritt mohr kjak á síðu 21 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 At stilla upp fyri ein pol­it­isk­ an flokk, sum man kanska ikki er samd­ur við, tað kann vera eitt sindur óheppið. Í dag kunn­ger Jarv­in Feil­ berg Han­sen, sum s­til­laði upp fyri Gamla S j á l v ­ stýr­ið, at f l o k k­u r ­ in van­liga stend­ur fyri ein­um s o s ­i ­ al-li­ b ­e ­r ­ al­um pol­i­tikki, men at flokk­ur­in nú hevur svikið. Jarvin Feilberg Hansen er fyrr­ver­andi formaður í Peda­ gog­fel­ag­num, og tí hevur hann sínar viðmerkingar til politisku støðuna við flatskatti, pensjónsinngjaldi og øðrum, sum hann heldur eigur at verða lýst betri, áðrenn málini verða samtykt á tingi. Eitt er, at fak­fel­ags­rørsl­an er kom­in sum ketta úr høvd­a­ trog, tí tey ikki hvødu roknað við, at Jørgen Niclasen fór at ger­ast sterki maðurin, og at Kaj Leo Johannesen og Jenis av Rana við fylgi fór at leggja seg sker­fløt fyri honum. Men tað er pol­itiski veruleikin. Men sum sjálvstýrismaður er tað truplt at hefta seg við eina á­vísa politiska hugsjón, tað veri seg »sosial-liberalt«, ella hvat man nú kann blanda sam­an. Flokk­u­r­in er sum ein veð­ur­hani, sum fer higar, sum »onkur« – í hesum føri Kári Post – fær mest ella best burt­ur­úr. Tí verður Gamla Sjálv­stýri ikki størri enn tað sama. Men ert tú í skeivum flokki, so ber til at skifta flokk... Jarvin ræðist sín egna flokk Eisini Jóna má akta Jørgen